undir skurð ella ikki. Gips varð lagt á armin, og fríggjadagin skal hann aftur til kanningar fyri at vita, um brotið veksur rætt saman aftur. Hann hevur fingið at vita, at hann kann fáa blátt ella reytt gips [...] situr róligur í stovuni og prátar, og hann heldur tað ikki vera so galið at hava frí frá skúlanum hesa vikuna. Handliðið er brotið og liggur í gipsi. Óhappið hendi fríggjadagin í seinastu viku. Hann hevur [...] tvær ferðir. Hann var staddur við Magn á Norðara Ringvegi, setti seg á súkkluna og fór við fullari ferð oman eftir R. C. Effersøesgøtu. Tá ið hann kom oman til rundkoyringina út fyri SMS og apotekið, kom
sum møttu upp, og løtan var hugnalig. Nærveran og umhugsnið hjá Jógvani kendust enn eina ferð, men hesa ferð taldist hann ikki millum teirra, sum gjørdu viðmerkingar og søgdu søgur. Tveir dagar seinni [...] røð. Men hann var ofta í miðdeplinum, tá ið trúfasti bóndin møtti upp, um tað so var í gleðishøpi ella í sorgarhúsi. Bar eina hjartaliga heilsu fram, eitt orð úr skriftini og kanska eina yrking, sum hann [...] og fyrireikaði seg at verða bóndi. Heimaftur komin legði hann til brots at bróta upp úr nýggjum. Um hesa tíðina tvífaldaðist fólkatalið í bygdini eftir fáum árum. Tað var neyðugt við meiri byggilendi. Tí
kappingartreytir, ið ikki eggja til framburð og menning. Ella hinumegin eitt siviliserað og rættarbygt samfelag, har ikki bert tann sterkasti ella frekasti setir treytirnar hjá fjøldini. At niðurleggja Føroya [...] ómenniskjaligum korum. Har reiðarin bert kundi áseta treytirnar einsamallur og gera avtalur við hvørt skip ella hvønn yrkisbólk umborð sær. Landsstýrið møtti ikki Øll fakfelagsumboðini, ið vóru savnað til hátíðarhaldið [...] manningini niður og harvið fáa meira í sín part. Og tey sterku, útlendsku kapitaláhugamálini, ið eru í ferð við at keypa alla tjóðarogn okkara, fara at fegnast um at finna slíkan fress. Sostatt ein tjóðskaparlig
n, WHO hevur gjørt av, at evnið hesa ferð skal vera: Sannleikin um tubbak. Boðskapurin í tekningunum skuldi vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja. Evnini [...] hvør virðisløn var ein gávukekkur uppá 500 krónur. Tað ber til at síggja tekningarnar í SMS alla hesa vikuna. Annars fingu hesi børnini virðisløn: Í aldursbólkinum yngri enn 7 ár: Judit Poulsen, Klaksvík [...] tubbak, tá tú fært hug at roykja. - Tað kann vera okkurt sunt at eta, tyggigummi, ein fløska av vatni ella ein gongutúrur. Tú fært fleiri heilsugóðar fyrimunir, beinanvegin tú leggur av, men ikki um at tala
rógva úr Skotlandi til Íslands. Hann gjørdi eina roynd í fjør, men veðrið noyddi hann at gevast. Hesaferð hevur hann bíðað í 4 vikur á oynni Lewis eftir líkindum at leggja frá landi og rógva til Føroya [...] hálvan dag at rógva til Føroya úr Skotlandi. Hann róði at enda í 23 tímar út í eitt, og útfyri Sumba, ella Suðurendanum av Suðuroynni, kom hann í ringt farvatn, vindurin vaks, men hann náddi upp land. Nú bíðar [...] síni tíð kavari, men starvast nú sum sjálvstøðugur timburmaður. Spurdur um, hvussu ein fíggjar slíka ferð sigur 54 ára gamli Chris Duff: - Eg havi ikki sponsorar. Tað er ov strævið at fáast við, tekur ov
Sjálvandi vildi eg ynskt, at eg ikki kom út fyri hesi upplivingini, men hinvegin so havi eg lært nógv hesa tíðina og veit, at tá eg havi klárað hetta, so kann eg klára alt, sigur Teitur. Byrjaði við høvuðpínu [...] ordiliga trúgva tí. Tað var líkasum ov ógvusligt til at kunna passa. Eg havi ongantíð verið sjúkur ella havt trupulleikar við heilsuni, so tú kanst ætla eg bleiv kløkkur, sigur Teitur. Hann minnist, at [...] hvat hann skuldi siga í tí løtuni, pápin fortaldi honum keðiligu boðini, men hann hvørki fór at gráta ella gjørdist illur. - Alt gekk rættiliga skjótt fyri seg. Á middegi var eg á landssjúkrahúsinum, og har
fyri 57. ferð. Kappingin verður hesaferð í Baku í Aserbajan, eftir at landið í fjør vann kappingina við sanginum Running Scared, sum var skrivaður í Svøríki. 42 lond eru við í kappingini hesaferð, men summi [...] summi lond eru longu send heim, eftir at hálvfinalur hava verið hesa vikuna. 26 lond eru við í finaluni, sum verður leygarkvøldið – av teimum eru Aserbajan, Frakland, Týskland, Spania, Italia og Stóra Bretland [...] Bretland komin beinleiðis í finaluna. Atkvøðugreiðslan fer hesaferð fram, eftir at allir sangirnir eru framførdir. Seinastu tvey árini hava fólk í teimum luttakandi londunum kunnað sent sms-atkvøður undir
kunnu fólk skriva saman, ella næstan “práta” saman, líka mikið hvar í heiminum, tey eru stødd. Tað tey skriva fer ofta út í almenna rúmið, so einki er longur loynidómur ella privat. Almenna orðaskifti [...] inn á hetta og sleingja út alt, ið fellir einum inn, bæði beinleiðis sum greinar til ein fjølmiðil ella – og ikki minst – sum viðmerking til tað, sum onkur annar hevur skrivað. Og her er tað, eg mangan [...] almenna rúmið. Politiska orðaskiftið, serliga aftaná seinasta val. Tað, sum serliga hevur ørkymla meg hesa seinastu tíðina, er tað harðliga, og í summum førum beinleiðis útspillandi, orðalagið, sum hevur verið
Sunnudagin var FC Suðuroy fyri enn einum lemjandi ósigri. Hesaferð taptu teir heili 0-6 heima í Vági ímóti ÍF, og sum gongdin hevði verið frammanundan, har liðið í níggju dystum ikki hevur fingið ein
við hann, at tað leingi hevði verið tosað um, hvør bestur var at syngja í bygdini. Um tað var hann ella ein, teir nevndu navnið á. Tað var ein maður við góðari rødd og hartil harðmæltur. Nú hildu teir [...] Gneygjus var eyðkendur, nærmast reyður við hvítum blettum. Gronin var hvít. Á Sjóvargarði var um hesa tíðina ein maður av bygd, sum vit kallaðu Gamli. Hetta var ikki tí, at hann var so gamal, hetta var [...] teg út.” Gamli fór í øðini til bóndan, Johan, og bað hann skjótast gjørligt fáa Gneygjus heim aftur ella fáa hann dripnan. “Hví sigur tú tað í slíkari øði?” spyr Johan. Hann fekk at vita hví. Jú, hann skuldi