Jógvan Gerðalíð farin

Tað var 2. hvítusunnudagur, men longu í munnanum á tunlinum bylgdist kenslan í barmi av, at talan var um heilt serligan dag. Sólin skein av heiðum himni, tað stóð við klettin á Hellisenda, Núpurin tóktist bína og Kvígingaskarð kendist leingjast. Svartbræddu húsini í gomlu Gerðum tóktust serliga vøkur, og Líðin hugdi hábærsliga út yvir Eiðið og gjørdi seg til at vera vitni til tað, sum nú skuldi vera.
Jógvan Gerðalíð varð borin til gravar. Líradag – 26. august – vera tað 96 ár síðani, at Malvina, ættað úr Viðurbyrginum í Árnafirði, føddi Jákupi, bónda í Gerðum, frumborna sonin. Tey fingu níggju børn, og nú eru trý eftir á lívi – Solborg í Leirvík, Karla í Klaksvík og Villi í Hirtshals.
Av góðum grundum plaga skarðarnir ikki at vera so stórir, tá ið næstan aldargomul fara til gravar. 2. hvítusunnudag var skarðin stórur í Betesda, og tað var ikki so undarligt. Inntil hann fyri nøkrum fáum mánaðum síðani ikki orkaði meir, var Jógvan ein unglingi.
Drúgvur, trúgvur og elskaður í samkomuni, har hann hevði verið í meiri enn 90 ár.
Høgt í metum millum klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars, hóast hann ongantíð tráðaði eftir at vera í fremstu røð. Men hann var ofta í miðdeplinum, tá ið trúfasti bóndin møtti upp, um tað so var í gleðishøpi ella í sorgarhúsi. Bar eina hjartaliga heilsu fram, eitt orð úr skriftini og kanska eina yrking, sum hann hegnisliga hevði samansett til høvið.
Áhugin fyri mentan og alskurin til fólk og fólkalív var orsøk til, at hann var kendur og átti vinir kring allan knøttin. Ein partur av kjølfestini mundi stava frá unglingaárunum á flatlondum. Á heimabeitinum gekk hann væl í spenn við eitt nú skyldmenninar Fischer Heinesen og Robert Joensen, sum báðir hava lagað stórar varðar eftir seg. Ikki minst eysturi í Barmi, sum liggur til garðin, og har Jógvan bygdi hús, dámdi teimum at spenna frá. Jógvan stórtreivst í Barmi, og óteljandi í yngru ættarliðnum kunnu skriva undir uppá, hvussu góður og áhugaverdur vertur hann var har eysturi.
Uttanfyri føroysku eingjargarðarnar vann hann sær vinir eitt nú sum radioamatørur. Og tað hevði alstóran týdning, tá ið hann saman við vinmanninum Theodori við Keldu, keypti upptøkutól longu í 1946, tá ið manskórið í Betesda var í Keypmannahavn umborð á Skálanesi, sum fekk frystilast ísetta.
Jógvan stóð fyri nógvum upptøkum. Í tíðini undan bandupptakaranum syrgdi hann fyri, at einstaklingar og kór kring alt landið høvdu møguleika at taka upp. Herfyri kom tvífløga út nevnd Traditional music in the Faroe Islands. Tutl og franska útgávufelagið Frémeaux & Assosiés góvu út. Fløgan fæst í 32 londum, og elstu upptøkuna eigur Jógvan Gerðalíð! Tjørnuvíkingar syngja Kingo sang í 1950. Undir jarðarferðini kendist tað tignarligt aftur at hoyra tey úr Norðurstreymi syngja, og hetta var minni um, hvør og hvussu hann var, sum vit 2. hvítusunnudag vóru savnað at heiðra og minnast.
Tá ið boðini 24. mai bórust um, at nú var Jógvan slóknaður, runnu orðini úr Matteus 25 fram fyri meg: Gott, tú góði og trúgvi tænari!..Far inn til gleði harra tíns!"
Í okkara umhvørvi á Heygum minnast vit Jógvan sum arbeiðsmann. Hann var borin til garðin, og í tríati árunum var hann niðri og fyrireikaði seg at verða bóndi. Heimaftur komin legði hann til brots at bróta upp úr nýggjum. Um hesa tíðina tvífaldaðist fólkatalið í bygdini eftir fáum árum. Tað var neyðugt við meiri byggilendi. Tí vóru vánirnar lítlar fyri jarðarbrúki í stórum stíli. Jógvan hálsaði um, og tað var í gravkúm, brøytum og øðrum stórum maskinum, at hann stríddist við grót og dynamitt og mold og sand og betong.
Samstundis mjólkaði hann neytunum, fóðraði seyðin og rokaðist við hoyggj og gras, og ongantíð ilskaðist hann, tá vit børn vóru uppií, og eitt nú funnu fragd í at leypa í súrhoyggjabrunnin.
Og so var hann eftir lítlari løtu farin í annan ham. Kæra kona hansara Astrid, sum stóð honum við lið í meiri enn 70 ár, og sum nú er 92 ára gomul og býr á røktarheiminum, bustaði skógvarnar á trappuni, og so fóru tey so tignarlig á møti. Mánakvøld, mikukvøld og sunnumorgun og sunnukvøld var hann í Betesda, og í mong ár var hann um vetrarnar á Viðareiði á møti hvørt týskvøld saman við vinmonnunum John Høj og Jógvani Tróndheim, og tá ið hann var í bestu árum kendi hann tað vera stóran forrætt at ferðast kring landið eitt nú saman við Victori Danielsen.
Heilt til tað síðsta kendi hann seg sum part av sangkórinum, sum hann var ferðaleiðari á øllum uttanlandsferðunum, og sum hann onkuntíð stjórnaði fyrstu árini í óvanliga langa stjórnarskeiðnum hjá Jógvani við Keldu.
Lítillátin segði hann, at tað var gleðin í Harranum, sum var styrki hansara, og sum var orsøk til, at hann hevði yvirskot at vera trúfastur og umsorganarfullur ímóti Jákupi, Jens Christiani, Øssuri, Henny og øllum teirra – ikki minst Anju, abbadóttrini, sum er trúboðari á Filipsoyggjunum og sum hann fylgdi við serliga stórum eymleika – og øll, sum komu á hansara leið, kendu seg eiga part í hansara umsorgan og vinskapi. Tað kunnu eisini vit mongu, sum í fjølmiðlaørindum hava heitt á hann, skriva undir uppá. Jógvan var góður við fjølmiðlarnar. Ikki minst fínu frásøgurnar í náttúrusendingunum hjá Johan Mortensen standa negldar í minninum.
Síðsta heyst bar Annika Egholm, bókavørður í Klaksvík, hugskotið fram um eina stóra viku undan løgtingsvalinum at hava eina løtu um val og valtøl í Norðoyggjum á bókasavninum. Jógvan var millum teirra, sum møttu upp, og løtan var hugnalig. Nærveran og umhugsnið hjá Jógvani kendust enn eina ferð, men hesa ferð taldist hann ikki millum teirra, sum gjørdu viðmerkingar og søgdu søgur. Tveir dagar seinni ringdi hann. Viðhvørt hevði hann trupulleikar við røddini, og nú var tað aftur soleiðis. Tí hevði hann ikki tikið orðið. Hann hevði annars ætlað sær at sagt søgur um val og valfundir, sum hann mintist frá unglingaárunum, tá ið Jóannes bóndi og Andras Samuelsen vóru í velmaktini. Vit avráddu so, at hann skuldi festa hetta – ikki á blað – men í wordskjal og so senda tað í telduposti. Hetta er eitt tað seinasta kæra minnið um 95 ára gamla vinmannin, sum nú hevur lagt árarnar inn.
Fyri trimum mánaðum síðani heilsaðust vit á sjúkrahúsinum. Nú orkaði motorurin ikki meir, segði hann og segði seg kenna ævigan ugga og frið í, at reiðarin var góður at hella seg at. Nú er hann farin í annað ljós, eftir at hava strítt hitt góða stríð.
Á veg aftur úr Gerðum og ímóti tunlinum 2. hvítusunnukvøld sást víkin framvegis liggja blonk og hátíðarlig, nú hon hevði verið vitni til, at stór mannamúgva hevði fylgt einum av frægu bygdarsynunum seinastu ferðina um Gerðabø, har so ógvuliga nógvir tímar standa á kontu.
Minnisvarðin uppi á Grundum og stabbin á Hellisenda, sum Jógvan og aðrir síðst undir krígnum stoyptu til vippu at kava av, eru millum ítøkiligu minnini, ið standa eftir mannin, sum gav okkum so nógv, og sum fer at liva í minni okkara.
Gerðalíð ljóðar so poetiskt. Á kortinum er einki staðarnavn, sum eitur so. Í Gerðum vóru nógvir Jógvan Joensen. Tí skifti Jógvan eftirnavn í 1939, tá ið hann var 23 ára gamal. Ein partur av Líðini liggur til Biskupsstøðgarðin, og tann sunnari til Gerðar. Tí mundi tað vera so líka til við skaldargávunum hjá Jógvani at komponera sær eftirnavnið Gerðalíð.
Navnið spillir ongan, plagar at verða tikið til, og í hesum førinum er tað perónurin og vitnisburðurin, sum liggur eftir hann, ið lyftir upp og kastar serliga glæmu yvir Gerðalíð.
Ærað veri minni um Jógvan Gerðalíð!
-----
Jóannes Hansen