Høgni Hoydal
----
Tann 14. november í 2011 varð samgongan millum Miðflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin skipað. Hendan dagin skálaðu tey í sjampanju úti í Tinganesi, har móttøka var fyri nýggju landsstýrisfólkunum.
Hendan sama dagin vóru vit fleiri onnur, ið vóru savnaði niðri á Bryggjubakka í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag. Tí júst hendan sama dagin fylti Føroya Fiskimannafelag 100 ár. Her vóru fiskimenn, yngri sum eldri. Her vóru umboð fyri Skipara-og Navigatørfelagið, Maskinmestarafelagið, Arbeiðskvinnu- og arbeiðsmannafeløgini, onnur fakfeløg, umframt aðrir gestir. Úr øllum landinum.
Hetta var ein stórur og søguligur dagur. Ikki bara fyri felagið. Men fyri alt tað føroyska samfelagið.
100 ára stríð fyri at vinna fiskimonnum rættindi, hýrur og grundleggjandi mannakor. 100 ár, har fleiri ættarlið við strevi, stórum verkføllum og áhaldni, loksins megnaðu at savna allar fiskimenn í felag. At fáa samráðingarrætt og gera upp við støðuna, ið hevði verið galdandi í slupptíðini við sjálvdrátti og ómenniskjaligum korum. Har reiðarin bert kundi áseta treytirnar einsamallur og gera avtalur við hvørt skip ella hvønn yrkisbólk umborð sær.
Landsstýrið møtti ikki
Øll fakfelagsumboðini, ið vóru savnað til hátíðarhaldið, kundu siga somu søgu um stríðið og frambrotini hjá fakfelagsrørsluni. Eitt ótrúligt stríð fyri felagsskapi og rættindum, sum hava flutt Føroyar framá og vunnið teimum, sum veruliga skapa virðini, rættindi og rættvís kor.
Men har vóru ongi umboð fyri landsstýrið og samgonguna at síggja henda 100-ára dagin. Flestu hildu, at hetta var tí at hitin, sjampanjan og munnbitarnir í Tinganesi drógu meira henda dagin.
Nú, gott hálvt ár seinni, síggja vit, at hetta var neyvan bara tilvild. Tí umframt tað frontalálop, sum samgongan hevur gjørt á fakfelag og verkafólk við flatskatti og pensjónsskatting, so kom næsta slysálopið í tinginum týsdagin eftir hvítusunnu.
Tá samtykti samgongan eitt broytingaruppskot í sambandi við makrelfiskiskapin. Hetta broytingaruppskotið skuldi koma ístaðin fyri tað fyrra uppskotið hjá samgonguni, har reiðarar við at gjalda eina krónu pr. kilo, kunnu manna øll skipini við bíligari útelndskari arbeiðsmegi.
Fiskimenn seldir á uppboði
Nú sigur samgongan, at tey skipini, ið fiska makrel, skulu hava sáttmálar fyri hvørt skipið sær.
Tað merkir, at fiskimenn og fakfelagsrættindi nú skulu sejast á uppboði. Ongin kapping skal vera millum reiðarar um at fáa sum mest burturúr tilfeinginum. Men ístaðin skulu fiskimenn kappast um at fara niður í hýru til tess at fáa kjans. Og serligir sáttmálar kunnu gerast fyri bíliga innflutta arbeiðsmegi – altso sosiala dumping.
Á henda hátt, verður ongin kapping um virðisøking og at fáa sum mest burturúr hvørjum kilo av tilfeingi okkara alra. Reiðaríini kunnu ístaðin nú bara økja um sína inntjening, við at fáa hýrupartin hjá manningini niður og harvið fáa meira í sín part. Og tey sterku, útlendsku kapitaláhugamálini, ið eru í ferð við at keypa alla tjóðarogn okkara, fara at fegnast um at finna slíkan fress.
Sostatt ein tjóðskaparlig, sosial og vinnulig taparakós fyri alt samfelagið.
Sum í triðja heiminum
Við hesum eru vit spolað meira enn 100 ár aftur í tíðina, tá tað snýr seg um rættindi hjá verkafólki og fakbólkum. Og vit hava somu skipan, sum tann mest primitiva kapitalisman hevði Evropa í 1800-talinum, og sum hon hevur í triðja heiminum enn í dag. Har tann, sum eigur vinnutólini, kann trýsta tey niður, sum virka og skapa virðini.
Vorðið sum føðingardagsgáva frá samgonguni til 100-ára dagin hjá Føroya Fiskimannafelag. Og vorðið sum undirgraving av øllum fakfeløgum og rættindum í Føroyum. Tí um tað ber til í einum parti av vinnuni, hví skulu allir arbeiðsgevarar so ikki sleppa at gera tað sama – eisini á landi? Annars er tað jú kappingaravlaging við lít.
Andstøðan krevur lóg og rætt
Tjóðveldi kravdi í fjør lóg og rætt at galda í makrelfiskiskapinum. Ein greið lóg varð gjørd, sum legði treytirnar. Og Tjóðveldi noyddist at seta hart móti hørðum til tess at fáa løgmann at góðtaka, at í lógina varð sett: At øll manning, ið tók lut í fiskiskapi eftir makreli, skuldu fylgja teimum felags sáttmálum, ið eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Hetta var ikki við í nakrari lóg frá samgonguni hesaferð – tí í politikkinum hjá samgonguni tykist bert frumskógarlógin vera galdandi.
Men Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn settu tað fram sum lógaruppskot í tinginum týsdagin. At tað eru felags sáttmálarnir, ið verða samráddir á føroyska arbeiðsmkarnðinum, ið skulu galda. Og at onki skip sleppur til fiskiskap, sum hetta ikki er tryggjað og váttað frammanundan.
Samgongan feldi uppskotið. Og samtykti ístaðin sína lóg, sum undirgrevur alt fakfelagsstríð og møguleikan fyri einum skipaðum arbeiðsmarknað.
Anarki ella skipað viðurskifti
Men vit royna aftur undir triðju viðgerð í morgin. Vónandi stendur øllum tingfólki, fakfeløgum og vinnufeløgum greitt, hvat stendur uppá spæl her.
Tað er valið millum øðrumegin anarki, tilvild og ójavnar kappingartreytir, ið ikki eggja til framburð og menning. Ella hinumegin eitt siviliserað og rættarbygt samfelag, har ikki bert tann sterkasti ella frekasti setir treytirnar hjá fjøldini.
At niðurleggja Føroya Fiskimannafelag (og hini yrkisfeløgini fyri sjófólk okkara) við lóg, hevði sjálvt tann mest svartskygdi ikki roknað við frá hesi samgongu. Og hvat verður tað næsta, um hetta ikki verður steðgað beinanvegin?
At spola stríðið hjá undanfarnu ættarliðum av hugsjónarfólki, ið hava bygt hetta landið, 100 ár aftur í tíðina við einum pennastroki í Løgtinginum, átti at verið øllum ovboðið.