Summi elska Grand Prixið, onnur tola ikki kappingina, men øll vita vit, at kappingin er til – og vit tey flestu munnu kenna sangir, sum eru komnir fram umvegis kappingina.
Waterloo hjá ABBA, Fairytale hjá Alexander Rybak, Fly On The Wings Of Love hjá Brøðrunum Olsen, Hard Rock Hallelujah hjá Lordi, Digge-Loo Digge-Ley hjá Herreys eru nakrir av sangunum, sum tú skalt hava havt óvanliga selektiv oyru fyri ikki at kenna.
Grand Prix kvøldið er eitt veitslukvøld í nógvum europeiskum kvøldum, og hóast føroyingar ongantíð hava luttikið beinleiðis í kappingini, hava fólk her á landi eisini fylgt væl við sangkappingini, sum verður sjónvarpað beinleiðis kring alt Europa og aðrastaðni
Stórur áhugi
Eurovision kappingin er ein av teimum mest sæddu sjónvarpshendingunum kring heimin, tá ið stórar ítróttarhendingar ikki verða roknaðir uppí. Hyggjaratalið í sjónvarpi hevur verið upp í 600 milliónir okkurt av árunum.
Tað er ikki bert í Europa, at hugt verður eftir Grand Prixnum. Lond sum Australia, Brasil, India, Japan, Mexico, USA og Thailand senda eisini Grand Prixið, og seinastu árini hava túsundtals fólk fylt kappingini umvegis internetið.
Aserbajan
Hetta vikuskiftið verður Eurovision sangkappingini hildin fyri 57. ferð. Kappingin verður hesaferð í Baku í Aserbajan, eftir at landið í fjør vann kappingina við sanginum Running Scared, sum var skrivaður í Svøríki.
42 lond eru við í kappingini hesaferð, men summi lond eru longu send heim, eftir at hálvfinalur hava verið hesa vikuna. 26 lond eru við í finaluni, sum verður leygarkvøldið – av teimum eru Aserbajan, Frakland, Týskland, Spania, Italia og Stóra Bretland komin beinleiðis í finaluna.
Atkvøðugreiðslan fer hesaferð fram, eftir at allir sangirnir eru framførdir. Seinastu tvey árini hava fólk í teimum luttakandi londunum kunnað sent sms-atkvøður undir allari kappingini, men nú er almenna atkvøðugreiðslan avmarkað til eitt korter eftir framførslurnar. Í øllum londunum verða stig latin út frá sms-atkvøðum og einum dómarabólki, sum telja helvt um helvt.