Hesi børnini vunnu teknikapping ímóti royking

Altjóða tubbaksfríur dagur er 31. Mai og í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið aftur í ár skipað fyri teknikapping fyri børnum.

Altjóða heilsustovnurin, WHO hevur gjørt av, at evnið hesa ferð skal vera: ”Sannleikin um tubbak”.

Boðskapurin í tekningunum skuldi vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja. Evnini kundu vera t.d.:

Nógv børn teknaðu og sendu inn til Fólkaheilsuráðið. Eisini tóku fleiri skúlaflokkar og barnagarðar undir við tiltakinum og tilsamans vórðu einar 400 tekningar sendar til kappingina.

Til at døma um bestu tekningarnar vóru Vár Berghamar Jacobsen og Eli Smith.

Leygardagin skipaði Fólkaheilsuráðið fyri tiltaki í SMS, har allar tær innkomnu tekningarnar vórðu sýndar fram og Kartin Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum handaði virðislønirnar, hvør virðisløn var ein gávukekkur uppá 500 krónur.

Tað ber til at síggja tekningarnar í SMS alla hesa vikuna.

Annars fingu hesi børnini virðisløn:

Í aldursbólkinum yngri enn 7 ár: Judit Poulsen, Klaksvík

Í aldursbólkinum 7-10 ár: Petra Nielsen, Fámjin

Í aldursbólkinum 11-14 ár: Tóki Sørensen, Argir.

Altjóða heilsustovnurin eggjar roykjarum til at halda dagin, tann 31. mai tubbaksfrían.

- Teknikappingin hjá Fólkaheilsuráðnum í sambandi við tubbaksfría dagin er løgd áðrenn 31. mai fyri at fólk kunnu hava roykisteðg í huga og hava høvi til at fyrireika seg til dagin, sigur Fólkaheilsuráðið.

- Ein máti er at hava okkurt klárt at seta í staðin fyri tubbak, tá tú fært hug at roykja.

- Tað kann vera okkurt sunt at eta, tyggigummi, ein fløska av vatni ella ein gongutúrur.

Tú fært fleiri heilsugóðar fyrimunir, beinanvegin tú leggur av, men ikki um at tala, eru langtíðarfyrimunirnir stórir

20 min. eftir: Blóðtrýst og pulsur verða normal, og blóðrenslið økist.

8 tímar eftir Kolsúrevnið í blóðinum er farið niður í helvt og likamliga orkan,

konditiónin, er batnað.

24 tímar eftir: Vandin fyri blóðtøppi í hjartað minkar.

48 tímar eftir: Kolsúrevnið í blóðinum er heilt burtur. Evnini at lukta og smakka eru um at gerast normal.

4 vikur eftir: Hosti og trongd hvørva.. Lunguni klára betur at standa ímóti ígerðarsjúkum.

1 ár eftir: Vandin fyri hjartasjúku er minkaður niður í helvt.

5 ár eftir: Vandin fyri at fáa hjarta- og blóðæðrasjúkur er næstan tann sami sum hjá teimum, sum ongantíð hava roykt.

10 ár eftir: Vandin fyri lungnakrabba er minkaður 50 %.

15 ár eftir: Vandin fyri lungnakrabba er næstan tann sami sum hjá teimum, sum ongantíð hava roykt.

á Myndini sæst Karsten Hansen, saman við børnunum, sum vunnu.

Blýantstekniningina hevur Tóki Sørensen teknað, tekningina við einum, sum traðkar á eina sigarett, eigur Petra Nielsen og triðju tekningina eigur so Judith Poulsen