Eingin torir at hugsa tankan, hvat kundi verið hent 11 ára gamla Rúna Eyðsteinssyni Sømark í Havn, um illa vildi tili, tá ið hann var fyri einum ferðsluóhappi í Havn i seinastu viku.
Men Rúni var heppin.
Hann situr róligur í stovuni og prátar, og hann heldur tað ikki vera so galið at hava frí frá skúlanum hesa vikuna. Handliðið er brotið og liggur í gipsi.
Óhappið hendi fríggjadagin í seinastu viku.
Hann hevur ofta verið túr við pápanum í treylarunum aftaná skúlatíð. Tað dámar honum væl.
Hendan fríggjadagin hevði pápin ongan bil at koma eftir soninum við. Tí bað pápin dreingin bara súkkla oman á bryggjuna, har treylarin stóð.
Rúni læt sær hetta ikki siga tvær ferðir.
Hann var staddur við Magn á Norðara Ringvegi, setti seg á súkkluna og fór við fullari ferð oman eftir R. C. Effersøesgøtu.
Tá ið hann kom oman til rundkoyringina út fyri SMS og apotekið, kom ein bilur koyrandi niðan eftir R. C. Effersøesgøtu, og í seinastu løtu varnaðist Rúni, at bilurin skuldi inn til SMS ella apotekið og ikki niðan eftir gøtuni.
- Eg bremsaði við báðum bremsunum og reyk fram um súkkluna, sigur Rúni.
Bilførarin sá Rúna og bremsaði tí eisini.
Rúni fór sendandi inn undir bilin, sum ikki var steðgaður heilt, tí hettan hjá Rúna kom undir annað hjólið.
- Eg royndi at sleppa leysur, men hettan var føst.
Skelkaður bilførari
Konan, sum koyrdi bilin, var ógvuliga skelkað.
- Tað var ein omma, sum koyrdi bilin. Hon tordi ikki úr bilinum, tí hon visti ikki, hvat var hent við mær, sigur Rúni.
Ein maður kom til og flutti bilin eitt sindur, so Rúni bleiv leysur.
Ein onnur kona kom til hansara.
Rúni sigur, at hann hevði ikki serliga ilt, og hann segði við hesa konuna, at hann kláraði tað og fór oman til pápan.
- Men konan segði nei, tí eg skuldi á sjúkrahúsið, segði hon.
Rúni sigur, at tá ið hann flutti fingrarnar, fekk hann ilt, og tí skilti hann, at armurin var brotin. Tað helt konan eisini og tók tvørtur um Rúna. Tástaðni fór hann at gráta. Tað var mest, tí hann var so kløkkur, sigur hann.
- Tað var nokkso flovisligt, tí nógv fólk stóðu og gløddu eftir mær, og eg slapp ongan veg, sigur Rúni.
- Tá kom babba í einum bili, og tað var gott. Eg græt bara eitt sindur.
Á skaðastovuna
Pápin hevði skund, tí hann skuldi úr býnum, og tí var tað ein annar maður, sum koyrdi Rúna á Landsjúkrahúsið. Mamman var tá eisini komin frá arbeiði sínum í Vágum.
Rúni fór á skaðastovuna, so í røntguna, og haðani var hann rullaður í songini oman aftur á skaðastovuna, har kannað varð, um hann skuldi leggjast undir skurð ella ikki.
Gips varð lagt á armin, og fríggjadagin skal hann aftur til kanningar fyri at vita, um brotið veksur rætt saman aftur.
Hann hevur fingið at vita, at hann kann fáa blátt ella reytt gips.
- Eg vil helst hava blátt, tí reytt er HB, sigur Rúni, sum heldur við EB/Streymi, tí hann hevur búð á Eiði.
Tá ið gipsið var komið á armin, slapp hann heimaftur, og um kvøldið var hann við mammu síni í føðingardegi í Saksun. Hann hevði tað gott, men var eitt sindur ússaligur.
Hetta er aðru ferð, at Rúni hevur verið fyri ferðsluóhappi. Tá ið hann var lítil drongur, bakkaði ein bilur á hann, og tá sprongdist miltið. Men tað minnist Rúni einki til.
Fitt kona
Rúni hevur tað gott, men hesa vikuna hevur hann ikki verið í skúla. Mánadagin fer hann aftur í skúla í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.
Konan, sum koyrdi bilin, ið Rúni lendi undir, hevur ringt fleiri ferðir síðan óhappið til hansara og spurt, hvussu hann hevur tað. Rúni veit, at hon framvegis er skelkað, tí hon eigur sjálv ein 10 ára gamlan ommuson. Tað var ikki hennara skyld, at óhappið hendi.
- Hon var so fitt og kom til mín á skaðastovuni og gav mær ein stóran pakka av bommum.
Hann klárar seg væl við arminum í gipsi og klárar sjálvur at lata seg í.
Men tað ørkymlar hann eitt sindur, at hann ikki sleppur at súkkla aftur, fyrr enn gipsið er farið av arminum um nakrar vikur.
Vil hava nýggja súkklu
Súkklan hjá Rúna fekk snudd í óhappinum, men tað er ikki verri enn so, at hon kann gerast aftur.
- Nei, hon skal ikki gerast aftur. Eg vil hava nýggju súkklu, og hon skal vera betri og flottari enn hin súkklan, sigur Rúni.
Pápin mutar ímóti, tí súkkla hansara er bara eitt ára gomul, men Rúni stendur við sítt.
Hann súkklar nógv, ofta eisini í skúla. Hann er ein sunnur drongur, og altíð er nógv ferð á.