Í løtuni vitjar amerikumaðurin Chris Duff í Føroyum. Hann kom á Vág í gjár, eftir at hava róð higar úr Skotlandi í lítla báti sínum, Northern Reach, sum hans sjálvur hevur smíðað. Hann ætlar sær víðari til Íslands.
Hetta er fyrsta slíka ferðin til havs, men Chris Duff hevur annars gjørt ferðir við ár í hond í 27 ár, men altíð framvið landi. Hann hevur eittnú róð kring Stóra Bretland, Ísland og Ný Zæland í kajak.
Men nú hevur hann sett sær fyri, sum tann fyrsti, at rógva úr Skotlandi til Íslands. Hann gjørdi eina roynd í fjør, men veðrið noyddi hann at gevast.
Hesaferð hevur hann bíðað í 4 vikur á oynni Lewis eftir líkindum at leggja frá landi og rógva til Føroya.
Í gjár kom Chris Duff lúgvaður at landi við suðurendan á Suðuroynni. Tað tók 4 og ein hálvan dag at rógva til Føroya úr Skotlandi. Hann róði at enda í 23 tímar út í eitt, og útfyri Sumba, ella Suðurendanum av Suðuroynni, kom hann í ringt farvatn, vindurin vaks, men hann náddi upp land. Nú bíðar hann eftir líkindum at halda víðari fram á ferðini, men Chris Duff nýtir tíðina til at hvíla seg í og at kunna seg við landið, ið hann nú er komin til.
- Tá eg róði í Íslandi, sigldi eg við til Íslands við Norrønu, og tá kom at í samband við Føroyar. Eg hugsaði, at her mátti eg koma aftur. Síðani er hendan ferðin komin í lag, sigur Chris Duff, sum ætlar sær til Havnar og til Eiðis, áðrenn hann leggur út á opið hav ávegis til Íslands.
Sparin og varin
Chris hevur sjálvur smíðað bát sín. Hann hevur lagað hann til, sum hann vil hava hann. Har er lítið rúm í skutinum, har hann fær hvílt seg, og hann hevur eisini eitt lítið segl, ið kann verða til hjálpar, um líkindini eru til tess. Árarnar hevur ein vinmaður gjørt honum, og tær rigga sera væl og eru hartil so sera lættar, tí tær eru hol innan.
Chris Duff var í síni tíð kavari, men starvast nú sum sjálvstøðugur timburmaður. Spurdur um, hvussu ein fíggjar slíka ferð sigur 54 ára gamli Chris Duff:
- Eg havi ikki sponsorar. Tað er ov strævið at fáast við, tekur ov nógv tíð, og so koma teir oftast ikki við peningi, men útgerð. Og tað er eisini fínt, tí mær tørvar útgerð. Men eg royni hinvegin at arbeiða hart sum timburmaður millum ferðirnar og at vera sparin, tí so ber slíkt til.
Chris Duff leggur tó dent á, at hann er sera varin, og at tað ikki er vónin um at fáa adrenalinið at súsa, ið fær hann at gera slíkar ferðir. Hann hevur virðing fyri havinum og roynir at sleppa undan óneyðugum vandastøðum.
- Alt annað hevði verið býtt, sigur Chris Duff, sum eisini hugsar um konu sína, Lisu Markli, sum er heima í Port Angeles, og sum sjálvsagt hugsar um mann sín og hvussu tað gongst honum.
Veðurvindeyga
Nú bíðar Chris Duff í Vági, innan hann leggur leiðina norðeftir, og síðani út á hav aftur til Íslands.
- Tað fer væntandi at taka 7 8 dagar at rógva til Íslands, men nú bíði eg aftur eftir veðurvindeyganum, so líkndini ery tey heilt røttu, sigur Chris Duff, sum hevur samband við veðurmann og við myndugleikar, ið fylgja við á ferðini, og fáa at vita av og á, hvar hann er staddur.
- Um náttina havi eg eitt drívakker, sum seinkar bátinum, so hann ikki rekur ov langt, tí so eg fái hvílt eitt sindur. Annars havi eg VHF, telefon og annars vanliga neyðutgerð, sigur Chris Duff.
Hann hevur lagt til merkis grøna litin, ið eyðkennir Føroyar, og so eisini øll tey litríku húsini.
- Og fólk eru fitt og fyrikomandi her, sigur Chris Duff, sum á ferð síni fegin vil uppliva oyggjarnar, fólkið og mentanina, tí tað er eitt av høvuðsendamálunum við ferðini.
Til ber at lesa meira um Chris Duff og at fylgja net dagbók hansara á www.olypen.com/cduff