eftir hon var komin til Havnar at búgva, sat hon í nevndini í Kvinnufelagnum, og í 1989, tá ið stóra kvinnuráðstevnan var í Oslo, var Edith við í ferðalagnum. - Størsta uppgávan øll árini, eg var virkin í [...] og hálvt annað ár seinni aftur ein son. Tá tann yngri var tveir mánaðir gamal, doyði maður mín av blóðkrabba. Tað var hart, ikki minst tí, at eg slapp ikki heim til Føroya. Eg hevði tó systur mína har [...] Norðurlandahúsinum var ?67 ár og hvat so??. Á fundinum førdu fleiri fram, at virðingin fyri tí einstaka fer, tá ið ein verður 67 ár. Frá at hava verið virkin í samfelagslívinum, verður ein viðskiftafólk uttan
arbeiði og skúla. Hetta var ikki tónleikur, sum varð góðkendur av teimum vaksnu hesa tíðina, men seinni fekk hendan rockoperan eisini pláss í kirkjuni, og er í dag ein klassikari. - Hetta er eitt tað fyrsta [...] Folkhögskolan í svenska býnum Kungälv. Her hitti hann ein annan klaksvíking, nevnliga Hanus G. Johansen. - Eg visti sjálvandi hvør hann var; hann var jú kendur í býarmyndini Klaksvík, men vit høvdu ikki [...] Andrias hevur í nøkur ár búð í Noregi. Hetta seinasta árið hava hann, sambúgvin Karin og sonurin Janus, verið í Bø í suður-norska fylkinum Telemark. Hetta er ein sera vakur partur av Noregi. Nógv trø,
Pooh-bókunum komin á føroyskum, og týðarin er tann sami. Enski høvundurin Alan Alexander Milne (1882-1956) var longu kendur sum høvundur av skemtiligum tekstum og sjónleikum, tá ið hann í 1926 gav út ?Winnie the [...] Pumm-bókunum, sum skjótt gjørdust alheimskendar. Seinni vildi Christopher Robin Milne vera við, at tað var í ólukkumáta, og at bøkurnar hjá pápanum høvdu gjørt honum fortreð alt lívið. Í endurminningum sigur [...] norður. Men tað gera vit, lesararnir, ikki, tí tað er á sjáldsaman hátt eydnast høvundinum at skriva ein tekst, sum bæði børn og vaksin hava fragd av at lesa. Palli Pumm (bjørn), Purkil (grísur), Asnar (esil)
løgunum. Kanksa er hetta ikki heilt av leið, tí ein maður, ið kann siga, at havið ikki skilir, men knýtir saman, hann hevur sæð meira enn tey flestu og eigur lætt sinnalag, tykir mær. Jógvan fer brátt um [...] stundir at hugsa seg um og brátt var hann partur av nýbyrjaðu vísulinjuni, har Hanus G. Johansen eisini gekk. Hanus, sum Jógvan kendi frá sangi á posthústrappuni í Klaksvík. Hetta skeið setti veruliga ferð á [...] og eru lík, men meira stoltleiki er í norðmonnum, men Jógvan hevur tær royndir, at kemur ein fyrst innum, so er ein hjartaliga vælkomin. Hann hevur ta hugsan, at danir eru opnari enn norðmenn. Eisini londini
Við sær á ferðini til Danmarkar hevði Stanley Sangbók Føroya Fólks. Hetta var honum mikil troyst, tá longsul kom á hann. Men hann dugdi ikki løgini til allar sangirnar, og tí settist hann at smíða løg [...] væl til stílin. Ein eitt sindur ráð, men kensluborin rødd og so framúr guitarspælið. Um eg kundi kvøðið hjá Janusi kenna mong frammanundan. Og lagið er eisini millum tey bestu á fløguni. Ein framúr guitarleikari [...] heim til Føroya. Ein vísufløga, ið óivað hevur eina breiða lurtarafjøld, tí løgini falla væl. Góðskan er í lagið, hóast tikið er upp í heimastudio hjá einum vinmanni. Tøknin er so góð í dag, at meira krevst
vinkulbygdu húsini er litríkari enn so. Her stendur ein rustað DBS-súkkla, kringsett av deymandi oljudunkum, og móti dimmgrønu húsagrundini stendur ein tómur kaggi. Kortini er ongin vandi fyri hunguri í [...] «, í staðin fyri at siga »til óvana«. Hetta er smábarnamál, sigur Jóannes algoystur. Eftir hansara tykki er málpolitikkur ikki til í fjølmiðlunum, og kemur hetta til sjóndar á hvørjum degi. »Setið málkøn [...] vánaligt. Málburðurin er út av lagi, og ofta kemur bland í hugtøk og orðafelli á ein slíkan hátt, at tú skammast. Eg minnist ein at hava skrivað nakað soleiðis: »?og miðvøllurin sveik í eyr og seyr?«. Her er
tí at so nógvur seyður var úti, spurdi hann um menn ikki vildu liggja úti í oynni um náttina, so teir kundu roynt at reka aftur sunnudagin, tí veðurtíðindini vóru framvegis góð. ? Tað vóru teir allarflestu [...] innaftur. Talan var um avbygdafólkið og onkran eldri mann, sum fóru innaftur. Eliesar Poulsen sigur, at sostatt vóru teir 25 mans eftir í oynni. Teir sendu so boð inn til lands at fáa ein instalering út [...] Umstøðurnar at gista í Oynni eru góðar, tí har er hús at vera í. ? Hóast tað var eitt sindur kalt, og svøvnur varð lítil, var tað bara heilt hugnaligt í Oynni hesa náttina. ? Vit høvdu fingið ov mikið út
tíðindini eru ikki sonn. Hetta segði Jens Martin Knudsen, og hann undraði seg yvir, at hetta var likið út: ? Tað er rætt, at eg havi havt samráðingar við ÍBV, men tað var í trúnaði, og tað var avrátt, at einki [...] Einar Einarsson vera venjari. Hann var fyrra partin av farna kappingarárinum venjari í KA á Akureyri, men hann legði frá sær í summarsteðginum. At Jens Martin fer at hava ein venjara afturat sær ger, at tað [...] skjótt í íslendskum fótbólti og ikki minni í íslendsku pressuni, tað var sjón fyri søgn í vikuskiftinum. ÍBV og pressan keyptu Sunnudagin var Jens Martin Knudsen rættuliga í skotlinjuni. Í tíðindasendingini
hilnaðist betri var, at teir høvdu ikki nóg góðar álopsspælarar, og tað er tann partin av liðnum, sum teir nú styrkja um. Umframt Una Arge hava teir keypt tveir aðrar álopsspælarar. Annar teirra var í ár toppskjútti [...] nakrar málmøguleikar, so var ofta neyðugt at syrgja fyri teimum sjálvur. Umframt lønarliga so síggi eg flytingina til Akranesar eisini ítróttarliga at vera eitt stig rætta vegin. Hetta sigur Uni Arge, sum [...] við frágreiðingar um undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði, var við í Føroyum, sigur nakað um, at teir í Akranesi ganga høgt upp í fótbóltin: ? Mær kemur tað fyri sum í Klaksvík. Allur býurin stendur saman
úr New Orleans til Føroya. Hann er ein av oddamonnunum í Murphey Oil, sum sær stórar møguleikar á Atlantsmótinum. -Vit vóna, at úrslitini við Føroyar verða eins góð og tey í Norðsjónum. Vit síggja tí fram [...] umboðum fyri Oljumálastýrið og hittu teir eisini Høgna Hoydal, landsstýrismann við ein døgurða. Eyðun Elltør, oljumálaráðharri var burturstæddur, og vildu útlendsku oljustjórarnir fegnir hitta annað umboð fyri [...] Føroyum. Tá Sosialurin eftir almennu vitjanina hitti umboðini fyri tey trý oljufeløgini var hýrurin góður. -Vit hava havt ein sera góðan fund við fólk frá Oljumálastýrinum. Tað er okkara varhugi, at tað gongur