Jens Martin verður venjari í Leiftri

Fótbóltur: Landsliðsmálverjin avsannar tíðindini, sum íslendska pressan sunnukvøldið bar um, at Jens Martin skal verja málið hjá ÍBV

Jens Martin Knudsen hevur mangan verið í miðdeplinum, og nú hevur hann aftur stolið yvirskriftirnar. Í gjár váttaði formaðurin í Leiftri, at Jens Martin Knudsen tey bæði komandi árini skal vera spælandi venjari í Leiftri, sum hann hevur spælt við tey bæði seinastu árini.

Saman við Jens Martini skal Einar Einarsson vera venjari. Hann var fyrra partin av farna kappingarárinum venjari í KA á Akureyri, men hann legði frá sær í summarsteðginum. At Jens Martin fer at hava ein venjara afturat sær ger, at tað fer at bera til hjá honum at spæla við, og tað ger eisini, at hann framvegis fer at vera tøkur á landsliðnum.

Sáttmálin millum Jens Martin Knudsen og Leiftur verður ikki undirskrivaður fyrrenn í vikuskiftinum. Og so fæst at síggja, um hetta verður veruleiki, ella um okkurt annað fer at stinga seg upp. Vit hava skilt, at okkurt annað felag er áhugað í at fáa Jens Martin á lønarlistan. At tað kann ganga skjótt í íslendskum fótbólti og ikki minni í íslendsku pressuni, tað var sjón fyri søgn í vikuskiftinum.


ÍBV og

pressan keyptu

Sunnudagin var Jens Martin Knudsen rættuliga í skotlinjuni. Í tíðindasendingini hjá sjónvarpinum, og á internet síðunum hjá bæði Morgunblaðnum og Dagblaðnum Vísir vóru tíðindini borin um, at Jens Martin Knudsen hevði skrivað tvey ára sáttmála við felagið hjá Allani Mørkøre.

Men tá Sosialurin ringdi til Gøtu fyri at ynskja málverjanum tillukku við nýggja sáttmálanum, skilti hann einki:

? Tá tit siga, at hatta eru tíðindi í íslendsku pressuni, so trúgvi eg tykkum, men samstundis má eg undirstrikað, at tíðindini eru ikki sonn.

Hetta segði Jens Martin Knudsen, og hann undraði seg yvir, at hetta var likið út:

? Tað er rætt, at eg havi havt samráðingar við ÍBV, men tað var í trúnaði, og tað var avrátt, at einki skuldi sigast um hetta, fyrrenn vit høvdu skrivað undir. Nú tá eg skilji, at onkur hevur likið har yviri, kann eg gott siga tykkum, at teir sendu mær uppskot til sáttmála, sum teir høvdu undirskrivað. Men eg havi ikki skrivað undir, og í kvøld (sunnukvøldið, blm.) havi eg tikið avgerð um at taka av einum øðrum tilboði, og tað havi eg longu boðað ÍBV frá.


Framúr avtala

Jens Martin Knudsen sigur, at hann hevur havt samráðingar við fleiri feløg. Málverjin vil ikki siga okkum, at hann hevur gjørt sáttmála við Leiftur, men hann dylur ikki, at hann er nøgdur við avtaluna, sum hann hevur avgjørt at skriva undir:

? Eg fari at skriva undir sáttmálan komandi vikuskifti, og tá verður almannakunngjørt, hvar eg skal spæla. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg eri stak væl nøgdur við tað, sum eg fari at skriva undir uppá. Avtalan er so mikið góð, at um eg skuldi havt møguleika at fingið tað sama sum spælari í onkrum øðrum norðurlendskum felagi, so hevði tað ikki verið langt av leið, at tað hevði verið á Rosenborg støðinum, sigur Jens Martin Knudsen. Rosenborg úr Tróndheimi er besta fótbóltsfelagið í Norðurlondum. Góðu úrslitini í europeisku meistarakappingini hava havt við sær, at teir rinda lønir, sum í miðal eru hægri, enn nakað annað felag í Norðurlondum megnar.