Uni skal gera Akranes til meistara

Fótbóltur: Landsliðsmaðurin roknar við, at tað verður hugaligari at vera álopsspælari í ÍA, enn tað hevur verið í Leiftri

Uni Arge hevur gjørt upp við seg sjálvan. Hann hevur valt at fara til Íslands at spæla fótbólt í hvussu so er í tvey ár afturat. Leygardagin varð sáttmáli undirskrivaður í Havnini ímillum føroyska landsliðsmannin og bóltfelagið í Akranesi, ÍA. Uni Arge, sum er 28 ára gamal, sigur, at talan er ikki um sáttmála, sum figgjarliga tryggjar alla framtíð hjá honum, men at talan er um sáttmála, sum ber eitt gott íkast við sær til framtíðina, tá Uni eina ferð flytir aftur til Føroya.

Í ár endaði Akranes á fjórða plássinum í landskappingini. Teir halda sjálvir, at høvuðsorsøkin til at tað eftir teirra mátialin ikki hilnaðist betri var, at teir høvdu ikki nóg góðar álopsspælarar, og tað er tann partin av liðnum, sum teir nú styrkja um. Umframt Una Arge hava teir keypt tveir aðrar álopsspælarar. Annar teirra var í ár toppskjútti í næstbestu deildini.

? Eg gleði meg til at spæla við ÍA. Hjá teimum er bara tað besta nóg gott. Teir spæla álopsrættað, og tí rokni eg við, at tað verður lættari at savna seg um uppgávuna at gera mál. Í Leiftri vóru vit ofta undir trýsti, og um tú skuldi fáa nakrar málmøguleikar, so var ofta neyðugt at syrgja fyri teimum sjálvur. Umframt lønarliga so síggi eg flytingina til Akranesar eisini ítróttarliga at vera eitt stig rætta vegin.

Hetta sigur Uni Arge, sum leygardagin samráddist við Smára Guðjónsson, formann í ÍA, og Gísla Gíslason, býarstjóra á Akureyri. At býarstjórin, sum nógvir føroyingar hava hitt í sam-bandi við frágreiðingar um undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði, var við í Føroyum, sigur nakað um, at teir í Akranesi ganga høgt upp í fótbóltin:

? Mær kemur tað fyri sum í Klaksvík. Allur býurin stendur saman um fótbóltsliðið. Um tað gongur gott í fótbóltinum, so er lagið gott í Akranesi, og um tað gongur minni gott, so ávirkar tað sjálvsagt lagið hinvegin, sigur Uni Arge.

Uni Arge fer yvir til Íslands í mars, og hann verður har yviri til kappingin er liðug í september.


Venjarin

ÍA stóð seg ikki væl fyrstu umførini í landskappingini í ár. So gekk betur, og at teir komu í steypafinaluna, sum teir taptu ímóti meistaraliðnum KR, hevur við sær, at teir komandi ár fara at spæla í UEFA Cup.

ÍA hevur fyri stuttum gjørt sáttmála við nýggjan venjara. Trý tey næstu árini skal Ólafur Þórdarson hava ábyrgdina av liðnum. Hann var í ár venjari hjá Fylkir, sum í stórum stíli vann næstbestu deildina. Ólafur verður mettur at vera ein tann besti venjarin í Íslandi.

Hann er beiggi Teitur Þórdarson, sum er venjari hjá estlendska landsliðnum. Ólafur Þórdarson hevur spælt 72 landsdystir, og tað var leingi metið í Íslandi. Tá føroyingar 2. juli í 1995 taptu 2?0 í Neskaupsstaði, var nýggi venjarin hjá Una Arge í miðverjuni hjá íslendingum. Hann umboðaði Akranes, og eftir átta minuttir skoraði hann fyrra íslendska málið. Uni Arge var ikki við ta ferðina, tí hann hevði trupulleikar við lærkrikanum.


Søgan

Akranes hevur vunnið nítjan meistaraskarpir og tað er næstflest í Íslandi. KR er fremst við 21 meistaraskapum. ÍA var síðst meistari í 1996. Teir vunnu meistaraskapin øll árini frá 1992 og fram til 1996, tá teir eisini vóru steypavinnarar.

Onkra staðni millum 50 og 60 íslendskir fótbóltsspælarar royna seg uttanlands, og tað verður sagt, at eitt heilt lið úr Akranesi spælir uttanfyri landoddarnar. Millum hesar eru teir tríggir synirnir hjá landsliðsvenjaranum, Guðjón Þórdarson, sum spæla í belgiska felagnum Racing Genk.

Tá teir í Akranesi minnast aftur á bestu avrikini í altjóða fótbólti, hugsa teir m.a. um 1983, tá teir á heimavølli megnaðu 1?1 ímóti Aberdeen, sum hevði Alex Ferguson sum venjara. Skotska liðið vann 3?1 á heimavølli ímóti Akranesi, og seinni í tí kappingarárinum vunnu teir Europa Cup.

Nú vilja teir í fótbóltsfelagnum, býráðnum, vinnulívinum og alla aðra staðni í Akranesi, at teirra lið aftur skal vinna meistaraskapin og standa seg væl í Europa, og tað er tí, at teir hava sett nýggjan venjara og millum aðrar hava keypt Una Arge, sum teir rokna við skal hjálpa til við málskjótingini.