Fingu bara hendur á helvtini av seyðinum

Hvalbingar høvdu tveir strævnar dagar í Lítlu Dímum seinasta vikuskiftið. Seyðurin er nú so styggur, at hann leypir beint á fólk.

Seinasta vikuskiftið vóru hvalbingar í Lítlu Dímun eftir slakti.

Men tað gekk illa í hond, tí teir fingu ikki fatur á meiri enn gott helvtini av seyðinum, hóast teir róku fleiri ferðir.

Teir fóru av Hvalba tíðliga leygarmorgunin, áðrenn tað varð blivið ljóst og í lýsingini fóru teir upp í Oynna, sum Lítlu Dímun verður nevnd í dagligari talu.

Eliesar Poulsen, sum er formaður í Lítlu Dímun, sigur, at teir vóru 32 mans við uppi í Oynni.

? Tað er í minna lagi. Av teimum 32 monnunum, vóru harafturat einir fimm, seks ungir dreingir, sum vóru í Oynni fyri fyrstu ferð.

? Ikki tað, teir eru avbera raskir at reka, men royndirnar vænta. Men tað fer at koma...

Lítlu Dímun er 24 gyllin, og gamalt er, at tað skula helst verða tveir mans uppá gyllinina.

? Í øllum førum skulu tað ikki vera færri enn 40 mans um heystið, sigur Eliesar Poulsen.

Eliesar Poulsen heldur ikki, at áhugin fyri Oynni er minkandi.

? Hetta er tað sama talið á rakstrarmonnum, sum hevur verið nú í fleiri ár.

Hann sigur eisini, at nú er so langt útliðið, at nakrir mans, sum plagdu at vera við, eru farnir aftur til skips.

Men so eru eisini nakrir ungdómar lagstir afturat.

Harafturat er eisini altíð onkrir mans við aðrastaðni frá, bara fyri at fáa upplivilsi. Hesuferð vóru teir einir fýra-fimm í tali.

Hóast tað var seint hesuferð, hevur tað onkuntíð verið seinni.

Tí tað fyrsta árið, húsið varð komið, í 1994, fóru teir í Oynna 27. oktober og tá gistu teir eisini.


Gekk illa í hond

Eliesar Poulsen sigur, at tað gekk sera illa i hond at reka leygardagin.

? Vit fingu bara um 100 seyðir í rætt. Sostatt vóru einir 235-240 seyðir úti eftir.

?Hóast teir royndu tríggjar ferðir, eydnaðist eitt nú bara at fáa 12 seyðir av fylginum Vesturi á Oyggj, sum annars telur einir 60 seyðir

? Av teimum 100 seyðunum, teir fingu í rætt, tóku teir bara 68 seyðir at slakta.

Formaðurin sigur, at av tí at so nógvur seyður var úti, spurdi hann um menn ikki vildu liggja úti í oynni um náttina, so teir kundu roynt at reka aftur sunnudagin, tí veðurtíðindini vóru framvegis góð.

? Tað vóru teir allarflestu sinnaðir til. Men sjey mans vildu sleppa innaftur.

Talan var um avbygdafólkið og onkran eldri mann, sum fóru innaftur.

Eliesar Poulsen sigur, at sostatt vóru teir 25 mans eftir í oynni.

Teir sendu so boð inn til lands at fáa ein instalering út í oynna við soviposum, heitum klæðum og øðrum, sum teir kundu hugsast at fáa brúk fyri.

Umstøðurnar at gista í Oynni eru góðar, tí har er hús at vera í.

? Hóast tað var eitt sindur kalt, og svøvnur varð lítil, var tað bara heilt hugnaligt í Oynni hesa náttina.

? Vit høvdu fingið ov mikið út av øllum góðum og vit flettu eisini seyð, so vit fingu gott at eta, sigur formaðurin.

Hann sigur, at tá ið tað varð avgjørt at gista um náttina, gjørdu teir av at taka tann seyðin í bátin, sum ætlanin var at taka, av tí, sum komið í rættina.

Tá fóru teir einaferð afturat eftir fylginum Vesturi á Oyggj.

Men hesuferð royndu teir ikki at reka tað í rættina, men í eina gjógv niðri í Nevinum, har tað er gamalt at taka vargaseyð.

?Vit tuskaðust leingi við tí, men loksins eydnaðist tað tað at fáa 28 seyðir niður í gjónna, og hann varð so allur tikin.

Sostatt kundi báturin fara aftur til Hvalbiar um kvøldið við næstan 100 seyðum.

40 dagin eftir

Eliesar sigur, at teir tørnaðu til aftur sunnumorgunin klokkan átta, tá ið teir royndu at reka Oynna av nýggjum.

? Tá var nógvur mjørki og tað gjørdi fortreð. Kortini gekk tað hampiligt ar reka.

Av teimum gott 200 seyðunum, sum vóru úti eftir, eydnaðist tað at fáa 87 í rættina. Av teimum, tóku teir gott 50 seyðir inn at slakta.

Sostatt hava eini 130 seyðir verið úti eftir, alt í alt, sum tað ongantíð eydnaðist at fáa fatur á, hóast roynt var fleiri ferðir í tveir dagar.


Sleppa ikki at taka av

Eliesar Poulsen sigur, at tað skerst ikki burtur, at talan var um tveir strævnar dagar. Men tað loysti seg kortini at royna aftur sunnudagin.

? Gjørdu vit ikki tað. blivu vit berir, tí so fingu vit ikki meiri enn tríggjar seyðir uppá gyllina, og tað hevði verið vánaligt.

Hann sigur, at seyðurin í Oynni er ómetaliga torførur at hava við at gera, tí hann er blivin so styggur.

? Nógv av tí er vargur og hann letur seg ikki reka, tí han leypir beint á fólk, og tvørturyvir fólki, um tað skal vera. Og tað ringasta er, at vargurin blívur við at draga at sær.

Einaferð royndur teir at hava hund við, men tað gjørdi ikki mun.

Eliesar Poulsen sigur, at teir hava í fleiri ár søkt um at fáa loyvi til at føra seyð út í Oynna, um teir tóru alt av, fyri at sleppa undan varginum.

? Men tað er sýtt okkum hvørja ferð, tí av vanda fyri sjúku, er tað ikki loyvt at føra seyð ímillum oyggjarnar, uttan til slakt.

Annars heldur hann, at Oyggin er hampilga væl fyri, hóas teir mistu heilt nógva seyð í kavanum í fyrrárið.

Hann metir, at tað eru einir 230-250 ærseyðir seyðir á henni nú.

Teir gomlu royndu at hava 270-300 seyðir í Oynni.


Fingu 21.000 krónur

Eliesar Poulsen sigur, at hesuferð tóku teir tilsamans 152 seyðir.

? Teir tóku fimm seyðir uppá gyllina og tað er ikki so galið.

20 seyðir og tvey ærskrov vóru seld av seyði, sum mátti flettast beinanvegin.

Alt varð selt á uppboði. Lombini lógu frá 600 krónur upp í 900 krónur hvørt og veðrarnir fóru fyri ímillum 1.800 og 3.200 krónur

Tey bæði krovini vigaðu ávikavist 47 og 56 pund. Tað størra fór fyri 2.500 krónur, hitt minna fór nakað bíligari.

So tilsamans fekk oyggin 21.000 krónur burturúr.Slaktið var brúkiligt. Teir fingu um 80 pund uppá hvørja hálva gyllin og tað er eisini nokk so vanligt.