Fløguummæli: Jógvan Andrias Joensen gav fyri nøkrum vikum síðani út vísufløguna Soleiðis Saman.
Áður hava vit hoyrt hann á Amnestyfløguni, og hann er eisini partur hópinum, ið var um bólkin Frændur. Hann er at hoyra á onkrari fløgu hjá teimum og á solo fløguni hjá Eyðun.
Fløguhúsin hjá Jógvani er settur saman av 9 málningum eftir frálíka listamannin og bygdamann Jógvans, Archie Black úr Klaksvík.
Hvørt ár leita føroyingar sær á háskúla í Kungälv. í 1987 vóru vit 4. Jógvan byrjaði á umhvørvislinjuni, men ymsar umstøður har gjørdu, at hann fekk stundir at hugsa seg um og brátt var hann partur av nýbyrjaðu vísulinjuni, har Hanus G. Johansen eisini gekk. Hanus, sum Jógvan kendi frá sangi á posthústrappuni í Klaksvík.
Hetta skeið setti veruliga ferð á hjá teimum báðum. Síðani hava teir sungið og ferðast saman, og hava samstarvað um tónasmíð.
Jógvan Andrias hevði valt rætt, kom á røttu hill, tá hann valdi vísulinjuna.. Tað merktist skjótt og nýggja vísufløgan er sett saman av vísum, ið eru skrivaðar seinastu 10 árini.
Jógvan býr í dag í Noreg. Hann sigur seg altíð hava hildið av fólkinum har. Sum barn hoyrdi hann nógv norskt útvarp, og hóast hann ikki gjørdist sjómaður, so hevur hann hildið somu leið, sum mangir teirra.
Hann metir norska fólkið hava áhuga fyri føroyskum máli og mentan. Bæði fólkini búgva við sjógv og eru lík, men meira stoltleiki er í norðmonnum, men Jógvan hevur tær royndir, at kemur ein fyrst innum, so er ein hjartaliga vælkomin.
Hann hevur ta hugsan, at danir eru opnari enn norðmenn. Eisini londini eru ólík. Í Danmark er einki, ið steðgar vindinum, og fólkið er opið. Men danir hava kanska ikki sama nærleika, sum t.d. norðmenn.
Á fløguni hevur Jógvan norskar tónleikarar og føroyingin Edvard Nyholm Debess. Upptøkan fór fram í Klaksvík.
Sum heild ein væleydnað vísufløga, har guitarin er akker.
Hoast ólikir í rødd, so hómast kanska Hanus onkrastaðni. Í onkrum føri er tað upplagt, tí hann eigur 2 løg og syngur eisini við á einum lag.
Men Jógvan hevur egnan stíl, bæði í orðum og løgum. Hóast álvarsamt til tíðir, so tykist eitt lætt lyndi at liggja og lúra í løgunum.
Kanksa er hetta ikki heilt av leið, tí ein maður, ið kann siga, at havið ikki skilir, men knýtir saman, hann hevur sæð meira enn tey flestu og eigur lætt sinnalag, tykir mær.
Jógvan fer brátt um eitt horn, hann fyllir 40. Løtan var tann rætta nú at gera fløguna, segði Jógvan á tíðindafundi fyri nøkrum vikum síðani. Og hann tykist hava rætt. Her er ikki nógv at seta fingurin á. Lætt og gott hugrák til vísuhugað.
Eitt virðiligt umboð fyri føroyskan vísusang, sum eisini komandi mánaðirnar skal hava konsertir fyri norðmonnum. Gott!