Kvøð tú endiliga, Stanley!!

Fløguummæli: Fyri góðari viku síðani kom Stanley Samuelsen við fløgu, har hann hevur sett løg til yrkingar eftir okkara kendastu yrkjarar. Stanley er úr Fuglafirði, men er útiseti. Síðani 1970 hevur hann búð í Danmark.

Við sær á ferðini til Danmarkar hevði Stanley Sangbók Føroya Fólks. Hetta var honum mikil troyst, tá longsul kom á hann. Men hann dugdi ikki løgini til allar sangirnar, og tí settist hann at smíða løg til yrkingar hjá Djurhuus brøðrunum, Poul F. Joensen og Mikkjal á Ryggi.

Sjálvur sigur Stanley í samrøðu við Sosialin fyri viku síðani, at orðini hjá Janusi Djurhuus vóru so mergjað, at løgini næstan skrivaðu seg sjálvi.

Leingi hevur verið bíðað eftir fløguni. Bæði her heima og aðrastaðni, tí Stanley er seinnu árini rættiliga komin fyri seg í norðurlendskum vísuhøpi.

Tað má sigast Stanley til rós, at hann við hepnari hond hevur sett løg til kendar yrkjarar. Og í samsvari við tað, ið Stanley hevur sagt, so tykir mær, at yrkingarnar hjá Janusi koma til sín rætt. Her hevur Stanley sett løg til við hepnari hond. Men eisini Poul F. riggar, og í veruleikanum er einki lag, sum átti at verið nakað øðrvísi, enn tað er.

Men Janus og Poul hóska væl til stílin. Ein eitt sindur ráð, men kensluborin rødd og so framúr guitarspælið.

Um eg kundi kvøðið hjá Janusi kenna mong frammanundan. Og lagið er eisini millum tey bestu á fløguni.

Ein framúr guitarleikari, sum við innarligum kenslum hevur latið sínar kenslur í hóskandi tónar, tá hann einsemiskvøld hevur latið hugan reikað heim til Føroya.

Ein vísufløga, ið óivað hevur eina breiða lurtarafjøld, tí løgini falla væl. Góðskan er í lagið, hóast tikið er upp í heimastudio hjá einum vinmanni. Tøknin er so góð í dag, at meira krevst ikki. Ljóðførini eru heldur ikki so mong.

Framúr væl frágingið og væntandi ein fløga, ið verður at hoyra í útvarpi, men eisini sangir, ið eiga heimarætt, tá fólk koma saman og hugur er at kvøða eitt lag.

Um eg kundi kvøðið. Stanley hevur prógvað, at í so máta hevur hann ongar trupulleikar, so halt endiliga fram!