Høgni Mohr
Í 35 ár var hann lærari í føroyskum, 25 teirra á Sjómansskúlanum. Hann fór úr starvi á nýggjárinum, og tekst nú við at týða m. a. sjóvinnu- og oljulógir fyri føroysku landsumsitingina. Harumframt lesur hann rættlestur í onkrari skaldsøgu. Føroyskt var hansara lív og breyð í arbeiðsárum, men nýklakti pensjónisturin sleppur ikki undan rættaraleikluti sínum. Tað er tí Sosialurin vitjar hann í dag.
Vit eru stødd í Grønulíð 10 í Tórshavn, har hjúnini Jóannes og Óluva Skaale húsast. Í túninum stendur grái Mercedes 190 bilurin, men hann man kenna seg einsamallan, tí úrvalið í túninum, sum randar stóru vinkulbygdu húsini, er litríkari enn so. Her stendur ein rustað DBS-súkkla, kringsett av deymandi oljudunkum, og móti dimmgrønu húsagrundini stendur ein tómur kaggi. Kortini er ongin vandi fyri hunguri í Grønulíð, tí undir trappuni hanga einar fjøruti greipur av væl turkaðum seiði.
Triðja flutningstólið í túninum hjá Skaale-familjuni er eitt prutl. Og hetta er kanska frægasta ímyndin av harranum í húsinum. Talan er um eina trummandi og væltrekkjandi Puch Rider Macho við góðari tendring.
Og Jóannes Skaale er kveiktur og til reiðar við niðurskrivaðum dømum um málsliga fávitsku í somu løtu, vit báðir myndamaðurin, trína innar.
? Eg las herfyri, at »menn doyggja áðrenn teir fylla, og konur eftir at tær eru fyltar«. Fyltan lunda havi eg fingið, men ongantíð fylt konufólk, leggur hann skemtandi fyri áðrenn vit sessast í stovuni.
Undir myndatøkuni físir Jóannes skemtandi at hann átti at verðið avmyndaður við grindaknívi, so fólk sóu, hvussu óður hann er.
Hvørjumfallssjúkan
Málburðurin í føroysku fjølmiðlunum fær av at vita í stovuni hjá teimum báðum, Jóannesi og Óluvu, ið sambært Jóannesi sjálvum nú eru best kend sum foreldrini hjá Esmari Eysturoy, í veruleikanum Sjúrði Skaale.
? Fjølmiðlafólk duga ikki at fáast við fyrisetingar, og dømini um skeivar fyrisetingar eru óteljandi. »Landið skuldi gjalda studningin fyri skúlan«. Setningurin sigur, at skúlin skal gjalda studningin, men tað er neyvan veruleiki.
? Bart út sagt er onki skil er á fyrisetingunum í fjølmiðlamálinum. Vit sóu øll Sigurð Joensen, sála verða endursendan í Bestubitum í SvF herfyri. Hann tosaði um hvønnfallssjúkuna. Føroyski fjølmiðlaheimurin og serliga Útvarpið hevur nú fingið hvørjumfallssjúkuna. Og hon nívir! Tað tykist, sum ongin kennir annað enn hvørjumfall og harvið onga aðra fyriseting, enn fyri í Sortudíki. Eitt dømi: »Fyritøkur hava fingið fyri óvana at?«, í staðin fyri at siga »til óvana«. Hetta er smábarnamál, sigur Jóannes algoystur. Eftir hansara tykki er málpolitikkur ikki til í fjølmiðlunum, og kemur hetta til sjóndar á hvørjum degi.
»Setið málkøn í starv«
Jóannes Skaale lurtar sum flestu føroyingar eftir Útvarpinum fleiri tímar um dagin, og málfrøðiliga niðurstøða hansara er púra greið.
? Málburðurin er á so lágum støði, at eg í roynd og veru ikki havi orð fyri tí. Hvørjumfall og hugtøk verða so tuskað til í Útvarpinum, at tú sjálvur ert farin at ivast í, hvat er rætt. Soleiðis gerast málspillur partur av málinum, sigur hann og leggur afturat, at húsfólkið mangan undrast yvir, at lurtitólið enn stendur heilt á stovuhyllini.
Máldómarin er heldur ikki í iva um, at tað gongur skeiva vegin við fullari ferð.
? Ongin talar at. Føroyskir fjølmiðlar hava slept takinum á málinum, júst sum danir, ið ongan málpolitikk hava. Útvarpið hevur størstu ábyrgdina í hesum máli, tí so nógv verður lurtað eftir tí, heldur Jóannes og mælir leiðsluni í Útvarpi Føroya til at seta fólk í starv at ráðgeva tíðindafólkum í málspurningum.
Útvarp Føroya fær kortini eisini rósandi orð frá Jóannesi, men hesi falla í andanum á afturhvarvinum.
? Útvarpið eigur t.d. heiðurin av, at mong orð, t.d. telda og tyrla, hava vunnið sær hevd millum fólk, sigur hann.
Jóannes Skaale hevur leingi hildið, at Sjónvarp Føroya hevur verið ein mun frægari enn Útvarpið. Kortini heldur hann nú, at Sjónvarpið hevur slept endanum, sum hann tekur til. Ávísir upplesarar í Sjónvarpinum fáa kortini rós fyri at vanda sær um mál og føll.
Skammast av bløðunum
Spurdur um hann heldur, at munur eigur at vera á málsligu krøvunum, sett verða loftmiðlum og bløðum, játtar Jóannes við tí grundgeving, at størri krøv eiga at verða sett til skriftmál enn talumál. Kortini við tí fyrivarni, at upplisnir tekstir í loftmiðlunum skulu vera eins málsliga borðbærir, og skrivaðir tekstir eiga at vera.
? Annars haldi eg, at føroysku bløðini bera brá av at vera gjørd í skundi, og hevur tú ikki eina ófatiliga góða føroyska barlast, so er skjótt at fara út av málsligu eggini, sigur Jóannes, sum eisini vendir máltummlinum niður eftir, nú prátið fellur á bløðini.
? Nógv av tí er ófatiliga vánaligt. Málburðurin er út av lagi, og ofta kemur bland í hugtøk og orðafelli á ein slíkan hátt, at tú skammast. Eg minnist ein at hava skrivað nakað soleiðis: »?og miðvøllurin sveik í eyr og seyr?«. Her er onki skil á hvørki falli ella hugtaki. Upprunaliga er talan um eitt ramligt føroyskt tiltak, sum eigur at ljóða soleiðis: Tað lekur í eyri og seyri. Sipað verður til okkurt, ið lekur ógvuliga illa?
Nú Jóannes hevur so avgjørdar hugsanir um føroyskan málburð, spurdu vit hann, hvussu málið skal loysast. Hvat er týdningarmiklast, umfevnandi tíðindaflutningur ella rættur málburður, og hvussu eigur at verða farið fram til tess at finna gylta millumvegin?
? Tíðindir, sigur tú? Tað er jú ítróttur frá permu til permu og tað, sum ikki er ítróttur, eru gráar og gular síður. Ov lítið er av tíðindum, tað er vist. Fiskiskapur, avreiðingar og annað, sum heldur landinum uppi, hvar eru tey tíðindini?, spyr Jóannes hugsunarsamur.
Vilji til bata
Hann viðgongur, at tá hann lesur bløðini, er tað hvørja ferð við málsligum rættaraeygum. Mangar ferðir verður gamli lærarin í føroyskum so uppøstur av vánaliga málburðinum, at Sosialar og Dimmur fara sendandi gjøgnum luftina.
? So frægt av tendring er tíbetur í mær enn, sigur hann, og minnist, at hann fyri stuttum ikki kom longur enn til forsíðuna á einum blaði, har yvirskriftin var, »Nú má bera ella bresta« (før: nú má røkka ella støkka!).
Spurdur, um hann hevði farið og arbeitt sum rættari á blaði, fer hann at ivast.
? Er hugur til tess á bløðunum, ljóðar tað áhugavert, men hinvegin; tað nyttar onki at leiða tað inn í kór, sum sjálvt vil í flór. Viljin skal vera millum teirra, ið skriva, sigur hann.
Ráðini frá Jóannesi til okkara, sum fáast við at skriva, eru m.a., at vit eiga at vanda okkum um føll og fyrisetingar, eins og vit eiga at nýta og endurgeva orðafelli og hugtøk rætt. Setningarnir eiga at verða styttir, og hetta ber sambært Jóannesi til at læra, verður hugt at føroysku sagnunum. Hann tekur eitt hugsað dømi:
»Óli búði í Sandvík. Hann var stórur og prúður, men ikki sagdur at vera vitur maður«.
? Her ber ikki til at fara skeivur. Ongar fyrisetingar at vevjast í, sum vanligt er í longum blaðsetningum. Heldur telegrammstíl enn at fara til stoks í einum setningi og síðani knappliga noyðast at seta eitt punktum til tess at fáa ondina aftur. Tað er sum at standa við línurulluna og fáa endan á kjaftin púra óvæntað. Tá stendur tú sum kánus, sigur Jóannes og smírist.
? M. a. hetta ber til at sleppa undan, um ein tímir at læra seg føroyskt, ljóða hyggjuráðini frá Jóannesi til føroysku fjølmiðlarnar.