toskastovnurin er mettur at vera oman fyri lívfrøðiliga minsta markið, men at veiðutrýstið er ov stórt. Tí verður mælt til at veiðutrýstið á toskastovnin verður skert. Fyri Føroya Banka verður mælt til sama veiðitrýst [...] veiðitrýst. Um hýsustovnin verður sagt, at hann er væl fyri og er væl oman fyri lívfrøðiliga minsta markið. - Upsastovnurin verður mettur at vera sera lítil og væl undir lívfrøðiliga minstamarkið. Hóast [...] Fiskirannsóknarstovan til, at fiskidagatalið hjá skipabólkunum, sum royna eftir upsa, verður minkað munandi. Harumframt verður mælt til at varðveita gýtingarfriðingarnar og at skipanin um, at skip kunnu trýfalda
ivast í, at tað er málið, bæði í talu og skrift, sum er mesta orsøkin til, at vit framvegis eru føroyingar. Og tað er at meta sum eitt rættiligt bragd, at føroyingurin gjøgnum tíðirnar hevur megnað at skapa [...] dettur sundur eisini, so er so skjótt, at sjálv mentanin fer sama veg. Tí eiga vit foreldur at taka í egnan barm, og vit eiga at gera okkara til, at børnini aftur fara at tosa eitt mál, sum hevur sínar røtur [...] ikki, at Føroyar skulu byggjast oman á húðaskógvamentanina, men flokkurin vil, at føroyska mentanin, sum í øldir hevur verið grundvøllurin hjá fólkinum, skal varðveitast og mennast. Tað er lítið at ivast
ymisk tiltøk at skránni fyri bæði børn og vaksin. So nógv, at illa bar til at taka lut í øllum. Saman við eini 30 øðrum valdu vit at fara við Jógvan Edmund á Geilini eystur á Hjalla at hyggja at tí tiltiknu [...] fingið hitan av at vera við í togtogan, kundi nú leita sær oman á støðna, har stóra bálið var við at verða tendrað, og Bjarni Jacobsen helt bálrøðuna. Summi vóri nú eisini so smátt farin at halda seg framat [...] út til Svínoyar, so onkur byrjaði at ivast í, hvussu stevnan mundi fara at eydnast. - Veðrið fáa svínoyingar neyvan gjørt nakað við, men teir fara í øllum førum ikki at lata tykkum ganga svong harúti, helt
heldur, at tað er rættast at byrja í toppinum og at leggja aðalráðini saman, so at vit fáa eina minni umisiting og færri landsstýrisfólk. Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at klippa oman av almennu [...] Kortini ásannar Jørgen Niclasen, at tað, sum mest verður tosað um nú, er, at vit skulu hava seks aðalráð og seks landsstýrisfólk. Men undir øllum umstøðum skal skipanin vera so, at løgmaður eisini umsitur fíggjarmál [...] skipast. - Eg sakni, at tað er betri skil í. Og fyri at bøta um tað, heldur Jørgen Niclasen í hvussu so er, at tann, sum situr í landsins hægsta embæti, løgmanssessinum, skal eisini at sita á kassanum. -
álvarsamt, at aðrir stjórar høvdu allarhelst pakkað saman, um teir fingu at vita, at nevndin ikki hevði álit á teimum. Hinvegin kann hugsast, at Klæmint Weihe heldur grundgevingarnar fyri uppsøgnina vera so órættvísa [...] hevur ikki gingið sum oman eftir ánni at fremja hesar í verki. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at allir partar ikki eru nøgdir. Ein annar partar í øllum hesum hurlivasanum var, at stjórin fór frá sum [...] Hinvegin skulu vit bara staðfesta, at tað er harmiligt, at eitt slíkt persónligt mál verður viðgjørt almennt. Helst tí at 20 umboð fyri Tórshavnar kommunu verða kallað til fundar at umrøða málið. Sum fjølmiðil
seg ikki ført fyri at geva ein nóg lágan prís til tess at kunna bera bløðini út allar dagar og haraftrat um kvøldið. Oman í hetta kemur so avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa ætlanini at gera Postverkið [...] SÍÐANI er tað hent, at bløðini hava roynt at byggja upp sína egnu útbering av leygardagsblaðnum men fyri at fáa hesa útbering niður á eina rímuliga príslegu verður umhugsað at stovna felag, sum burturav [...] demokratiinum. TAÐ skal vera vón okkara, at ikki minst løgmaður sum miðlanna ráðharri sær til, at umstøðurnar fyri at bera út bløðini kring alt landið, koma aftur í eina rímuliga og trygga legu.
Høgni Mikkelsen eftir øllum at døma letur verða við at nevna í lesarabrævinum. Vanligt er, at Tórshavnar kommuna tryggjar sær, at borgarar á bíðilistanum hjá kommununi fáa rætt at keypa, tá almenn ella kommunal [...] at tey mongu, ið upplivdu trupulleikar av gomlu reglugerðini, kunnu fegnast um at fáa eina broytta og betraða reglugerð. Tað er í størstan mun fyri at sýna borgarunum virðing, at reglugerðin verður broytt [...] útlutan av randarhúsum og íbúðum til syndabukk. Her er vert at leggja aftrat, at tá Pf. Høgni Mikkelsen fyri fáum árum síðani bygdi íbúðir oman fyri Berjabrekku, var tað eftir júst somu treytum, sum nú verður
staðfestir, at »Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal viðkomandi hava loyvisbræv frá FSF«. Triða petti í somu grein, staðfestir, at »Tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta [...] bæði vórðu dømd at tapa sínamillum dystin fyrr í ár, soleiðis at hvørgin teirra kom víðari í kappingini. Spæliloyvi er grundleggjandi Tað er valla nakar, sum vil ákæra HB fyri, at teir við at nýta Páll M. [...] mælti frá, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dystir sínar. Ta ferðina valdi Kappingarnevndin tó at leggja málið fyri Starvsnevndina til støðutakan. Hetta tí málið var somikið prinsipielt, at nevndin hóast
tingfólk skulu hava trupulleikar at sameina arbeiði við familjulív, sigur Jóhan Dahl. Suðuroy kann arga Hann sigur, at tað serliga eru kvinnuligu tinglimirnir, sum vilja vera við, at tingarbeiðið er so strævið [...] má tað bera til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at til ber at klára bæði sítt starv og røkja sítt heimalív, heldur Jóhan Dahl, landsstýrismaður. Gamaní kann til tíðir verða nógv at gera, og tað er [...] Tá tingfólk gremja seg um, at arbeiðið er so strævið, og at tað er so nógv at seta seg inn í, so skilir Jóhan Dahl, landsstýrismaður als ikki trupulleikan. - Nú skal eingin heldur misskilja meg, men tá
eigur ikki at vera meiri enn ein. - Harafturat vilja vit hava eina breyt í miðjuni, sum bilar kunnu fara í at bíða, til líkindi eru at snara til vinstru til bygdirnar har. Vit vilja eisini hava, at ein lummi [...] Sunda kommunu, sigur, at fleiri ferðsluóhapp eru á vegunum ígjøgnum kommununa, men tað hann veit, hevur higartil at kalla tíbetur bara verið talan um materiellan skaða. Hann sigur, at tískil hevur bygdaráðið [...] kommunu, at tað bara skal vera ein til og frákoyring úr Streymnesi út á landsvegin. Í løtuni eru tríggjar. Samstundis eru tvær íbindingar í landsvegin av havnarlagnum í Hvalvík, men vit halda, at tað eigur