Løgmaður skal sita á kassanum

AÐALRÁÐ Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tað er nóg mikið, at landsstýrið er mannað við trimum fólkum, ístaðin fyri við átta fólkum, sum tað eru nú

- Almenn kongsríki skulu leggjast saman.
Tað var ein boðskapur hjá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, á kvøldsetu í Øravík fyrr í vikuni.
Og hann heldur, at tað er rættast at byrja í toppinum og at leggja aðalráðini saman, so at vit fáa eina minni umisiting og færri landsstýrisfólk.
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at klippa oman av almennu fyrisitingini og
formaðurin í Fólkaflokkinum hevur eisini eitt boð upp á, hvussu tað kann gerast.

Trý er tað besta
Í løtuni eru níggju aðalráð og átta landsstýrisfólk, eftir at Jørgen Niclasen fór frá sum uttanríkisráðharri so at Jacob Vestergaard nú er landsstýrismaður fyri bæði fiskivinnu og uttanríkismál.
Men Jørgen Niclasen kundi hugsa sær, at vit fara heilt niður á trý aðalráð og trý landsstýrisfólk, har vit hava ein løgmann, men hann skal eisini vera landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Harafturat skulu vit hava eitt landsstýrisfólk, sum umsitur vinnumál, útflutningsmál og øll onnur málsøki, sum hava við vinnulív og privata búskapin at gera.
- Men so skulu vit eisini hava eitt landsstýrisfólk, sum umsitur útreiðslupartin í fíggjarlógini, tað vil siga, tann almenna partin partin av búskapinum.

Løgmaður á kassan
Kortini ásannar Jørgen Niclasen, at tað, sum mest verður tosað um nú, er, at vit skulu hava seks aðalráð og seks landsstýrisfólk.
Men undir øllum umstøðum skal skipanin vera so, at løgmaður eisini umsitur fíggjarmál.
Hann hevur ikki útgreinað út í æsir, hvussu aðalráðini skulu skipast.
- Eg sakni, at tað er betri skil í. Og fyri at bøta um tað, heldur Jørgen Niclasen í hvussu so er, at tann, sum situr í landsins hægsta embæti, løgmanssessinum, skal eisini at sita á kassanum.
- Sostatt eigur løgmaður eisini at umsita fíggjarmál, tí tað er ígjøgnum tann fíggjarliga partin, at tað ordiliga ber til at stýra og samskipa øll ráðini.
Hetta er ein skipan, tey hava í Liktinstein, sum er ein pinkutjóð, og í Bretlandi er forsætisráðharrin eisini ovasti myndugleikin yvir fíggjarlógini.

Fótur í hosu
Annars heldur Jørgen Niclasen, at privati parturin av búskapinum eigur at hava tvey landsstýrisfólk.
Í hesum sambandi heldur hann, at uttanríkismál og fiskivinnumál passa saman sum fótur í hosu.
Men tosa vit um vinnuliga partin av fíggjarlógini, eru skattir og avgjøld ein rættiliga týðandi partur og sostatt eigur landsstýrisfólki í vinnumálum eisini at umsita skatta- og avgjaldsmál.
- Soleiðis tryggja vit best, at vinnan fær hóskandi karmar at virka undir, sum gevir henni menningarmøguleikar.
Hinvegin eiga heilsu- og almannamál at liggja undir landsstýrisfólkinum í innlendismálum, heldur Jørgen Niclasen.