Næsta ár skal fiskidagatalið undir Føroyum skerjast 5%.
Tað heldur Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiskivinnumálum, er tað rætta.
Á Ólavsøku legði hann uppskot fyri tingið um at skerja fiskidagatalið 5% í næsta fiskiári, sum byrjar 1. September í ár og endar 31 august næsta ár.
Løgtingið skal hava ásett fiskidagatalið í seinasta lagi 18. august, tað er um 14 dagar.
Men sum nakað nýtt skulu teir stóru lemmatrolararnir nú eisini upp í fiskidagaskipanina, so at skipanin nú umfatar allan flotan undir Føroyum.
Men lemmatrolararnir verða býttir sundur í tveir bólkar, alt eftir stødd.Annars verða fiskidagarnir komandi ár soleiðis sum talvan vísur.
Bólkur 1 A:Lemmatrolarar við maskinorku minni enn 2100 HK:700 fiskidagar
Bólkur 1 B: Lemmatrolarar við maskinorku 2100 HK ella meira:640 fiskidagar
Bólkur 2:Partrolarar:6.497 fiskidagar
Bólkur 3:Línuskip yvir 110 tons: 2.401 fiskidagar
Bólkur 4 A:Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons:4.238 fiskidagar
Bólkur 4 B:Útróðrarbátar størri enn 40 tons: 4.180 fiskidagar
Bólkur 5:Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 21.322 fiskidagar
Tøkir: 521 fiskidagar
Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur styðja seg til tey tilmæli, hann hevur fingið, umframt onnur viðurskifti, sum viðvíkja fiskiskapinum.
Hann hevur somuleiðis hildið seg til samgonguskjalið, har tað stendur, at fiskivinnnan skal mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlagið og at fiskiríkidømið skal gagnnýtast við neyðugum varsemi so at tað gevur sum mest til samfelagsbúskapin
Eisini hevur hann hildið seg til til semjuna ímillum samgonguflokkunum um fulla umseting av fiskirættindum við ongum avmarkingum fyri allan fiskiflotan, uttan útróðrarflotin.
Mæla til at skerja
Jørgen Niclasen sigur, at í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni og í frágreiðing frá fundi í Ráðgevandi Nevndini hjá Altjóða Havgranskingarráðnum, verður greitt frá, at toskastovnurin er mettur at vera oman fyri lívfrøðiliga minsta markið, men at veiðutrýstið er ov stórt. Tí verður mælt til at veiðutrýstið á toskastovnin verður skert.
Fyri Føroya Banka verður mælt til sama veiðitrýst.
Um hýsustovnin verður sagt, at hann er væl fyri og er væl oman fyri lívfrøðiliga minsta markið.
- Upsastovnurin verður mettur at vera sera lítil og væl undir lívfrøðiliga minstamarkið. Hóast ábendingar frá fiskiskapinum eru um, at onkur góður árgangur er á veg inn í fiskiskapin, verður ikki mett, at hetta fer at økja nógv um gýtingarstovnin, tí veiðitrýstið framman undan er so stórt. Tí mælir Fiskirannsóknarstovan til, at fiskidagatalið hjá skipabólkunum, sum royna eftir upsa, verður minkað munandi. Harumframt verður mælt til at varðveita gýtingarfriðingarnar og at skipanin um, at skip kunnu trýfalda sítt fiskidagatal, tá fiskað verður á ytru fiskidagaleið, verður tikin av.
- Fiskirannsóknarstovan mælir til, at skerjingar fyri toskastovnin verða framdar yvir 2-3 ár, meðan tiltøkini fyri upsastovnin verða settar í verk frá komandi fiskiári, tí stovnurin er so illa fyri.
Ongin orsøk at skerja
Hinvegin halda hvørki Stovnsrøktarnevndin og Skipanarnevndin, at tað er nøkur orsøk til at skerja fiskidagatalið
Stovnsrøktarnevndin heldur, at upsastovnurin framhaldandi er í menning, og at toska- og hýsustovnarnir eru væl fyri. Nevndin leggur eisini dent á, at tann føroyski feskfiskaflotin er gamal, og at veiðievnini heldur versna. Grundað á hesi viðurskifti mælir nevndin til, at fiskidagatalið komandi fiskiár verður tað sama sum fyri verandi fiskiár.
Skipanarnevndin - undantikið umboðið frá Fiskirannsóknarstovuni - at ongar sannførandi lívfrøðiligar grundir eru fyri at broyta fiskidagatalið fyri fiskiárið 2000/2001. Henda niðurstøða er gjørd grundað á ta fatan, at ikki meiri enn 33% av stovninum skulu veiðast á hvørjum ári.
Umboðið frá Fiskirannsóknarstovuni tekur ikki undir við hesi niðurstøðu.
Fiskirannsóknarstovan ikki tekur undir við, at ikki meira enn 33% av stovninum í tali skulu veiðast. Mælt verður til, at minni enn ein triðingur av stovninum skal verða fiskaður árliga.
Skipanarnevndin vísir á, at kanningar aðrastaðni hava víst, at líðandi batar í veiðuevnunum kunnu vera so nógv sum 5% um árið, og at leggjast má upp fyri bæði lopum í veiðuevnum og í líðandi batum, tá fiskidagarnir verða ásettir. Nevndin ger tó onki uppskot grundað á hesi viðurskiftini, tí hon metir, at niðurskurðurin í fiskidagatalinum seinastu fiskiárini hevur tikið hædd fyri teimum líðandi batunum, og at onki tilfar er tøkt í ár, sum kann vísa á lop í tøknini.
Nevndin hevur einki uppskot um broytingar í fiskidagatalinum grundað á búskaparligar grundgevingar, men vísir til frágreiðingina seinasta ár.vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder