Tað almenna og blaðútbering

RÆTTILIGA nógv verður í hesum gjørt burtur úr støðuni hjá postverkinum og útbering av bløðunum. Tá nýggjur stjóri varð settur á Postverk Føroya herfyri var ein av uppgávum hansara at fáa størri javnvág í inntøkur og útreiðslur hjá stovninum. Tað var so eisini stungið út í kortið, at stovnurin skuldi umgerast til alment partafelag. Ætlanin hjá stjóranum at siga nógvum fólki upp var møtt við stórari mótstøðu frá bæði Postfelag og landsstýri, og endaði hetta við, at hóttan um uppsagnir varð tikin aftur. Hinvegin vórðu aðrar broytingar gjørdar, eitt nú var útberingin av bløðunum leygardag steðgað, og bløðini fingu haraftrat greitt at vita, at prísurin fyri útberingina fór at hækka munandi.

SÍÐANI er tað hent, at bløðini hava roynt at byggja upp sína egnu útbering av leygardagsblaðnum men fyri at fáa hesa útbering niður á eina rímuliga príslegu verður umhugsað at stovna felag, sum burturav skal taka sær av útberingini allar dagar í viku og kvøldið fyri útgávudag. Slík skipan fer sjálvandi at hava fylgjur fyri Postverkið og postmenninar, sum tá missa ein stóran part av sínum arbeiðsuppgávum. Eisini liggur í luftini vandin fyri, at postverkið missir útbering av reklamubløðum ol., um so er at stóru ávísirnar Dimmalætting og Sosialurin kenna seg noyddar til at stovna sítt egna blaðútberingarfelag.


SÍÐANI er tað hent, at Postfelagið hevur havt fund um málið men metir seg ikki ført fyri at geva ein nóg lágan prís til tess at kunna bera bløðini út allar dagar og haraftrat um kvøldið. Oman í hetta kemur so avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa ætlanini at gera Postverkið til alment partafelag.


HVUSSU og ikki, so líða bløðini undir verandi støðu, og hetta er hvørki haldbart fyri bløðini ella fyri samfelagið sum so. Fyrr var tað so, at landið við játtan síni til postverkið óbeinleiðis rindaði ein part av útberingarkostnaðinum, men tá krøv komu úr Tinganesi til leiðsluna á Postverkinum, at stovnurin skuldi hvíla meira ella minni í sær sjálvum, gekk hetta alt fyri eitt út yvir bløðini : leygardagsútberingin hvarv og útberingarprísurin hækkaði munandi. Hóast bløðini greiddu bæði leiðsluni á Postverkinum og landsstýrismanninum frá tí negativu kolveltandi broyting hetta hevði við sær fyri bløðini, varð ætlanin gjøgnumførd.


HVØRKI av teimum stóru bløðunum, Dimmalætting ella Sosialurin fáa í dag nakran stuðul frá tí almenna, og tað vilja tey heldur ikki hava. Men tey halda tað vera rætt og rímuligt, at landið - eins og gjørt verður í øllum okkara grannalondum - óbeinleiðis stuðlar útberingini. Uppgávan hjá skrivaðu pressuni er at siga frá tí, sum fyriferst í samfelagnum og at hýsa samfelagstjakinum, og hetta eru uppgávur sum bæði Dimmalætting og Sosialurin brúka nógva orku til. Bæði bløðini kenna tað sum sína ábyrgd at kunna um alt tað nógva virksemi, sum er í landinum av øllum hugsandi slag og at geva øllum meiningum og hugsanum innivist í bløðunum. Sum so eru bløðini týðandi berarar av tí so týðandi samfelagskjakinum og eru harvið eisini við til at halda lív í demokratiinum.


TAÐ skal vera vón okkara, at ikki minst løgmaður sum miðlanna ráðharri sær til, at umstøðurnar fyri at bera út bløðini kring alt landið, koma aftur í eina rímuliga og trygga legu.