Íbúðarbyggingin á Hamrinum á Argjum

Nú hevur nógv verið tosað um stóru íbúðarbyggingina á hamrinum á Argjum. Borgarstjórin tosar um at broyta verandi reglugerð um útlutan av íbúðum í kommununi. Tá reglugerðin er broytt, kann farast at luta íbúðirnar á Argjum út, men tað sær út sum Borgarstjórin ikki er komin nakran veg við hesi nógv umtalaðu reglugerð

Høgni Mikkelsen

Reglugerðin skal fyrst viðgerast í fíggjarnevndini og síðani skal Býráðið taka støðu til hana. Á fíggjarnevndarfundi tann 16. februar fingu vit at vita, at eykafundur fór at verða vikuni eftir, har hon skuldi viðgerast.
Í dag 27. februar, havi eg sum limir í fíggjarnevndini enn ikki fingið fundarboð. Og sambært miðlinum, so kostar hetta kr. 100.000,- um vikuna fyri byggiharran, og enn kann eingi við vissu siga, at reglugerðin verður samtykt í Býránum, og skuldi tað hent, at hon ikki verður samtykt, so kann ein bara ímynda sær tað búskaparligu fylgjunar fyri byggiharran, umframt at tað góngur óneyðuga long tíð til fólk sleppa inn í íbúðirnar – og tað kann ikki vera rætt!
Sum ikki einferð, so var borgarstjórin fremsti maður tá myndir skuldi takast í sambandi við at byggiætlanin fór í gongd, men tíðan verri er hann alt anna enn fremsti maður, nú tað strandar á hjá teimum sum ætla at ogna sær ein íbúð, og ikki minst fyri byggiharran eisini.
Tað er undir alt lágmark, at hava ein borgarstjóra sum ikki hevur tíð at arbeiða fyri borgaran, men bert fyri seg sjálvan.
Sum býðráðslimir eri eg sera harmur um hesa støðu sum borgarstjórin hevur sett tykkum í, og vóni eg bara at hann skjótt kallar fíggjarnevndina saman til at viðgerða reglugerðina.
Eg vil tí heita á borgarstjóran um at vísa borgarnum í Tórsahavnar Kommunu størri virðing, og arbeiði fyri tað sum hann er settur til.