Tingarbeiðið heimsins besta starv

- Tú arbeiðir góðar hundrað dagar um árið, møtir klokkan 11 og fer heim, tá tú vil. Til eina løn á oman fyri 35.000 krónur um mánaðin, má tað vælsaktans vera heimsins besta starv, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður

Tá tingfólk gremja seg um, at arbeiðið er so strævið, og at tað er so nógv at seta seg inn í, so skilir Jóhan Dahl, landsstýrismaður als ikki trupulleikan.

- Nú skal eingin heldur misskilja meg, men tá tingfólk gremja seg um, at tey fáa ikki arbeiði og familjulív at hanga saman, so eri eg als ikki við. Talan er um 100 til 110 dagar í Løgtinginum, og tá skuldi verið lag á manni at tillaga seg teir fáu arbeiðsdagarnar, sigur Jóhan Dahl.

Føroysku politisku flokkarnir hava ikki skipa arbeiðið soleiðis, sum gjørt verður í øðrum londum, har hvør tinglimur hevur síni øki at taka sær av, og tí kann tað verða rættiliga strævið, um ein tinglimur skal seta seg væl og virðiliga inn í øll mál, sum verða løgd fyri Tingið. Men eisini fyri tí skuldi verið ráð, heldur Jóhan Dahl.

- Talan er jú um eitt starv við stórum flexibiliteti. Tingfólk møta klokkan 11, um tey altso ikki hava onkran nevndarfund at fara á, og fara til hús klokkan fýra-fimm. Tað skuldi verið yvirkomiligir dagar. Hartil kemur, at talan als ikki er um møtiskyldu í heila tikið, so eg dugi ikki at síggja, hvussu tingfólk skulu hava trupulleikar at sameina arbeiði við familjulív, sigur Jóhan Dahl.

 

Suðuroy kann arga

Hann sigur, at tað serliga eru kvinnuligu tinglimirnir, sum vilja vera við, at tingarbeiðið er so strævið, men hann kann altso ikki við sínum besta vilja skilja hetta.

- Eg sigi ikki tað, at um talan er um ein kvinnuligan tinglim úr Suðuroy, sum hevur smá børn, so kann tað kanska verða eitt sindur óheppið, men vit skulu eisini minnast til, at hetta er eitt starv, har tú hevur frí 250 dagar um árið, og sum gevur eina løn oman fyri tær 35.000 krónurnar um mánaðin, sigur Jóhan Dahl.

Hann heldur tí, at um summar kvinnur meta, at talan er um strævið starv, har arbeiði og familjulív ikki kunnu sameinast, so hava hesar kvinnur ikki havt verðsins tyngsta arbeiði framman undan.

- Við so lagaligum arbeiðstíðum má tað bera til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at til ber at klára bæði sítt starv og røkja sítt heimalív, heldur Jóhan Dahl, landsstýrismaður.

Gamaní kann til tíðir verða nógv at gera, og tað er fyrr hent, at tingarbeiðið hevur drigið út á náttina, men hetta verður so ríkiliga uppvigað av mongu frídøgunum, sum tinglimir hóast alt hava gjøgnum árið.

- Alt tikið við – arbeiðstíðir, løn og frítíð – so má tingarbeiðið vera heimsins besta starv, staðfestir Jóhan Dahl, landsstýrismaður.