Ferðsluviðurskiftini í Sundalagnum eru so vánalig, at bygdaráðið í Sunda Kommunu ber álvarsligan ótta fyri trygdini.
Tí vil bygdaráðið hava, at ábøtur verða gjørdar, áðrenn tað endar galið.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at fleiri ferðsluóhapp eru á vegunum ígjøgnum kommununa, men tað hann veit, hevur higartil at kalla tíbetur bara verið talan um materiellan skaða.
Hann sigur, at tískil hevur bygdaráðið biðið um fund við Landsverk at tosað um støðuna og at vita, hvat kann gerast.
Lívshættisligt
Borgarstjórin vísur á, landsvegurin ígjøgnum Sunda kommunu er ein høvuðsferðsluæðr og tann vegurin í landinum, har eina mest ferðsla er.
Men tað, sum loypir ótta á tey er, at tað eru so nógvir vegir bundnir í landsvegin, bæði vegir til og frá bygdunum framvið vegnum, men eisini vegir til og frá havnarløgum o.s.fr.
- Vit halda ikki, at tað er nóg trygt við øllum hesum íbindingarvegunum í landsvegin, sigur Heðin Zachariasen.
- Vandin er sera stórur við øllum hesum íbindingunum, tí talan um rættiliga nógva ferðslu eftir landsvegum, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.
Samstundis vísir hann á, at ongar broytingar eru gjørdar seinastu nógvu árini, hóast ferðslan er økt sera nógv og sostatt er vandin fyri óhappum eisini vaksin tilsvarandi.
Vandin er ikki bara, tá ið bilar og fólk skulu av bygdarvegum og havnarløgum út á landsveg.
Vandin er eisini, tá ið bilar skulu av landsvegnum inn í bygdir og oman á havnaløg, tí tá standa teir mitt á vegnum og bíða eftir líkindum og blokera sostatt fyri ferðsluni.
- Eg haldi, at tað er lívshættisligt, heldur Heðin Zachariasen.
Færri íbindingar og undirføring
Tí heldur Bygdaráðið í Sunda kommunu, at tað bara skal vera ein til og frákoyring úr Streymnesi út á landsvegin. Í løtuni eru tríggjar.
Samstundis eru tvær íbindingar í landsvegin av havnarlagnum í Hvalvík, men vit halda, at tað eigur ikki at vera meiri enn ein.
- Harafturat vilja vit hava eina breyt í miðjuni, sum bilar kunnu fara í at bíða, til líkindi eru at snara til vinstru til bygdirnar har. Vit vilja eisini hava, at ein lummi verður gjørdur í høgru síðu til teir bilar at bíða í, sum skulu til høgru.
Eisini vil Sunda Kommuna hava eina nýggja undirføring ímillum Oyrabakka og Norðskála, so at øll børn og vaksin, sum skulu í skúla, til handils, í dagstovn, á Posthús, ella onnur ørindi og til arbeiðis, sleppa frá at fara tvørtur um landsvegin.
Ein undirføring er gjørd, men tey vilja hava eina, sum eisini persónbilar kunnu koyra ígjøgnum.