bókini fyrst og fremst ætlaðar størri børnum. Hetta ásannar eisini Steintór Rasmussen. - Jú, eg havi eisini roynt at skriva fittar og hugnaligar søgur. Men barnalívið er ikki bara spæl og gaman. Og í Søgunáminum [...] telefonin og teldan hevur á skúlabarninum, og hvussu bundin menniskjan í dag er vorðin av tí undurfullu og næstan tilbidnu tøknuni. Og søgan Hundasjúkur, snýr seg um hin tysta og ólýdna hundin Snar, og um hvussu [...] innastu kenslur og á okkara bjartastu vónir. Og at skilja umheimin og okkara egnu tilveru. Skúlin er jú alt millum himmal og jørð. Lívið er tín og mín søga. Øll hava vit okkara dreymar og ætlanir. Í søgunáminum
uppgerðirnar, tá ið dentur fyrst og fremst og viðhvørt tíverri mest sum bara verður lagdur á verjupartin. Í hinum borðinum eru tað uppgerðirnar, tá ið tað verður fokuserað á álopi og møguleikarnar at skora [...] fluttu seg væl, og ofta var hugflogið stórt, og so var tað bæði krossur og slanga, at ikki færri enn seks mál vórðu skorað í 120 minuttir, og at brotssparkskappingin varð so spennandi og dramatisk. Á kambinum [...] sjálvum í ágrýtni og máltevi og Sølvi Vatnhamar og serliga Kaj Leo í Bartalsstovu megnaðu nógv í samanspælinum og vístu stórar dygdir í einmansavrikum. Filip Djordjevic var fremsti maður, og hjá honum haltaði
ringini av føroyskum bókmentum. Eisini leggur hon dent á, at stovnurin fyrst og fremst er at síggja sum ein sparringspartnari og ikki sum ein grunnur, ið kann fíggja slíkar verkætlanir. - Sum sparringspartnari [...] bøkur eru til, og at tað ber til at søkja týðarastuðul úr Føroyum. - Sum er, er tað ómetaliga torført hjá útlendingum at fylgja við í, hvat kemur út á føroyskum og nærum ógjørligt hjá týðarum og forløgum at [...] lítlan fyrilestur um føroyskar bókmentir, kanska tí tey hava lisið Barbara og sæð filmin, og nú vilja vita meir, sigur Martin Næs og leggur afturat, at ferðafólk oftast eru sera ovfarin, tá tey finna út av
umsiting, diplomatii og praktiskum politikki, men hann var fyrst og fremst tann stóri boðarin. ? Av sínum tíggju fingrum hevur Jáhannes Páll Annar brúkt teir níggju til at boða evangeliið við og ein til at stýra [...] í Warschawa segði pávin millum annað: ? Jesus Kristus er og verður ein opin bók um menniskjað, tess virði og rættindi og um tjóðarinnar virði og rættindi. Tað triðja stórveldið Í eygum pávans umboðaði tann [...] var yvirmaður í polska herinum og royndi sum frægast at lívbjarga sær og sínum við teirri ússaligu lønini. Longu sum smádrongur misti tann ungi Karol fleiri av sínum næstu, og tað gjørdi, at hann, sum var
vóru fitt og blíð og bjóðaðu okkum kaffi og poppkorn, ið er sermerkt matskrá í Etiopia. Vit høvdu somuleiðis nakrar smáar persónligar gávur til øll starvsfólkini og blæur og leikur til børnini, og hetta vóru [...] Tað regnar illa uttanfyri og komi tískil brestandi inn í durin hjá Joan Danielsen og Signari Johannesen. Joan kemur alt fyri eitt ímóti mær og biður meg ikki larma, tí lítli átta mánaðar gamli Bjarni er [...] avgerðina og settu okkum í samband við AC, ið er ein ættleiðingarmiðdepil í Danmark, sigur Joan, meðan hon skeinkir mær te í krússið. Eftir hetta sendu Joan og Signar eitt umsóknarblað til stovnin, og síðan
vil nógv heldur vera slonk og sunn og kenna meg væl, bæði innan og uttan. Inni í sálini við at hava Harran hjá mær alla tíðina og hvønn dag, og uttaná við at vera rein og sunn og at lata meg pent í. SKAPAR [...] Børnini eru Ronja 6 ár og Boas 5 ár. Leiðari í Barnahúsinum Margit og í útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík. Elskar at renna og mála. Kann ikki liva uttan teppir, stearinljós og heimabakað. Tosar føroyskt [...] teppir á bonkinum uttanfyri og bara vera, liggja og hyggja at einum longum teknifilmi og fáa eitt smíl í bakspeglinum í bilinum á veg inn til barnagarðin. Og onki skal fáa meg burtur frá hesum løtunum, sum
til tess at fyribyrgja sjúku, smittuvanda og í síðsta enda eisini ein betri og sunnari alifisk til altjóða marknaðin Og hetta er nakað sum marknaðurin eftirspyr, og tí er tað umráðandi, at vit behandla djórini [...] náttúrinnar hond við góðum firðum og sundum, og okkara havøkið telist millum heimsins reinastu havøkjum. Hetta hevur givið okkum fyrimunir framum nógv onnur av heimsins londum, og hóast vit ikki eru millum tey [...] vinnuøki, herímillum alivinnuna. Og tað er netupp ein góður málsetningur at hava, tí tað er ikki altið bara mongdin og støddin á eini vinnu sum er avgerandi, men heldur dygdin og ikki minst trygdin. At kunnu
aftur til, og sum gott er at falla aftur á, um útheimur og tað fremmanda eru ov beisk og trupul og tey fakligu krøvini ov høg og ov trupul at fáa tamarhald á. Sum heild vísa føroysktlærugreinin og Føroyar [...] inin danskt. At hetta ikki hevur verið gjørt nóg miðvíst, og at føroyskt fyrst og fremst gjørdist lærugrein í máli, tá lærugreinin slapp framat í studentaskúlanum, er atvoldin til, at føroyskir næmingar [...] persónliga og stovnsgjørda móðurmálið, og teirra tjóðskapur er traditiónsfestur og knýttur at Føroyum. Hetta stendur í greiðum mótsetningi til tann upprunaliga diskursin á hesum økinum, har danskt og Danmark
fronskum í Hoydølum, og har og í realskúlanum á Glyvrum gekk eg í flokki saman við hinum fryntliga og nú sálaða Leivi Clementsen, og av góðum grundum havi eg havt serliga nógv og gott samband við bygdina [...] systrarnar Jacobina (Bina) Lamhauge og Cathrina (Trina) Nónklett sniðgóvu, seymaðu og broderaðu og góvu kirkjuni. Tær vóru báðar giftar og búðu í Lamba – á Byrgisheygnum og á Sýnuni. Tær vóru systrar Martin [...] hetta árið fyrsti og tjúgundi sunnudagur eftir trinitatis og hendan dagin varð kirkjan vígd. Hetta var um veturnætur, og hóast tað var av ringasta veðri hendan dagin fyri sjeyti árum síðan, og nógv settust
Malta er fyrst og fremst gróðurstaðið fyri virkseminum hjá Levi í yrki sínum sum trúboðari um alt Jútland. Her búgva Levi og Greta, sum hon verður kallað og hava tey gjørt tað síðan 1984. Ein lítil salur [...] til ber at matgera til rættiliga nógv fólk. Annars búgva Levi og Greta uppiá. Her verða hildin møti og samkomur - og sunnudag, morgunmøti og sunnudagsskúli. Møtisalurin á Malta er um at vera ov lítil. Tí [...] Levi, sum hann hevur størstu virðing fyri og ikki kann vera fyriuttan. Tey komu at kennast rættiliga ung og giftust bert 21 og 22 ára gomul. Hennara stilla og sáttliga lyndi er hegnisliga skipanin í tí