Malta ein óskrivað sendistova

Malta í Hirtshals, ið Levi Joensen saman við konu síni Margretu rekur sum eina kristna samkomu við støði í brøðrasamkomuni, hevur vunnið sær stóra virðing í Hirtshals og øllum Jútlandi. Malta er stillisliga vorðin ein sendistova, sum øll venda sær til við øllum handans spurningum. Malta er eisini staðið, har tey bert støkka inn á gólvið fáa ein kaffimunn ella bukka beinini eina møtistund.

 
Malta er fyrst og fremst gróðurstaðið fyri virkseminum hjá Levi í yrki sínum sum trúboðari um alt Jútland. Her búgva Levi og Greta, sum hon verður kallað og hava tey gjørt tað síðan 1984. Ein lítil salur er í veghæddini við stórum køki, so til ber at matgera til rættiliga nógv fólk. Annars búgva Levi og Greta uppiá.
 
Her verða hildin møti og samkomur - og sunnudag, morgunmøti og sunnudagsskúli.
Møtisalurin á Malta er um at vera ov lítil. Tí verður matarstovan hjá Cosmos Trawl á bryggjuni í Hirtshals eisini nýtt til møtir fyri sjómenn og ferðandi um summari.
 
Levi og Greta ganga 24 tímar vakt - tað ber altíð til koma í samband við Malta, tá ið ein trongd sál kallar, sigur Levi
.
                     
Av tí at Malta er vorið ov lítið, hevur samkoman søkt um, og fingið loyvi til at byggja afturat.
 
Øll kenna Levi
Malta liggur á Vinkelvej 2; í Hirtshals - beint uppat gongugøtuni. Uttanfyri er Merkið hvønn dag vundið á stong. Levi er kátur og fyrikomandi og er ikki lættur at koma uttanum. Hann vil læra fremmand at kenna og hevur eitt innbjóðandi lyndi, sum øll er trygg við.
 
Levi er vorðin ein býarmynd, sum sæst allastaðni, tó mest á havnarlagnum, har hann hevur havt nógvar tímar bæði sum sjómaður í mong ár, men nú seinnu 25 árini mest sum trúboðari.
 
Spyr tú mannin á gøtuni
- hvem er Levi?
So svara tey aftur
- det er ham den sjove fra Malta.
Millum nógvar føroyingar eru Levi og Malta vorðin sjálv ímyndin av Hirtshals.
 
Malta ein sendistova
Malta, sum hvønn dag setir Merkið á stong uttanfyri,  fær ymiskar uppgávur at loysa fyri ráðaleysir føroyingar. Oftast tí hesi ikki vita annan at venda sær til enn Malta: Gretu ella Levi, sum duga og vita mangt og eru góð í ráðum. Og harafturat eru sera fyrikomandi.
 
Politiið hevur onkuntíð heitt á Levi, um at hjálpa sær at finna fólk, sum ikki eru komin rættstundis fram til skip ella viðskiftafólk annars. Ella bert at vera teimum hjálpin við onkrum fyrispurningi, sum eftirhondini ikki eru so fáir.
 
Partur av gerandisdegnum hjá Levi er at vitja sjúkrahúsini í Jútlandi. Tey heita eisini á Levi til serligar vitjanir og eisini at vera hjálpin við at greiða spurningar um fólk, sum eru komin inn, ið tey ikki hava nøktandi upplýsingar um. Tað kemur eisini fyri, at Levi verður boðsendur at siga frá, um hann kennir fólk, sum tey einki vita um,
 
Eisini tá sjúklingar, sum eru lammaðir og eru ringir at skilja, ella bert eldri og ikki eru so køn í donskum, verður heitt á Malta um at fáa vitjan á sjúkrahúsunum.
Politi, hevur onkuntíð heitt á Levi at hjálpa sær at finna persónar, sum ikki eru komin rættstundis fram til skipa ella viðskiftafólk annars. 
 
Hesar uppgávur eru nógvar og tíðarkrevjandi, men Levi ger tær við gleði, hóast tær ikki eru álagdar honum. Levi hevur ein sera stóran vinar-  og kenningarskari, sum eru honum hjálpin í hesum arbeiði.
 
Fólk, ið eru á serligum viðgerðarstovnum um Hirtshaltsleiðina koma ofta til Malta, tí tey kenna sær ein serliga tryggleika og heimligan kærleika har. Í førum er talan um fólk, ið eru illa heitin, sum bert kenna sær Malta, Levi ella Gretu at fara til. Her kenna tey sær ein linna og umsorgan av serligum slag.
 
Fólk ringir úr Føroyum við alskyns spurningum, sum Levi og Greta síðani royna at svara eftir førimuni ofta við hjálp av fleri ymiskum myndugleikum og stovnum í Danmark.
 
Jú, fyrispurningar av øllum handans slagi koma allar tíðir á døgninum til Gretu og Levi. Tí kann av røttum verða sagt, at Levi og Greta eru á 24 tímars vakt í virki sínum á Malta. Tá ið eg skuldi seta bilin frá mær uttanfyri Malta um náttina, legði Levi dýran við ikki at seta bilin, so hann ikki slapp út við sínum, tí hann kundi allar tíðir á døgninum verða kallaður út til okkurt.
 
Bestikkrúmið hjá Levi
Levi, sum er kendur fyri ikki at ræðast nakað, fírir heldur ikki fyri teldunum. Hann hevur ikki minni enn tvær og eitt teldutøkt myndtól í bestikkrúminum. Har eru prentari og telefax. Hann samskiftir á internetinum og so er hann serliga kønur í at hyggja á tey ymsu veðurkortini á telduni, fyri at vita hvussu bátarnir hava tað, og nær teir møguliga koma inn.  Levi ætlar at fáa sær heimasíða, har hann kann greiða frá virkseminum hjá Malta og annars sýna fram myndir frá møtum og vitjanum kring Jútland
 
Eingin Levi uttan Gretu
Tú hevur ikki tosað leingi við Levi, uttan hann hevur nevnt Gretu nakrar ferðir. Greta er í øðrum hvørjum settningi.
- Greta segði, Greta gjørdi..
Greta er blóman í lívinum hjá Levi, sum hann hevur størstu virðing fyri  og ikki kann vera fyriuttan. Tey komu at kennast rættiliga ung og giftust bert 21 og 22 ára gomul. Hennara stilla og sáttliga lyndi er hegnisliga skipanin í tí stóru fólkamongd, tey umgangast. Hon fer hóvliga um tá ið hon ger mangan drekkamunnin og mangan góðan bita í tí stilla, meðan Levi við gangi og skemti og tí serliga kæti, hann er kendur fyri, undirheldur gestunum.
 
Tó, so skemtiligur, sum Levi er, eins álvarsamur, tá ið skriftin verður havd á munni - og Greta situr undir.
 
Jú, tað kann av sonnum sigast, at Malta er ein óskrivað sendistova ella umboðsstova, sosialkontór, hugnastøva, kaffistova, møtihús og sunnudagsskúli, so krevur tað sín mann. Men eingin maður kann gera slíkan setning, uttan eina raska konu - og tað hevur Levi sanniliga í Gertu!
 
Hóast skemt, kæti og kaffi, so verður gleðiboðskapurin altíð boðaður við eitthvørt høvið. Levi er ótroyttiligur, ágrýtin og brennandi. Øll fáa somu viðferð: Løgmaður, tú og brotsmaðurin. Tí hevur Malta við Levi og Gretu á odda vunnið sær stóra virðing gjøgnum árini. Øll vilja vitja Malta, bæði høg og lá - At fáa sær ein drekkamunn, eitt prát, eina hugnaløtu, onkran at tosa við um álvarsmál, onkran at vera saman við, tá ið hart leikar á; tey, ið kenna boðskapin og tey, ið vilja hoyra um boðskapin - og øll fara ríkari avstaðaftur frá Malta, Levi og Gertu.
 
Tá ið eg undrist á hansara arbeiðsemi, svarar Levi mær.
- Vit eru glað fyri, at okkum unntust so móng góð ár her í Hirtshals meir enn 25. Men hetta er alt Harrans verk vit hava bert Honum at takka fyri!
Hygg at sámli 36, vers 6: HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini; sigur Levi at enda.



Møtivirksemið hjá hjúnunum Levi og Gretu



<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p> </o:p>



1978 Levi byrjar at sjómenn við havnina í Hirtshals, fyrstu tíðina vóru fundir umborð á skipum, ið lógu inni.



1982 fyrsti fundur er á Cosmos Trawl 18. juni



1983 byrjaðu regluligir fundir í Esbjerg



1984  Fyrsti fundur er á Malta 1. juli  1984 har 5 fólk vóru til staðar



1986 <?xml:namespace prefix = st1 ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:smarttags"" /><st1:PersonName Jacobsen? ProductID='&quot;Bergur' w:st='&quot;on&quot;'>Bergur Jacobsen</st1:PersonName>  heitir á Malta um at hava møtir á Genner, seinni í Hygum. Hetta helt í 13 ár til skúlin varð niðurlagdur



1985 89  Fundir á Bornholm tá upp í 18 smáir trolarar sigldu har



Rønne, Nexø Gudhjem, Taine



Miðskeiðis í 1990unum møtir á Svendborg søfartskole á Overgade 6



Miðskeiðis í 1980unum møtir á handilsskúla í Varde nógvir føroyskir næmingar gingu har. Hetta var áðrenn handilsskúlin á Kambsdali byrjaði



1995 møtir í Sønderborg og eru har enn



1995 møtir í Frederikshavn  og heldur á nøkur ár enn



1997 byrjaði at halda møtir 11. mai har vóru 46 fólk við til henda fundin



<o:p> </o:p>



Møtir á Malta: 



Mikukvøld kl 20.00



Sunnumorgun kl 11.00



Sunnudagsskúli kl 13.00



Evangelisk møtir  kl 18.00 sunnukvøld.



Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði á donskum



<o:p> </o:p>



<o:p> </o:p>



Møtir aðrastaðni



Ålborg kl 19.00 - 1. leygarkvøld í mánaðinum



Esbjerg kl 19.30 - 2. fríggjakvøld í mánaðinum



Vejle kl 17.00 - 2. sunnukvøld í mánaðinum



Sønderborg kl 19.00 2. sunnukvøld í mánaðinum



Hóskvøld á Cosmos Trawl  í summarmánaðunum



<o:p> </o:p>



Keldur:



Levi og Greta



Jens Arni Kjærbæk   



Leirkerið 2006; 1-2



Útisetin 2006