Føroyskar bókmentir út úr fongslinum

Vit síggja tað avgjørt sum okkara skyldu at gera føroyskar bøkur meir sjónligar úti í heimi, staðfestir formaðurin í Rithøvundafelganum, Arnbjørn Dalsgarð, nú bókafólk eftirlýsa átøk, sum skulu fáa okkara bókmentir út úr føroyska fongslinum


Meðan tað almenna í okkara grannalondum hevur skapað karmar fyri marknaðarføring av sínum bókmentum, hava almennu Føroyar higartil ikki sæð tað sum sína uppgávu at kunna um føroyskar bókmentir úti í heimi.

- Av somu orsøk smíðar politiski mynduleikin upp ein múr, eitt slag av fangilsi fyri føroyskan skaldskap. Fólk uttan fyri Føroyar vita at kalla ikki, at tað verða skrivaðir tekstir í hesum landinum í dag.

So avgjørdur var táverandi løgtingsmaður, Torbjørn Jacobsen, tá Tjóveldi í fjør setti fram uppskot um at skipa ein týðaragrunn. Politiski viljin treyt heldur ikki, tá uppskotið varð einmælt samtykt, og 600.000 krónur vóru settar av til endamálið.

Um somu tíð frættist, at Norðurlandaráðið heldur fram at stuðla týðingum av bókmentum í smáu máløkjunum í fyribils trý ár. 



Arbeiða við átaki

Við økta peningini, sum sostatt er tøkur til týðingar, kann tað undra, at støðugt fleiri føroysk bókafólk gera vart við, at føroyskar bøkur framvegis stórt sæð eru ósjónligar úti í heimi.

Formaðurin í Rithøvundafelagnum, Arnbjørn Dalsgarð, minnir á, at tøkur peningur ikki í sær sjálvum tryggjar, at føroyskar bøkur verða týddar til onnur mál. Hann vísir á, at fyrsta treytin fyri at føroyskar bøkur verða týddar er, at útlendskir týðarar vita av, at føroyskar bøkur eru til, og at tað ber til at søkja týðarastuðul úr Føroyum.

- Sum er, er tað ómetaliga torført hjá útlendingum at fylgja við í, hvat kemur út á føroyskum og nærum ógjørligt hjá týðarum og forløgum at gera sær eina mynd av, um ein føroysk bók møguliga er verd at týða, sigur Arnbjørn Dalsgarð.

Hann leggur afturat, at um ikki bókin er í uppskoti til Bókmentavirðsløn Norðurlandráðsins, er tað í flestu førum rættiliga tilvildarligt, um ein føroysk bók verður týdd til eitt annað norðurlendskt mál. Í flestu førum er tað høvundurin sjálvur, sum av sínum eintingum leggur stóra orku í at fáa sína bók týdda – eitt arbeiði, sum kann vera sera tungt, um tú ikki hevur eitt apparat aftanfyri teg.

- Tí mugu vit, sum eitt tað fyrsta skipa ein pall, ið bæði skal kunna um føroyskar bøkur og helst eisini bjóða fram eina týddan samadrátt av teimum, tí vit mugu ikki billa okkum inn, at áhugin fyri føroyskum bókum kemur av sær sær sjálvum. Ongin ivi er um, at bólturin nú liggur hjá okkum, og Rithøvundafelagið sær tað avgjørt eisini sum sína skyldu at átaka sær hesa uppgávuna, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum.

Tí arbeiðir nevndin í Rithøvundafelagnum eisini í løtuni við einum átaki, ið skal marknaðarføra føroyskar bókmentir úti í heimi. Endaliga fíggingin av átakinum er tó ikki komin uppá pláss, og tí kann Arnbjørn Dalsgarð ikki siga, hvussu umfatandi verkætlanin verður. Korini hevur hann góðar vónir.

- Okkara politikarar hava verið við til at seta stuðulsskipaninar til týðingar í verk. Tí má man ganga út frá, at teir eru sinnaðir at fylgja hesum upp, so hetta arbeiði kann fremjast í verki, sigur Arnbjørn Dalsgarð, ið sjálvur imyndar sær eitt slag av Bókmentadepli, ið verður skipaður sum eitt samstarv millum feløg og stovnar, ið varða av føroyskum bókmentum. 



Vandi við vantandi vitan

Spurningurin er so, um umheimurin yvirhøvur hevur áhuga fyri føroyskum bókum. Hinvegin, um áhugin kanska ikki tykist so ovurhonds stórur, hevur tað rættiliga sannlíkt sína nátúrligu orsøk, tí sum rithøvundurin og forleggjarin Jógvan Isaksen tekur til

- Tú kanst illa krevja, at fólk hava áhuga fyri nøkrum, tey ikki vita av, er til.

Eisini rithøvundurin Heðin M. Klein hevur í samrøðu við Dimmalætting víst á, at áhugin fyri føroyskum bókum er treytaður av, hvørja vitan fólk hava um tær

- Kunnleikin um føroyskar bøkur er lítil. Sjálvt í Norðurlondum er hann so mikið lítil, at onki forkunnugt er í at geva føroyskar bøkur út.

- Tá slík kunning trýtur hjá okkum fáa vit heldur ikki tann eftirynskta eftirspurningin eftir føroyskum bókum. Tað er ongin, sum spyr: Nær kemur næsta bókin hjá Jóanesi Nielsen, Gunnari Hoydal ella Carl Jóhan Jensen?, sigur Heðin M. Klein.

At vantandi kunning er orsøk til vantandi áhuga er eitt. Verri er tað, sambært Carl Jóhan Jensen, rithøvunda, at vantandi vitan um føroyskar bókmentir kann hava við sær, at fólk undirmeta tær.

- Vit vita frá okkum sjálvum, at tað vit ikki kenna, tað sum er okkum fremmant, hava vit lyndi til at halda lítið um og enntá misvirða. Útlendingar eru ikki øðrvísi enn vit, skrivar Carl Jóhan Jensen í grein í Dimmalæting seinasta vikuskiftið. 



Forvitin ferðafólk

Hóast slíkar heldur daprar eygleiðingar, eru glottar at hóma. Nógv bendir nevniliga á, at eitt sindur av vitan um Føroyar eisini ger ferðafólk forvitin eftir at vita, hvørjar bókmentir verða givnar út her.

Martin Næs, landsbókavørður greiðir frá, at hvørt summar fær Landsbókasavnið ein javnan streym av fyrispuringum frá ferðafólki, sum fregnast eftir týðingum av føroyskum bókum. Onkur av hesum ferðafólkunum eru at kalla ævintýrarar við heilt serligum áhuga fyri Føroyum. Men fyrispurningarnir koma eisini frá vanligum ferðafólkum, sum ikki hava nakra serstaka vitan um Føroyar.

- Bólkar av ferðafólkum hava til dømis biðið um ein lítlan fyrilestur um føroyskar bókmentir, kanska tí tey hava lisið Barbara og sæð filmin, og nú vilja vita meir, sigur Martin Næs og leggur afturat, at ferðafólk oftast eru sera ovfarin, tá tey finna út av, hvussu nógvar bøkur verða skrivaðar á føroyskum. 



SamVit opið fyri samstarvi

Áhugin hjá ferðafólki kundi bent á, at marknaðarføringin av føroyskum bókmentum eisini var ein uppgáva fyri SamVit, sum umframt at menna ferðavinnuna eisini hevur sett sær fyri at branda Føroyar sum tjóð.

Elin Heinesen, stjóri á SamVit, viðgongur, at føroyskar bókmentir ikki beinleiðis hava verið við í teirra verkætlanum, men at tað ikki merkir, at bøkur eru útilokaðar í hesum sambandi.

- Als ikki. Eg dugi væl at ímynda mær, at føroyskar bókmentir vóru ein liður í eitt nú mentanarferðum til Føroyar. Føroyskar bókmentir hava avgjørt nógv at bjóða, tá tað ræður um at marknaðarføra ella branda Føroyar úteftir, sigur Elin Heinesen.

Hon leggur afturat, at enn er nógvar av uppgávunum hjá SamVit so nýggjar, at hon illa fær útgreina, júst hvussu stovnurin kundi havt ein fingur við í marknaðarføringini av føroyskum bókmentum. Eisini leggur hon dent á, at stovnurin fyrst og fremst er at síggja sum ein sparringspartnari og ikki sum ein grunnur, ið kann fíggja slíkar verkætlanir.

- Sum sparringspartnari eru vit avgjørt opin fyri samstarvi um onkur til dømis kemur við eini ítøkiligari verkætlan, ið skal marknaðarføra føroyskar bókmentir. Vit kunnu til dømis hjálpa við at skapa neyðugu sambondini og annars brúka okkara netverk úteftir, sigur Elin Heinesen.

Hon heldur, at eitt stað at byrja kundi verið, at bókaforløgini skipaðu enskar útgávur av sínum heimasíðum, sum heimasíðan hjá SamVit kundi havt leinkjur til.

Eg havi í øllum førum fatan av, at okkara bókmentir hava nógv at bjóða øðrum, men at vit framvegis mangla nakrar kanalir at fáa boðskapin út. Men sum sagt, vit eru opin fyri samstarvi um, hvussu vit best finna og brúka hesar kanalir, sigur stjórin í SamVit.





Fakta:

Føroyskar bøkur, ið eru týddar til onnur mál seinastu 10 árini 



Til danskt:

Carl Jóhan Jensen, September i birke som måske er blå, 2008

Hanus Kamban, Pilgrimme, 2003

Tóroddur Poulsen, Blodprøver, 2002

Tóroddur Poulsen, Vandet lyder som om nogen hr drukket af det, 2000

Jóanes Nielsen, Sting, 1999

Jógvan Isaksen, Brandstifteren,1998

Tóroddur Poulsen, Standsninger, 1998 



Til norskt:

Jóanes Nielsen, Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn, Oslo, 2007

Martin Næs, Símun Sámal, 2006

Jóanes Nielsen, Bruer av svoltne ord, 2004

Jóanes Nielsen, Sting, 2003 



Til íslendskt:

Jógvan Isaksen, Leynigöngin, 2005

Oddvør Johansen, Sebastianshús, 2005

Jógvan Isaksen, Brennivargurin, 2004 



Til týskt:

Jógvan Isaksen, Option Färöer, 2007

Jens Pauli Heinesen, Ein Kind hier auf Erden, 2002 



Til svenskt

Carl Jóhan Jensen, O-historier om djävulskap, 2007 



Til enskt:

Gunnar Hoydal, Under Southern Stars, 2003 



Til franskt:

Bárður Oskarsson, Le chien, le chat et la souris, 2006



Listin umfatar bert fagurbókmentur.

Útlendsk søvn av føroyskum tekstum eru ikki við á listanum.