Vilja verja føroyskt men sakna nútíðargerð

Føroyskir miðnámsskúlanæmingar halda, at lærugreinin føroyskt er siðbundin og gamaldags, og at hon eigur at verða nútímansgjørd. Samstundis leggja teir dent á, at føroyskt má verjast, so danskt og enskt ikki troka tað burtur. Næmingarnir halda seg fáa størri nyttu burtur úr donskum, tá teir skulu lesa víðari, men hvat samleika viðvíkur, hevur føroyskt nógv størsta týdningin fyri teir. Hetta verður staðfest í ritgerð hjá Vár í Ólavsstovu um støðuna hjá føroyskum í miðnámsskúlanum

Í ritgerðini »Mellem tradition og modernitet« frá september 2010 hevur Vár í Ólavsstovu kannað støð­una hjá lærugreinini føroyskt í miðnáms­skúlanum. Hon byggir m.a. sína kann­ing á samrøður, hon hevur gjørt við næmingar í miðnámsskúlunum frá 2002 til 2004. Hvussu er lærugreinin føroyskt við til at menna næmingarnar, hvørja nyttu hava næmingar av henni, og hvønn týdning hevur føroyskt fyri teirra samleika, vóru nakrir spurningar, hon setti sær, áðrenn hon fór undir ritgerðina.
Í flestu orðaskiftum um mál í Før­oyum eru føroyskt og danskt mót­setn­ingar, tí føroyskt upprunaliga vann seg fram sum mótmæli ímóti donskum. Óttin fyri, at føroyskt skuldi doyggja út, var áhaldandi til staðar, men við skriftmálinum hjá V. U. Hammershaimb fingu føroyingar sítt týdningarmesta amboð at skapa ein veruligan samleika sínámillum. Skriftmálið gav føroyingum eitt sjónligt prógv um, at teir vóru ikki tað sama, men øðrvísi enn danskarar.
At vinna føroyskum innivist í stovn­um í Føroyum, serliga í skúla og kirkju, var ein tung uppgáva. Mótstøðan var mangan stór, eisini millum føroyingar, sum hildu, at føroyskt kundi ikki gerast framkomið mál í eitt nú umsiting og skaldskapi, men var nóg gott at brúka sum heimamál. »Vi føler os fuldstændig som danske,« segði Oliver Effersøe, odd­viti í Sambandsflokkinum, í 1906. Men hetta er als ikki støðan millum mið­náms­skúlanæmingar í dag.
Eru norðurlendingar
Vár í Ólavsstovu spurdi m.a. í sambandi við ritgerðina, hvønn samleika næm­ingarnir hildu seg hava. Svarið var, at teir kendu seg at hoyra til bygdina ella býin, teir vóru úr, og Føroyar. Í Havn søgdu tey flestu, at tey kendu seg sum før­oy­ingar, og uttan fyri Havnina segði ein meiri­luti, at tey kendu seg at hoyra til bygdina ella býin, tey vóru úr, og síðan til Føroyar. Sum tann triðja møgu­leikan kendu tey flestu seg sum norður­lendingar og ikki danskarar. Og í fjórða lagi kendu næmingarnir seg um evro­pearar.
Í ritgerðini staðfestir Vár í Ólavs­stovu, at hetta, at føroyskir miðnáms­skúla­næmingar als ikki kenna seg sum danskarar ella danskar ríkis­borg­arar, vísir, at teir mentanarliga fata før­oyskt sum eitt sjálvstøðugt mál í norður­lendsku familjuni. Hendan útbreidda fatanin sæst aftur í málkunnleikanum hjá føroyingum, ið sambært norðurlendskari kanning duga best norðurlendsk mál av øllum norður­lendingum. Føroyingar eru rætt og slætt teir norðurlendingar, ið skilja sínar norðurlendsku grannar best.
Men mótsetningar eru innanhýsis í føroyska samleikanum. Toganin stend­ur ímillum tað siðbundna á bygd og modernitetin serliga í Havn. Mið­námsskúlanæmingar halda, at tá um føroyskt ræður, tosa tey betur føroyskt á bygd, tí har fáast tey við sovorðið sum seyð, fisk og grind. Moderniteturin, sum knýtir seg at býarlívinum, hevur við sær verri føroyskt mál, men moderniteturin er neyðugur, skulu føroyingar fylgja við tíðini, halda nógvir næmingar, serliga í Havn.
Tá næmingarnir skulu meta um, hvussu vit verða so føroysk sum gjørligt, er teirra niðurstøða sostatt, at vit málsliga og ítøkiliga skulu vera knýtt at siðbundna lívinum á bygd. Tá eru vit av sonnum føroyingar. Sjáldan verður tað at vera rættur føroyingur sett í sam­band við modernitet og býarlív. Og júst toganin millum tað siðbundna og modernitet er eisini høvuðstrupulleikin við føroysktlærugreinini í miðnáms­skúlanum.
 
Lærugrein í samleika
Í »Bláa álitinum« frá 1990, sum snúði seg um støðuna hjá føroyskum í mið­námsskúlanum, varð spurt, hví danskt var so áhugavert sum lærugrein og ikki føroyskt. Staðfest varð, at danskt aftrat tí at vera lærugrein í máli var lærugrein í mentan og siðsøgu. Næmingarnir lærdu bæði um bókmentir, heimssøgu, list, politiska hugsan og fjølmiðlar í donskum. Í álitinum varð spurt, hví alt hetta mundi vera lagt í læru­grein­ina danskt í Danmark, og hví hetta átti at verið lagt í lærugreinina før­oyskt í Føroyum. Svarið var sjálv­andi, at í Føroyum er føroyskt sam­leikalærugreinin, og í Danmark er samleika­lærugreinin danskt.
At hetta ikki hevur verið gjørt nóg miðvíst, og at føroyskt fyrst og fremst gjørdist lærugrein í máli, tá lærugreinin slapp framat í studentaskúlanum, er atvoldin til, at føroyskir næmingar hava fatað føroyskt sum eina turrisliga lærugrein, ið ikki var líka spennandi sum danskt. Í kanningini hjá Vár í Ólavsstovu kemur greitt til sjóndar, at næm­ingarnir enn halda lærugreinina vera gamaldags og siðbundna, og teir vilja fegin hava, at lærugreinin verður nútímansgjørd. Teir sakna modernitet og víðskygni.
Vár í Ólavsstovu staðfestir, at hvat nyttu viðvíkur, halda næmingarnir ofta danskt vera eitt týdningarmiklari mál enn føroyskt, tí fleiri teirra ætla sær undir framhaldandi lestur í Danmark. Hinvegin hevur føroyskt eina nógv sterkari støðu sum lærugrein, hvat teirra samleika viðvíkur, og næmingarnir »siga frá heitum kenslum og áhuga fyri lærugreinini,« sum Vár í Ólavsstovu málber seg. Hetta er ein mótsøgn. Næmingarnir kenna seg heima í føroyskum, men lærugreinin er ikki nóg forvitnislig og tíðar­hósk-
­andi.
Tær heitu kenslurnar fyri før­oyskum, heldur Vár í Ólavsstovu, eru týðiligt tekn um, at føroyskt er ikki bara ein lærugrein í máli, men ein samleikalærugrein, sum er persónliga, ættarliga, sosialt og tjóðarliga grundað. Næmingarnir hava í sambandi við henn­ara kanningar sagt frá positivum kenslum mótvegis føroyskum, ið ikki samsvara við tað, teir í roynd og veru uppliva í lærugreinini í gerandis­degnum. Hetta kann tulkast sum eitt slag av skyldu, ið næmingarnir kenna mótvegis føroyskum, heldur hon.
 
Kjølfest í føroyskum
Í ritgerðini vísir Vár í Ólavsstovu eisini á, at næmingarnir sakna samrøður og meira tvívegis samskifti í undirvísingini í før­oyskum. Undirvísingin er nógv merkt av, at samskiftið er einvegis, at næm­ingar verða yvirhoyrdir, og lærararnir skriva upp á talvuna. Hetta hevur við sær, at næmingarnir hava ilt við at gjøgnumskoða, hvat endamálið við undirvísingini í grundini er. Kortini eru teir trúgvir ímóti føroyskum. Vár í Ólavsstovu skrivar:
»Skyldan og óttin fyri, at føroyska málið doyr út, eru rættiliga vanligar kenslur millum studentaskúlanæmingar. Tey eru ítøkiliga bangin fyri, at føroyskt skal hvørva, og tað er rættiliga vanligt, at tey eru ímóti, at fremmandaorð verða tikin upp í føroyskt. Nógvir næm­ingar siga tað vera eina týðandi upp­gávu at arbeiða ímóti ávirkan frá danismum og amerikanismum, sam­stundis sum ein minniluti upplivir, at før­oyskt er ov afturlatið fyri upptøku av fremmanda­orðum, og at ov nógv orka verður brúkt at gera nýggj føroysk orð.«
Mótsetningarnir millum danska statin og føroysku tjóðina hevur søguliga elvt til, at føroysktlærugreinin hevur verið eitt politiskt stríðsmál millum føroyskar sjálv­stýrispolitikarar øðrumegin og før­oyskar samríkispolitikarar og danskar ráðharrar hinumegin. Enn tann dag í dag verða føroyskt og danskt sett hvørt upp ímóti øðrum, tá talan er um tímabýti og fakligt innihald. Alt hetta hevur gjørt føroyskt til ein hugsjónar­ligan stríðsspurning. Men nú er nakað nýtt hent.
»Við tíðini er hent eitt paradigmu­skifti í hesum spurningi,« skrivar Vár í Ólavsstovu, sum eisini spurdi næm­ingar­nar um teirra politisku støðu. »Sam­ríkisvongurin vísir í spurnar­skema­kanningunum, at føroyskt er bæði tað persónliga og stovnsgjørda móðurmálið, og teirra tjóðskapur er traditiónsfestur og knýttur at Føroyum. Hetta stendur í greiðum mótsetningi til tann upprunaliga diskursin á hesum økinum, har danskt og Danmark um­boðaðu hesi viðurskifti.«
Síðan skrivar hon: »Fyri sjálv­stýris­vongin er tjóðskapur í stóran mun hug­sjónar­liga grundaður, og hann inni­heldur statsmyndan sum eitt grund­liggjandi aðalmál. Tey lýsa ikki nevni­verda skyldu mótvegis før­oyskt­læru­greinini og føroyskum máli. Tey vísa á, at fyri tey er nýtímansgerð av føroyskt­lærugreinini sera týdningarmikil, um hon skal hava nakra framtíð fyri sær og fyri, um hon skal hava nakra vælvild millum næmingar.«
Eitt eru allir næmingar tó samdir um, skrivar Vár í Ólavsstovu: »Felags fyri allar næmingar er, at Føroyar og før­oysktlærugreinin vísa seg at vera trygdar­havnin, sum tey altíð kunnu venda aftur til, og sum gott er at falla aftur á, um útheimur og tað fremm­anda eru ov beisk og trupul og tey fak­ligu krøvini ov høg og ov trupul at fáa tamarhald á. Sum heild vísa føroyskt­lærugreinin og Føroyar seg sum ein trygdarhavn, ið flestu næmingar knýta at ætt og familju.«