Víkingarnir bastu nógva mótstreyminum

Hóast teir tríggjar ferðir lógu undir og eisini í brotssparkskappingini vóru á veg ímóti tapi, so megnaðu treystu víkingarnir aftur og aftur at svara aftur og at enda at fara avstað við steypinum

Jóannes Hansen

Í mest víðgongdu útgávuni eru tað tvey sløg av fótbóltsdystum. Í øðr­um borðinum eru tað upp­gerð­irnar, tá ið dentur fyrst og fremst og við­hvørt tíverri mest sum bara verð­ur lagdur á verjupartin. Í hinum borðinum eru tað uppgerðirnar, tá ið tað verður fokuserað á álopi og møguleikarnar at skora mál í vónini um, at tað fer at eydnast at skjóta í hvussu so er eitt mál meiri enn mótstøðuliðið.
Brigdini og møguleikarnir eru nógvir millum hesar báðar út­gáv­urnar.
Leygarkvøldið spældu EB/Streymur og Víkingur steypafinalu, og tað var ikki hissini finala. Báðir partar vóru tilvitaðir um, at nú galt tað um at leypa á og harvið at vera við til at standa fyri undirhaldi fyri allar pengarnar.
Talan var um treytaleysan álops­fótbólt, og báðir partar eiga rós fyri at hava verið við til at mynda eina tað mest minnisríku og dramatisku finaluna í føroysku steypasøguni, sum røkkur aftur til 1955. Tað var tætt og harvið spennandi í tveir klokkutímar, og talan var fyri tað mesta um væl skipað fótbóltsspæl.
Í føroyskum fótbólti verður ofta sparkað í so nógv, og í føroyskum fótbólti er tað ofta soleiðis, at dygdirnar í samanspælinum ikki eru sjónskar á síðsta triðinginum av vøllinum. Soleiðis varð tað ikki leygar­kvøldið. Leikararnir bjóðaðu seg til, teir dugdu væl við bóltinum, teir fluttu seg væl, og ofta var hugflogið stórt, og so var tað bæði krossur og slanga, at ikki færri enn seks mál vórðu skorað í 120 minuttir, og at brotssparkskappingin varð so spennandi og dramatisk.

Á kambinum og í dalinum
Tríggjar ferðir í vanligu leiktíðini og hálva tímanum í longdu leik­tíð­ini var EB/Streymur á odda. Allar tríggjar ferðirnar megnaði Víkingur at svara aftur. Tað boðar frá samanhaldi og fínum lið­av­riki, sum at enda varð lønt við sigr­inum og harvið aðru aktiuni í løgmans­steypinum, sum tað hevur verið spælt um síðani 2009. Fyrsta árið vann Víkingur, og síðani hevur EB/Streymur vunnið tvær ferðir.
Teir í Sundalagnum vóru tríggj­ar ferðir á veg ímóti sigrinum. Í brotssparkskappingini vóru teir eisini omaná, men so kiksaðu tveir teirra, sum so ofta hava verið bjargingarmenninir, tá ið tað hevur staðið nógv á. René Tórgarð sendi bóltin við síðuna av málinum, og Geza Turi, sum var ein av hetjunum á Víkingaliðnum, bjargaði skotinum hjá Arnbirni Hansen.
Toppskjúttin er ikki hundrað prosent. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann var orsøkin til órógv ta løtuna, sum hann spældi. Eingin tóktist hugaður at taka ábyrgdina á seg at skjóta sjeynda brotssparki hjá EB/Streymi, eftir at Erling Jacobsen hevði skorað til 8-7. Teir hugdu allir upp á Arnbjørn, sum ikki var álvuligur við støðuna, men hann tók ábyrgdina á seg, og tá ið hann hevði sent bóltin í føturnar á Geza Turi, var eingin endi á fagnaðinum millum teir ljósabláu á vøllinum og teirra viðhaldsfólk.
EB/Streymararnir vóru fattir, hóast talan sjálvsagt var um stórt vónbrot, nú teir mistu á stokkinum, eftir at teir fleiri ferðir høvdu verið á veg ímóti triðja finalusigrinum á rað. Hetta gjørdist ikki teirra dagur, og tað varð staðfest, at tað altíð er øgiliga strevið hjá teimum, tá ið Víkingur er mótstøðuliðið.
Longu í gjár snaraðu teir sær burtur frá vónbrotinum og fóru at fyrireika seg til lands­kapp­ingar­dystin í Fuglafirði mikukvøldið. Tað verður stór avbjóðing, nú fyri­treytirnar verða so nógv øðrvísi enn hjá mótstøðumonnunum. Men tað ræður um at halda fram at stríðast fyri at verja fremsta plássið í lands­kappingini, nú møguleikin at vinna greipuna hvarv í ljóshavinum á Tórsvølli.

Vinnararnir
Víkingur legði ógvuliga bragdliga fyri, og víkingarnir vóru alla tíðina álopssinnaðir. Vongverjarnir báðir – Bárður Hansen í høgru og Hanus Jacobsen í vinstru – vóru framrættaðir og raskir, Hans Jørgen Djurhuus líktist sær sjálv­um í ágrýtni og máltevi og Sølvi Vatnhamar og serliga Kaj Leo í Bartalsstovu megnaðu nógv í saman­spæl­inum og vístu stórar dygdir í ein­mans­avrikum.
Filip Djordjevic var fremsti maður, og hjá honum haltaði tað í orðsins sanna týdningi. Evnaríki og væl upplagdi Benjamin á Víkinga­liðnum varð heilt skjótt skaddur í nærdysti, og harvið hevði hann ikki møguleika at folda seg hundrað prosent út.
Niclas Niclassen var skilagóður verjukendur miðvallari, og Evrard Blé vísti sannan klassa – eldhugaður og skilagóður bæði við og uttan bólt var hann besti maður á vøllinum.
Atli Gregersen koyrdi á sínar menn, og tað var týðuligt, at av­rátt var, at Víkinga liðið alt sum tað var skuldi vera frammarlaga. Skila­góði og skjóti Erling Jacobsen var garderingin, tá ið kviku og rapp­fótaðu mótstøðumenninir royndu seg í skjótum umstillingum, og Geza Turi var eyðsýndur – ikki minst í brots­sparkskappingini, tá ið hann bjargaði tvær ferðir.
Hugburðurin og stríðsviljin vóru framúr, og at enda hevði tað av­gerandi týdning, at víkingarnir – hóast illa sølaðir og púra útlúgvaðir – ferð eftir ferð megnaðu at reisa seg og svara aftur. Tað boðar frá, at Jógvan Martin Olsen hevur fingið nógv burturúr tilfeinginum.


Tapararnir
Heðin Askham plagar at vinna steypa­finalur. Frammanundan hevði hann vunnið eina ferð við B36 – ímóti EB/Streymi – og tvær ferðir við EB/Streymi. Nú hevur eisini Heðin royndina av at standa eftir við ongum, men fallið var verdugt og als einki at skammast yvir.
Tað kom dátt við, at Egil ikki var førur fyri at spæla, og at Arnbjørn bara megnaði ein hálvan tíma. Leif Niclassen og Hans Pauli Samuelsen vóru rappfótaðir og hug­flogsríkir, sum vit kenna teir, og Niels Pauli Danielsen vísti við stór­um arbeiðssemi og sjálvsáliti, at hann væl er førur fyri at vera við á hægsta støði. Pauli G. Hansen var so skilagóður, sum hann plagar, hóast hann var so mikið darvaður, at hann noyddist av vøllinum, og Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen ofraðu seg. Gert Hansen og Jónhard Frederiksberg bjóðaðu seg fram í álopspartinum, og tað var Jónhard Frederiksberg, sum eftir snilt samanspæl í vinstru setti hol á. Hann plagdi at skjóta nógv mál, men nú er tað rár hending, at veteran­urin skorar.
Marni Djurhuus og Sorin Anghel vóru tryggir miðverjar, og René Tórgarð vísti fleiri bjargingar. Iva­leyst iðra bæði hann og venjarin seg um, at hann skuldi skjóta brots­spark, tá ið ábyrgdin var so stór at verja fyri spørkum úr ellivu metrum.

Topparnir
Víkingur var bragdligur fyrstu løt­una. Tí mundi tað kennast sum klútur í andlitið, tá ið EB/Streymur setti hol á eftir hálvan tíma.
Eftir steðgin var Víkinga trýstið øgiligt. Fleiri sera spentar horna­sparksstøður stóðust av. Kaj Leo í Bartalsstovu og Hans Jørgen Djurhuus drógu nógv inn í mið­ásin fyri at geva pláss fyri vong­verj­unum, og teir vóru báðir málsóknir. Hans Jørgen stýrdi bóltin í málið til 1-1 eftir horna, og eftir at Blé hevði roynt seg við fluktara.
Málið var sambært dystar­gongdina fyrstu løtuna eftir steðgin. Eitt korter seinni var EB/Streymur aftur frammanfyri. Dagfinn Forná, sum var góður dóm­ari, peikaði á ellivu metra blettin, eftir at bólturin hevði rakt armin. Summir døma í sovornum støðum, og Levi Hanssen var tryggur av brotssparksblettinum. Løtu seinni helt dómarin linjuna, tá ið hann peik­aði á ellivu metra blettin í hinum endanum, og Atli Gregersen var tryggur.
So var neyðugt við longdari leik­tíð, og tað gjørdist eitt drama, sum tað leingi skal leitast eftir. Fleiri lógu við krampa á nýggja og harvið tunga undirlagnum, Pætur Dam Jacobsen sá reytt eftir annað gula kortið, og tað kendist sum mønu­stingurin, tá ið Leif Niclasen eftir snilda fríspæling frá Arnbirni Hansen legði EB/Streym framum 3-2.
Víkingur varðveitti høvdið so kalt, sum tað ber til undir sovornum umstøðum. Atli Gregersen varð sendur fram í álopið, og hóast tað í onkrum førum varð sparkað langt og høgt, so var talan eisini um væl spæld álop. Tað var eftir eitt sovorðið, har innskiftu Joseph Bassene og Fritleif í Lambanum vóru inn­blandaðir, at bólturin datt fyri føt­urnar á innskifta Hjartvardi Hansen, sum skoraði.
120 minuttir og so var líka vítt sum sítt.
Tvær ferðir í brotssparks­kapp­ingini lá Víkingur undir, men kort­ini megnaðu illa sperdu og sølaðu víkingarnir at standa sum sigurs­harrar. Hóast mótstreymurin hevði verið øgiligur!