mettu ta ferðina, at tað var ráðiligt at rógva kapp, og róðrarnir vórðu ikki útsettir. Men ímillum róðrarfólkini og áskoðararnar vóru tað fleiri, sum hildu, at tað var í so nógv gjørt av, at teir ikki útsettu [...] Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini. Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum menn [...] menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað? Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan
Barnabati sigur, at tað er tað fíggjarliga grundarlagið, tey hava at virka á, at tey siga, at tey ikki fáa hjálpt børnum og ungum við ymsum trupulleikum, so væl, sum ynskiligt er. – Nógv børn og ung í Føroyum [...] tey í Barnabata. Tey siga, at tey hava roynt at lofta hesum børnum og í hesum sambandi hava tey stovnað Tú & Eg ráðgevingina, har tað ber til hjá børnum og ungum at ringja at greiða frá sínum trupulleikum [...] vart við, at børn og ung í Føroyum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi, fáa ikki ta hjálp tey eiga at fáa. Tað ger Barnabati vart við í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú Løgtingið fer at samtykkja
sigur hann. ? Tað er neyðugt at vita frá byrjan, hvat skal til, og hvussu vit eiga at satsa. Kristian Magnussen vísir á, at tað er neyðugt at víðka um føroyska inntøkugrundarlagið, og at tað kann gerast [...] tíðina vitað, at tað ikki fer at verða lætt, men við eitt sindur av hepni eigur tað at bera til. Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, í sambandi við, at hann nú er farin undir at kanna møguleikarnar [...] valið, so fari eg at gera mítt til at minna flokkin á, at hetta er nakað, sum kann vera vert at satsa uppá, sigur hann. Kristan Magnussen vísir á, at ein hugburðsbroyting má til, og at aðrir politikarar
soleiðis, sum tað við undanfarnu kappingum í huga, kundi hugsast, at tað fór at verða. Eysturoyingur megnaði ikki at svara aftur, og á málinum var Klaksvíkingur gott og væl leysur av kappingarneytanum. - [...] . Staðfesta at teir eru best Eingin fer at taka fyrsta FM heitið nakrantíð frá Klaksvíkingi. Men sjálvandi fara teir har umborð at gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at staðfesta, at eisini í kapprógving [...] Klaksvíkingur bestur. Tað er altso framvegis nógv eftir at vísa og kappast um. Unga manningin umborð á Vestmenningi vísti við at vinna triðja plássið, at tað er góður møguleiki fyri, at Vestmenningur um ikki
blaðungur, hevur viðurkent tað, sum hendi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk verða ákoyrd á gonguteigum og nú fer løgreglan út á Argir at hyggja at umstøðunum. Endamálið er at fáa greiði á, um nøkur serlig [...] kann vera sum ger sítt til, at slíkt hendur. Í hesum sambandi fer løgreglan at kanna, hvussu gott ljósið er við gonguteigin, ella um aðrar umstøður eru, sum eiga at verða broyttur. Hesa tíðina er tað myrkt [...] harður, men maðurin fór um koll og hevur skurðslað seg. Men tað ringasta er, at í fallinum sló hann eisini andlitið í og breyt framtenninar. Sjúkrabilur varð boðsendur so at maðurin kundi koma undir læknahond
men eg minnist ikki, at nakað hevur verið so grelt, sum tað er nú. Tað sigur seg sjálvt, at tað onkuntíð hevur verið strævið og kanska eitt sindur illsligt. Men nú haldi eg tað fer heilt av sporinum. Eg [...] húsum til hús. Bara tað er ein kunstur. Maður mín spyr meg, nær heimahjálpirnar koma. Og tær eru góðar við hann, og hann við tær. So tá man hoyrir, at eitt felag er sett á stovn fyri at knúsa heimahjálpirnar [...] ljóðar tað sera ódámligt. Tað mega vera aðrir mátar at loysa trupulleikarnar á. Farið altíð til kelduna sjálva - í hesum førinum heimarøktina. Setið tykkum niður andlit til andlits, tá skal tað verða løgið
ongum til at vera eitt veruligt alternativ og í tí sambandi hava vit keypt tyrlur og vant starvsfólk. - Men er tað ikki rætt, at gjøgmumskygni manglar, tí tá ið teknikarar arbeiða, kann tað vera torført [...] mangt og hvat, men at hettar hevur verið á púra óformligum støði. Hvat heldur tú so um tað, at orð, sum møguliga eru søgd í veitslulagi, enda á hægsta politiska stigi? - Tað er als ikki vanligt, at tað, [...] fyrra hálvár í ár. Hvussu seinna hálvár fer at roynast, er ilt at siga, men roknskapurin í ár skal eisini metast í ljósinum av, at vit hava havt eina vanlukku og at vit hava havt eitt flogfar niðri í Basel
binda seg til at bora ein brunn innan 2009. Feløgini meta møguleikan at finna olju ella gass vera so mikið góðan, at tey hava boðið sær at bora ein brunn. Fyri føroysku oljumyndugleikarnar er tað sera kærkomið [...] tvey til trý árini fara at siga okkum púra greitt, hvønn veg tað fer at bera her í Føroyum. Tvs. at tá vit skrúva tíðina trý ár fram vita vit við rímuligari vissu, um Føroyar vera eitt oljuland ella ein [...] eg trúgvi, at tá søgan verður skrivað um ein mansaldur, fer hon at siga, at fyrsti parturin í hesi øldini var ein veldug broytingartíð í Føroyum. Um trý ár síggja vit, hvønn veg tað ber og sjálvur vænti
frá Sjónvarpi Føroya til Televarpið. Hetta fer at merkja broytingar fyri SvF, og hesar broytingar kosta sjálvsagt. Men Televarpið sigur seg vera sinnað til at gjalda ein part av hesum kostnaðinum. ?Vit [...] Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, sigur, at Televarpið er áhugað í at fáa digitalt signal beinleiðis frá kelduni, sum hann málber seg. Hetta merkir, at eitt talgilt signal verður sent beinleiðis frá [...] munandi betur enn analog, og møguleiki verður væntandi at senda munandi betur stereo ljóð. Tekniski leiðarin hjá Sjónvarpi Føroya, Jón Heðin Tróndheim, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at myndagóðskan frá umgjørda
sigur seg tora at lova fólki, at tað fara ikki at koma jarðskjálvtar í Føroyum, sum skaði fer at standast av. Hvat oljuleiting viðvíkur so heldur Martin Heinesen ikki, at hetta kann koma at skaða nakað. [...] hann men vísir á, at tað menn vita um, so hava ristingar verið eina ferð áður. Tað var í 1967, at undirlendið í Vági og har í nánd risti so mikið, at fólk gjørdust rættiliga kløkk og bangin. Tá varð nógv [...] olju her hjá okkum, men tað er gott at hava hesa vitan, tí hon kann verða hent í øðrum samanhangi eisini, tvs. í tí at kunna skilja alla jarðfrøðina um hesar leiðir. Tað er gott at hava dokumentatión fyri