Hava ongar ætlanir at knúsa Faroe Jet

- Tað er als ikki vanligt, at tað, sum verður sagt ímillum handilsligar partar í eini veitslu, verður tikið framaftur alment og enntá borið fram á politiskum stigi. Tað eigur heldur ikki at koma fyri. Eg haldi, at støðið í kjakinum eigur at verða hægri enn hetta, sigur Christian Andreasen

-Tað er ikki okkara endamál at knúsa Faroe Jet.
Christian Andreasen er nevndarformaður í Atlantsflogi og hann vísir heilt avgjørt tí aftur, at  Atlantsflog arbeiðir fyri at beina fyri kappingarneytanum, Faroe Jet.
Á Landsfundinum í Fólkaflokkinum leygardagin, segði nevndaformaðurin í Faroe Jet, Knút Lútzen, at marknaðarleiðarin í Atlantsflogi, hevur sagt við stjóran og eitt annað starvsfólk hjá Faroe Jet, at hansara einasta endamál var at knúsa Faroe Jet.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, tók hetta í so stórum álvara, at hann bar tað fram á fundi við nevndarformannin í Atlantsflogi longu mánamorgunin.
Christian Andreasen sigur, at fundurin var avtalaður langt áðrenn hetta kom fram, men landsstýrismaðurin greiddi honum frá, hvat í marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi skal hava sagt, eftirtí, sum kom fram á landsfundinum
- Eg kundi bara boðað landsstýrismanninum frá, at tað er ikki eitt endamál hjá Atlantsflogi at beina fyri Faroe Jet.
- Men eru orðini fallin soleiðis, eru tey ikki umboðandi politikkin hjá Atlantsflogi.
Christian Andreasen leggur kortini afturat, at hann kann ikki taka dagar ímillum, hvat er sagt og ikki.
Men honum er fortalt, at Faroe Jet og marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi hava sitið saman í veitslulagi í Íslandi og práta saman um mangt og hvat, men at hettar hevur verið á púra óformligum støði.
Hvat heldur tú so um tað, at orð, sum møguliga eru søgd í veitslulagi, enda á hægsta politiska stigi?
- Tað er als ikki vanligt, at tað, sum verður sagt ímillum handilsligar partar í eini veitslu, verður tikið framaftur alment og enntá borið fram á politiskum stigi. Tað  eigur heldur ikki at koma fyri. Eg haldi, at støðið í kjakinum eigur at verða hægri enn hetta, sigur Christian Andreasen.
- Hinvegin kann eg gera greitt, at slíkt skal marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi ikki siga, so eru orðini fallin, eru tey skeiv, tí tað hevur ongantíð verið okkara endamál at beina fyri Faroe Jet.
- Hetta eru ikki útsagnir, eg á nakran hátt kann taka undir við, leggur hann afturat.
Christian Andreasen sigur, at hann fer at kanna málið, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur biðið um og so fær landsstýrismaðurin eina fráboðan um úrslitið.
 
Beinleiðis ósatt 
Annars vísir Christian Andreasen á, at nógv av tí, sum Faroe Jet hevur ført fram ímóti Atlantsflogi seinastu dagarnar, er beinleiðis ósatt.
Og hann hevur lítlan hug at vera við í einum orðaskifti á hesum støðinum.
Eitt, sum Faroe Jet hevur ført fram, er at Atlantsflog hevur hall í ár.
- Tað er skeivt. Vit høvdu ein hampiliga stórt avlop fyrra hálvár í ár. Hvussu seinna hálvár fer at roynast, er ilt at siga, men roknskapurin í ár skal eisini metast í ljósinum av, at vit hava havt eina vanlukku og at vit hava havt eitt flogfar niðri í Basel sum hevur fingið skaða. Av hesum orsøkum hava vit verið noydd at leiga flogfør til okkara uppgávur, og hettar hevur kostað okkum nógvan pening.
- Hvørja ávirkan tað fer á endaliga úrslitið, ber ikki til at siga enn.
Christian Andreasen sigur, at verður roknskapurin hjá Atlantsflogi ikki tann besti í ár, er tað sostatt ikki tí at feleagið tilvitað hevur lækkað prísirnar fyri at køva Faroe Jet.
- Vit hava altíð sum mál at forvinna pening og tað málið hava vit eisini í ár, akkurát sum øll hini árini. Vit reka felagið á handilsligum grundarlagið burturav, tað skal ikki verða nakar ivi um tað.
- Men hinvegin kostar tað at kappast. Tá ið Faroe Jet lækkar prísirnar, noyðast vit sjálvandi at fylgja við fyri at standa okkum í kappingini, akkurát sum vit gjørdu, tá ið við kappaðust við Maersk. Atlantfslog hevur altíð verið í kapping, við undantaki av tíðini frá tí at Maersk gavst til Faroe Jet byrjaði. Tí er tað beinleiðis skeivt at siga, at vit hava havt einkarrætt. Atlansflog hevur ongantíð havt einkarrætt til flúgvingina, soleiðis sum Faroe Jet tvíheldur um.
- Men vit noyðast sjálvandi alla tíðina at laga okkara prísir eftir teimum umstøðum á marknaðinum. Tað sigur seg sjálvt. Tó skal viðmerkjast, at Atlansflog ikki í fullan mun hevur tillaga prísirnar mótvegis Faroe Jet. Eitt nú hava vit ikki innført tann prísbygnaðin, sum Faroe Jet byrjaði við, og hettar er eitt gott dømi um, at kappingin seinastu mánaðirnar hevur verið á einum náttúrligum støði, sigur nevndarformaðurin.
Hann sigur, at tað er eisini ósatt, tá ið Faroe Jet sigur, at Atlantsflog fær almennan stuðul.
Í hesum sambandi sipa teir til, at Atlantsflog fær játtan á fíggjarlógini til tyrlutænastuna.
- Raksturin av tyrlutænastuni ríður um snarið hvørt ár. Hon er ikki nakar fongur hjá Atlantsflogi, tí hon tyngir raksturin nógv.
- Vit hava bygt tænastuna upp úr næstan ongum til at vera eitt veruligt alternativ og í tí sambandi hava vit keypt tyrlur og vant starvsfólk.
- Men er tað ikki rætt, at gjøgmumskygni manglar, tí tá ið teknikarar arbeiða, kann tað vera torført at siga, um teir arbeiða fyri Atlantsflog ella fyri tyrlutænastuna.
- Tað kann vera. Men vit hava serskildan, grannskoðaðan, roknskap fyri tyrlutænastuna hvørt ár. Tað kann eisini vera ein spurningur, nær leiðslan skal skriva rokningar til tyrlutænastuna, uttan at hann ger tað. Sami trupuleikin kann taka seg upp í sambandi við felags útreisðlum. Men samanlagt er roknistykkið heilt avgjørt ikki til ófyrimuns fyri landskassan, staðfestir nevndarformaðurin í Atlantsflogi.
 
Kennist løgið
Nú sigur Landsstýrismaðurin í vinnumálum, at hann hevur heitt á landsstýrið og øll aðalráðini um at brúka Faroe Jet, har tað ber til. Nú umboðar Bjarni Djurholm partaeigaran í Atlantsflogi, sum er Føroya fólk. Og sum slíkur hevur hann væl skyldu til at royna at fáa felagnum eitt so gott úrslit sum gjørligt. Hvat sigur tú til slíka framferð?
- Eg skal ikki leggja meg út í, hvat landsstýrismaðurin ger, so hetta havi eg ongar viðmerkingar til. Men tað kennist eitt sindur løgið, at okkara partaeigari mælir sínum baklandið til at brúka kappingarneytan. Hettar tykist eitt sindur óvanligt, sigur Christian Andreasen.