Avgerðin hjá italska oljurisanum ENI, eitt av heimsins størstu oljufeløgum saman við Føroya Kolvetni at fara undir boring í sínum 9 ára loyvi innan fyri trý ár er einki minni enn ein lítil kollvelting fyri føroyska oljuleiting. Tí við hesi avgerð verður kontinuitetur, framhald í leitingini fleiri ár fram, og tað er bæði gott fyri vinnuliga virksemið og fyri leitingina sjálva. Hetta heldur landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, nú tey bæði oljufeløgini hava gjørt av ikki at lata aftur til myndugleikarnar sítt 9 ára loyvi men tvørturímóti at gera tað virkið.
Tá ENI og Føroya Kolvetni ár 2000 fingu tillutað tvey loyvi, vóru hesi eitt 6 ára loyvi og eitt 9 ára loyvi. Feløgini boraðu ein brunn í 6 ára loyvinum nøkur ár herfyri. Hann var turrur. Tí hevur verið mett, at feløgini kanska fóru at lata 9 ára loyvið, sum liggur tætt upp at tí turra brunninum aftur. Nú freistin fyri at kunna varðveita 9 ára loyvið gekk út, hava feløgini so tvørturímóti valt at binda seg til at bora ein brunn innan 2009. Feløgini meta møguleikan at finna olju ella gass vera so mikið góðan, at tey hava boðið sær at bora ein brunn. Fyri føroysku oljumyndugleikarnar er tað sera kærkomið, at ENI verður verandi her. Eitt skifti ljóðaði, at stóri italski oljugiganturin fór úr Føroyum.
Her er annars talan um eitt sera spennandi øki, sum ENI nú skal menna til boring, á tí sonevnda Corona Rygginum. À hesi jarðfrøðiligu leið eru longu gjørd fleiri stór oljufund, eitt nú fyri norðan Rosebank/Lochnagar oljufeltið við Chevron og Cambo/Lindisfarne oljufeltið við Amerada Hess. Eisini er oljufeltið Suilven í grannalagnum. Øll hesi trý fundini verða helst bygd út til framleiðslu komandi árini. Aftrat hesum kemur at fleiri brunnar verða boraðir í ár og komandi árini í Anne Marie umhvørvinum. Graham Steward, stjóri í Føroya Kolvetni sigur, at talan er um eitt sera áhugavert og lovandi øki. Við hesum brunninum hevur felagið tríggjar brunnar á skránni komandi árini, umframt Anne Marie, eisini Brugduna og Freya, sum liggur norðan fyri Clairfeltið á bretskum øki. Aftrat hesum hevur Føroya Kolvetni eisini eitt áhugavert øki sunnan fyri Føroyar, nevnt Rannvá.
Trý 9 ára loyvi virkin
Herfyri gjørdu hini feløgini, sum høvdu 9 ára loyvi av, at fara undir at bora tveir brunnar í hesum loyvum. Hetta heldur landsstýrimaðurin vera eina sera positiva gongd og heldur fyri, at tey fólk, sum frá fyrstan tíð hava fyrireikað leitiumførini á landgrunninum, hava verið sera framskyggin og dugnalig. Landsstýrismaðurin, sum hevur undirskrivað nýggju avtaluna, heldur eisini, at okkara fólk í Jarðfeingi hava gjørt eitt framúr gott arbeiði.
Nú Jarðfeingi hevur gjørt avtalu við hesi bæði oljufeløgini liggur ein rættiliga greið og spennandi leitiætlan fyri framman. Í summar bora 8 oljufeløg við Statoil á odda Brugdubrunnin. Ì 2007 bora 3 oljufeløg við BP á odda Williambrunnin, og í 2008 ella 2009 bora tvey oljufeløg við ENI á odda Anne Marie brunnin. Aftrat hesum hava røddir verið frammi um, at Chevron møguliga fer at standa fyri eini boring í 2007 ella 2008. Hetta merkir samanlagt, at vit kunnu fáa 4 leitibrunnar boraðar komandi 4 árini.
Broytingartíðir
Landsstýrismaðurin í oljumálum er sera fegin um hesa gongd: -Tær komandi boringarnar tey næstu tvey til trý árini fara at siga okkum púra greitt, hvønn veg tað fer at bera her í Føroyum. Tvs. at tá vit skrúva tíðina trý ár fram vita vit við rímuligari vissu, um Føroyar vera eitt oljuland ella ein gassframleiðari ella ikki. So vit liva í eini spennandi tíð. Vit tosa um broytingartíðir, tá einahandilin varð avtikin, um tíðina fyrst í síðstu øld, tá politisku flokkarnir tóku seg upp, og vit tosa um tíðina eftir seinna heimsbardaga, tá tað eisini vóru politiskar rembingar í Føroyum sum enn eina týðandi broytingartíð. Men vit liva sanniliga eisini í eini broytingartíð nú, so eg trúgvi, at tá søgan verður skrivað um ein mansaldur, fer hon at siga, at fyrsti parturin í hesi øldini var ein veldug broytingartíð í Føroyum. Um trý ár síggja vit, hvønn veg tað ber og sjálvur vænti eg, at tað verður positivt.
Føroyar strategiskan týdning
Landsstýrismaðurin hevur annars fest seg í tann áhuga og týdning, sum olja og gass hevur í heiminum í dag og heldur fyri, at Føroyar í framtíðini sum olju- og gassframleiðari eisini kunnu fáa sín strategiska týdning. Kolvetni hevur samanlagt veldugan strategiskan áhuga hjá londunum nær okkum, her ikki minst hjá bretum, sum á hernaðarøkinum eru eitt heimsveldi. So teir hava sjálvsagt áhuga í møguligum gassi úr føroysku undirgrundini. Tað styrkir so okkara møguleikar at vera partur av eini framtíðar strategi, sum kann koma okkum til góða. Men vit mugu ansa eftir ikki at kanna okkum skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Hesaferð hava vit tó valt at vera varin og ikki at vera alt ov bjartskygd, hóast eg haldi útlitini eru kanska líka góð samanlagt sum í 2001.