Sinnaðir at fíggja talgilding

Stjórin í Televarpinum sigur, at teir eru sinnaðir til at gjalda ein part av kostnaðinum fyri at digitalisera signalið beinleiðis frá SvF

SJÓNVARP

Um stutta tíð kemur SvF eisini á móttakaran hjá Televarpinum. Hetta hava teir skyldu til sambært kringvarpslógini, men higartil hava ymsir tøkniligir trupulleikar forða fyri, at Sjónvarp Føroya er við.
Útgerð, sum skal gera analog signalið um til talgilt signal, er á veg úr Onglandi. Innan leingi skuldu Televarp-kundar fingið SvF á tveimum netum.
Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, sigur, at Televarpið er áhugað í at fáa digitalt signal beinleiðis frá kelduni, sum hann málber seg.
Hetta merkir, at eitt talgilt signal verður sent beinleiðis frá Sjónvarpi Føroya til Televarpið. Hetta fer at merkja broytingar fyri SvF, og hesar broytingar kosta sjálvsagt. Men Televarpið sigur seg vera sinnað til at gjalda ein part av hesum kostnaðinum.
?Vit vilja fegnir bjóða okkara kundum nøkur langtíðar tilboð, har vit hava eitt so gott produkt sum gjørligt. At senda SvF í bestu góðsku er eisini eitt forkunnugt tilboð til okkara kundar, sigur Tróndur Djurhuus.
Tá sent verður talgilt verður góðskan munandi betur enn analog, og møguleiki verður væntandi at senda munandi betur stereo ljóð.
Tekniski leiðarin hjá Sjónvarpi Føroya, Jón Heðin Tróndheim, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at myndagóðskan frá umgjørda analog signalið í besta føri verður eins góð og tann verandi góðskan á analog sendinetinum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá sjónvarpsstjóranum.