Fleiri enn 3000 sóu kappróðurin

Kappróður: Streymurin spældi fyrireikarunum eitt puss, og tí bar ikki til at senda fyrstu bátarnar avstað til ásettu tíðina

Vestmenningar kendu tað soleiðis leygardagin, sum at talan var um takk fyri seinast. Tá vestanstevnan var í Vestmanna fyri fýra árum síðani, vóru líkindini so vánalig, sum tey kunnu vera hesa ársins tíðina. Teir í Róðrarsambandinum mettu ta ferðina, at tað var ráðiligt at rógva kapp, og róðrarnir vórðu ikki útsettir. Men ímillum róðrarfólkini og áskoðararnar vóru tað fleiri, sum hildu, at tað var í so nógv gjørt av, at teir ikki útsettu kappingina til sunnudagin.

Leygardagin vóru líkindini til kappróður í Vestmanna so góð, sum tey kunnu hugsast at vera. Sjógvurin lá sum ein sveiti, sólin skein oman og niðan, og tað var logið við fólki kring alt kappróðrarøkið ? bæði niðri við sjógvin og uppi á Oyggjarvegnum.

2000 atgongumerki vórðu seld, og hetta er tað mesta nakrantíð í teimum trettan vestanstevnunum, sum hava verið í Vestmanna. Hetta gav eitt hundrað túsund krónur í felags kassan hjá VÍF. Og tað fløddi meiri enn so í felagskassanum. At veðrið var gott gjørdi sítt. At Vestmenningurin fyri fyrstu ferð í 48 ár vann í heimasjógvi gjørdi hýrin serliga góðan í Vestmanna. So nógv fólk vitjaði tiltøkini, sum tað ongantíð áður hava gjørt, og inntøkan hjá VÍF var fleiri ferðir tað, sum hon var fyri fýra árum síðani.

Tá tað í yvirskriftini verður sagt, at tað vóru fleiri enn 3000 fólk til kappróður, so sær roknistykkið soleiðis út: Umframt tey 2000, sum rindaðu atgongugjald, var ein rúgva av børnum og hugdi at. Kappróðrarfólkini og hjálparfólkini mundu tilsaman telja út ímóti seks hundrað, og so er ikki so langt upp til 3000. Og tá hava vit ikki talt øll tey uppí, sum í Vestmanna hava møguleika at síggja kappróður heima við hús.


Vóru seinkaðir

Tað gekk meiri enn eitt korter frá ásettu róðrartíðini og inntil dreingjabátarnir vórðu sendir avstað. Orsøkin til seinkingina bendir á, at tað er og fer altíð at verða trupult at skipa fyri kappróðri í Vestmanna.

Teir spentu fasta startin trý korter undan ásettu róðrartíðini. Tá var eystfall, og hóast mysingin var spøk, so bilti tað. Línan í hanafótinum rak framvið startinum og fløktist uppí, og teir vórðu noyddir at kubba og leggja av nýggjum. Í fyrstu kappingini vóru bátarnir ikki fastir í startinum, tá teir fóru avstað.

Tá hetta var komið upp á pláss gekk tað við tí rúkandi ferð. Tað gekk so skjótt fyri seg, at teir við vilja pjakaðu sær eitt sindur síðstu løtuna. Í tí góða veðrinum skuldu áskoðararnir hava møguleika at nýta sólina, meðan teir bíðaðu eftir, at spenninguirn skuldi verða útloystur.

Men Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, sum sjálvur róði við gamla Vestmenninginum ella Vestmannabátinum, heldur, at tað ikki er nakað serligt at rógva kapp á teininum, sum teir brúktu hesa ferð: - Tá 10?mannaførini gjørdu seg klár var vestfallið tveir tímar gamalt. Tá var heilt týðuligt, at tað vóru stórir trupulleikar at halda bátunum uppí. Umstøðurnar hesa ferð vóru góðar. Vit kunnu einki gera við veðrið, men um vit eina aðra ferð skulu brúka sama málið, sum vit brúktu hesa ferð, so má vestanstevnan í Vestmanna leggjast eitt vikuskifti, tá tað er streymloysi, heldur róðrarformaðurin í Vestmanna, sum ikki nú dugir at siga, um teir fara at umhugsa ein annan róðrartein í Vestmanna.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard