Eysturoyingur og Klaksvíkingur borð um borð. Tað var myndin á startsmálinum á Fjarðastevnu í Vestmanna. Eftir startspurtin lógu teir bestu framvegis borð um borð. So fór Klaksvíkingur eitt vet framum, og hóast munurin leingi ikki var so ógvuliga stórur, so vóru tað teir umborð á hvíta bátinum, sum sóu aftur á Eysturoying.
Klaksvíkingur økti, og tá ið munurin var vorðin tað mesta av einari bátslongd, og endaspurturin nærkaðist, gjørdist tað ikki soleiðis, sum tað við undanfarnu kappingum í huga, kundi hugsast, at tað fór at verða. Eysturoyingur megnaði ikki at svara aftur, og á málinum var Klaksvíkingur gott og væl leysur av kappingarneytanum.
- Startspurturin hjá okkum var ikki nóg góður, og tað kostaði, staðfesta teir umborð á Eysturoyingi.
Klaksvíkingur er undan tveimum teimum síðstu kappingunum stórfavorittur at vinna FM. Eysturoyingar ætla sær ikki at leggja kongin í kappingini. Men teir hugsa ikki um FM heitið:
- Nú hava vit vunnið tveir róðrar í kapprógving við Klaksvíking, og Klaksvíkingur hevur vunnið tvær ferðir móti okkum. Tað stendur altso 2-2, og tað eru tvær kappingar eftir. Í okkara verð telur róðurin á Skálafjørðinum ikki við. Tá kappróðu vit als ikki, verður sagt umborð á Eysturoyingi.
Staðfesta at teir eru best
Eingin fer at taka fyrsta FM heitið nakrantíð frá Klaksvíkingi. Men sjálvandi fara teir har umborð at gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at staðfesta, at eisini í kapprógving við næsta kappingarneytan er Klaksvíkingur bestur. Tað er altso framvegis nógv eftir at vísa og kappast um.
Unga manningin umborð á Vestmenningi vísti við at vinna triðja plássið, at tað er góður møguleiki fyri, at Vestmenningur um ikki so langa tíð aftur fer at verða á aldukambinum. Fjórða plássið hjá Havnarbátinum var enn eitt vónbrot í róðrarárið, sum heilt má roknast at vera miseydnað, tá ið hugsað verður um søguna hjá bátinum og ætlanirnar og vónirnar fyri hesum árinum.
Skálabáturin og Nólsoyingurin vóru í tættari kapping um fimta plássið. Teir komu á mál lítla bátslongd aftanfyri Havnarbátin. Vágbingur, sum framvegis er stigaleysur, var aftastur.










