Eg má beinan vegin siga, eg eri ikki í tí kórinum, sum niðurgerð heimahjálpirnar, sjúkrasystrarnar og leiðsluna.
Eg var á einum fundi í Miðlahúsinum. Eg var skelkað eftir fundin. Eg helt, at tað var farið illa við heimarøktini. Eg fekk eitt pappír upp í hondina, har eg skuldi tekna meg sum lim í einum felag. Tá eg fann út av, hvat hetta felagið var fyri nakað, so slapp eg mær burturúr felagnum.
Eg havi sjálv verið heimahjálp í fleiri ár, men eg minnist ikki, at nakað hevur verið so grelt, sum tað er nú. Tað sigur seg sjálvt, at tað onkuntíð hevur verið strævið og kanska eitt sindur illsligt. Men nú haldi eg tað fer heilt av sporinum.
Eg fekk heimahjálp, tí at maður mín er illa invalideraður. Hann kann einki. Eg royndi sum longst sjálv, til eg sjálv fór í senk. Also eg kláraði ikki at passa hann.
Heimahjálpirnar ganga nú nógvar ferðir um dagin, tað verður skift nógv uppá fólkið, men tær koma við einum smíli, sjálvt um tær hava verið nógva staðir, áðrenn tær koma heim til okkara. Minnist til! Tær skulu stilla seg um, hvørja ferð tær fara frá húsum til hús. Bara tað er ein kunstur.
Maður mín spyr meg, nær heimahjálpirnar koma. Og tær eru góðar við hann, og hann við tær.
So tá man hoyrir, at eitt felag er sett á stovn fyri at knúsa heimahjálpirnar, so ljóðar tað sera ódámligt. Tað mega vera aðrir mátar at loysa trupulleikarnar á. Farið altíð til kelduna sjálva - í hesum førinum heimarøktina.
Setið tykkum niður andlit til andlits, tá skal tað verða løgið, um tit ikki fáa okkurt burtur úr. Brúkið vit og skil - ikki illsinni og briksl. Trúgvið mær, tá kemur okkurt gott burtur úr. Báðir partar hava onkra skyld.
Heimahjálpin ger eitt gott arbeiði. Man finnur altíð klintu ímillum hveiti, og tann eina klintan kann spilla nógv.
Ynski tykkum alt tað besta, heimarøktin.
Og til tey, sum eru ónøgd: Farið beint til kelduna - andlit til andlits.