hevur ein so totalt feitan boðskap, sum eg havi hoyrt ein langan fyrilestur um. Filmurin hevur verið sannur íblástur fyri meg, men vænti ikki filmurin er á dvd. Mítt magasin ? Um eg keypi slíkt, so er tað [...] Er ein SonyEricsson nokkso nýggj, umleið eitt ár ella so. Feitt myndatól, sum eg næstan ikki brúki. Men telefonin er fín, eg brúki hana kanska ov nógv til at tosa í, men sum eg nevndi, er tað omanfyri akslarnar [...] Jaligheit, og at miðlarnir komu runt í okkara lítla oyggjasamfelagi. Vit hava so nógvar spennandi verkætlanir, dygdir, fólk og ymiskleika. At bara verða í Havn ger tað sindur "ræst", haldi eg.
Eixample har alt byggjarí er fýrakantað, er bæði opið og vakurt. Miðbýurin er lítil, so har ber til at síggja nógv á einum gongutúri upp á nakrar tímar. Nógvar smáar kaffistovur eru kring allan býin. Verða [...] spennandi stórbý. Hóast áhugamálini hjá okkum báðum eru ymisk, líka frá mentan til mat, shopping og sól, so eru góðir møguleikar fyri øllum. Heldur ikki at gloyma stadion Camp Nou, har heimaliðið Barcelona [...] ikki tíð at fara til fótbóltsdyst. Men hann varð uggaður, tá ein hýrivognur koyrdi okkum til stadion, so hann kortini slapp at síggja vøllin har stjørnurnar leika. Heimskendi arkitekturin Fremsti og kendasti
at býargartnarin Tóri í Hoyvík og hansara fólk høvdu funnið eitt mannarað, tá teir løgdu tjørnina turra fyri nøkrum árum síðani. Tann søgan hevði ikki so nógv upp á seg, men nakað var í tí, at ein maður [...] Hoyvíkstjørn. Og hví ikki? Her savnast fólk framvegis at njóta eina friðarliga løtu saman við børnum og familju og ikki minst saman við svanum, dunnum og dunnuungum og so likkunum, sum lúra eftir ungunum, ið [...] semja, felagsskapir og mangt annað. Ein ummælari sigur, at hóast standmyndin ikki sær út av so nógvum í vævi, so er hetta er eitt stórt og sterkt verk, sum fer at kveikja og stimbra eyga og sál á einumhvørjum
Spurningurin verður so, um hann megnar at gera tann vørrin, sum skal til, fyri at Javnaðarflokkurin skal sleppa undan at tapa tað fjórða fólkatingsvalið á rað. So illa hevur tað ongantíð [...] ongantíð síðani heimastýrislógina tapt tvey fólkatingsval upp í slag. Í Danmark eru tey troytt av eini stjórn, tá hon hevur sitið í áleið 10 ár. Soleiðis var við Anker Jørgensen í sjeytiáruønum [...] síggja sama mynstrið, sum í Danmark. Nú valstríðið til fólkatingsvalið mennist, verður ikki so nógv tosað um løgtingsvalið. Tað er tó greitt, at valið verður í heyst, og røddir í politiska
eitt mynstur. Stórur áhugi Sunnudagin sótu 6 fólk í stólinum. Onkur teirra fekk 2 tatoveringar. Áhugin er stórur, sigur Rani. Sunnudagin vóru sera nógv fólk og forvitnaðust og sunnukvøldið steðgaði nærum [...] ikið er at hava sín egna stíl. Eingin ger somu tatovering, ið onkur hevur gjørt áðrenn. So verður hon broytt, so hon er øðrvísi. Ein ávísur stoltleiki er í starvinum. Hetta er eisini neyðugt, tí umráðandi [...] Leygardagin byrjaðu teir so smátt at tatovera i Ovaru Tvørgøtu 1. Íslendski tatovørurin, Sigurður Þór Einarsson, vanliga nevndur Sigge Tattoo, byrjaði leygardagin at tatovera. Fyrstu tatoveringina fekk
eysturoyingar og Føroya fólk annars, sum kenna til Toftavatn, eru samd, tá talan er um at gera so stór inntriv á økið, at tað ikki verður til at kenna aftur. Eg vil tí heita so inniliga á tykkum um at [...] lagt út til ein tjóðargarð, har fólk kunnu njóta náttúru, sum verður varðveitt fyri náttúrunnar sakir; har tað verður granskað og kunnað um náttúruna. Men eru vit veruliga so fátæk í hesum landi, at vit ikki [...] Føroyum, mótvegis fíggjartungum verkætlanum so sum undirsjóvartunlum og stórum íbúðarhúsum. Men eg geri tað kortini, tí at eg eri sannførd um, at tað eru nógv við mær, sum halda, at náttúran eigur at v
Vesturkirkjan er ein snøggur bygningur, sum so hábærsliga stendur í vesturbýnum í høvuðsstaðnum. Innan er nógv gjørt við kirkjuna, men tað er uttan iva mest uttanfyri at fólk við frøi hava sæð tey arbeiðini, sum [...] Men tá hann so gjørdi støðuna upp hetta kvøldið var altso bert tann eini listin komin inn. Tí verður einki val á hesum sinni. 12 limir Í kunngerðini verður sagt, at í mesta lagi 18 fólk skuldu vera á [...] listan sum stillarar. Og hesin eini listin til komandi kirkjuráð í Vesturkirkjuni telur so 16 nøvn. Og av hesum fara so tey 12 at sita í kirkjuráðnum, saman við báðum prestunum við kirkjuna, Hera Joensen og
rudda inni hjá okkum sjálvum, verða vit minst líka so effektiv. - Sjálvandi eru fólk ymisk og rudda meiri og minni eftir sær. Men tað er sjálvandi altíð nógv pappír og annað sum sløðist á eini skrivstovu sum [...] tí nú skuldu øll fólkini út at rudda – hesaferð í Borðoyarvík. - Vit sita jú inni so at siga allan dagin, og tí er ikki so galið at fara útum eina løtu, sigur borgarstjórin við einum brosi. Herfyri fekk [...] fólki at síggja niðri á Hellisenda við Borðoyavík. Við nærri kanning vísti tað seg, at hetta vóru fólk úr umsitingini í Klaksvíkar kommunu. Við borgarstjóranum sjálvum, umhvørvisleiðaranum og øllum hinum
undir liðina á tangunum hjá SEV á útoyggj og so skal SEV átaka sær trygdina. So er ætlanin, at ein lítil traktorur við tangalast skal koyra oljuna til húsini, so hvørt brúk er fyri tí, ella leiðing verður [...] burturav skal fíggja verkætlanir í útoyggj. Samskiparin hjá Útoyggjafelagnum sigur, at tað skal ikki so nógv til. - Einaferð hevði verið nevnt at gera ein grunn við 24 milliónum í. Ein slíkur vinnuframagrunnur [...] ella ikki - Er politiskur vilji ikki til staðar fyri at hava fólk búsett á útoyggj, heitir Útoyggjafelagið inniliga á Føroya Løgting um at skipa so fyri, at neyðug stig verða tikin til at avtaka útoyggjarnar
tekningina lidna, var so at siga klárt at fara í gongd. Tað er Gunnar Waagstein, sum hevur staðið fyri byggiarbeiðnum, meðan Henning Thomsen hevur staðið fyri snøggu grótlaðingini, og fólk frá Hjálpirótini [...] og runnar seta sín serliga dám á vøkru lundina. Nógv onnur hava eisini tikið eina hond í, og Sjúðrur Poulsen leggur áherðslu á, at nú arbeiðið stendur so gott sum liðugt, er tað í allar mátar talan um eitt [...] Rættará fór at verða gloymd í øllum útgrevstrinum, men so er ikki. - Vit hava frá byrjan lagt upp fyri, at Rættará skuldi verða ein partur av lundini, so tú kanst siga, at hylurin er í veruleikanum Rættará