ODDAGREIN: Alt ber til í politikki

Nú freistin nærkast at lata inn val­evn­is­list­ar­nar til fólka­tings­val­ið, hava nakrir flokkar longu al­manna­kunn­gjørt sín­ar listar. Enn er einki ó­vænt­að komið fram um upp­still­ing­ina, sum kundi broytt pol­it­isku støð­una, so­leiðis sum vit hava kent hana sein­astu tíðina.

Hjá teimum báðum flokkunum, sum hava sæti á fólka­tingi, tykist ikki at vera tann stóri spenn­ing­ur­in. Høgni Hoydal er trygg­ur í odda­sess­i­num í Tjó­ð­veld­i­num, með­an Ed­mund Jo­ensen helst fær ein inn­an­hýs­is skarp­an gang frá løg­manni. Illa var, um løg­mað­ur ikki megn­ar at geva ein­um av sín­um und­ir­sátt­um ein skarp­an gang – men tað skuldi bara kunna styrkt flokk­in.

Skulu Fólka­flokk­ur­in og Javn­að­a­r­flokk­­ur­in g­era sær nakra vón um at end­­ur­­vinna ses­s­ir­nar frá fa­vo­ritt­u­num Tjóð­veldi og Sam­­bands­­flokk­­­i­num, so skal okk­­urt heilt ó­­trad­­­i­ti­­on­elt ger­ast.

List­in, sum Javn­að­ar­flokk­ur­in kunn­gjørdi í morg­u­n er ikki øðr­vísi, enn vænt­andi var – burt­ur­sæð frá trumfi­num Sjúrði Skaale. Spurn­ing­ur­in verð­ur so, um hann megn­ar at gera tann vørr­in, sum skal til, fyri at Javn­að­ar­flokk­ur­in skal sleppa und­an at tapa tað fjórða fólka­tings­val­ið á rað. So illa hev­ur tað ong­an­tíð ging­ið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num áður – flokk­ur­in hev­ur ong­an­tíð síð­ani heim­a­stýr­is­lóg­ina tapt tvey fólk­a­tings­val upp í slag.

Í Dan­mark eru tey troytt av eini stjórn, tá hon hev­ur sitið í áleið 10 ár. So­leið­is var við Ank­er Jørg­en­sen í sjeyt­i­ár­uønum, som­u­leið­is við Schlüt­her í átt­ati­ár­u­num og Nyrup nítiárunum – og nú við Lars Løkke Ras­mus­sen. Men soleiðis er upp­být­ið ikki í Før­oyum – Tjóð­veldi og Sam­bands­flokk­ur­in hava hild­ið hvørj­um øðr­um uppi nú í 13 ár. Í átta­ti­áru­­num vóru tað Fólka­flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in, sum pola­r­i­s­er­aðu hvønn ann­an, men tað ber ikki til at síggja sama mynstr­ið, sum í Dan­mark.

Nú valstríðið til fólkatingsvalið menn­ist, verð­ur ikki so nógv tos­að um løg­tings­val­ið. Tað er tó greitt, at val­ið verð­ur í heyst, og rødd­ir í pol­it­iska um­hvørvi­num vilja vera við, at løg­tings­val­ið verð­ur skriv­að út fyri fólka­tings­val­ið. Tað er Tjóð­veldi, sum held­ur løg­manni í sess­i­num. Hetta kann tera upp á grund­ar­lag­ið hjá Tjóð­veld­i­num – sum kann vísa sína styrki við at skrykka teppið undan løg­manni fyri fólk­a­tings­val­i­ð. Tá er pol­ar­i­ser­ing­in mill­um Tjóð­veldi og Sam­bands­flokkin aft­ur har – og teir kunnu hvør í sí­n­um lagi njóta gott av tí.

Um Javnaðarflokkurin við Sjúrði Skaale megn­­ar at draga úr vinstra borði hjá Tjóð­veld­i­num – með­an Poul Mich­el­sen samstundis dreg­ur úr høgra borði, so kann tað henda, at tað verð­ur Høgni Hoy­dal sum dreg­ur styttra strá­ið.
Jú, alt ber til í pol­i­tikki.