Franska valið kann gerast ein marra

Tá franskmenn vakna í morgin, kann tað vera við spurninginum um, hvørt tey skulu velja ein vinstravíðgongdan ella høgravíðgongdan forseta

Í dag er fyrsta umfar í forsetavalinum í Frankaríki. Um eingin megnar at fáa ein meiriluta av atkvøðunum í dag, fara tvey tey best umtóktu valevnini víðari til annað valumfar, sum verður 7. mai.

 

 

Hetta er ein valskipan, sum er frá miðskeiðis í 19. øld. Hetta var tíðin beint eftir mongu kollveltingarnar í Frankaríki og tá Napoleon Bonaparte ráddi fyri borgum. Franska tjóðartingið samtykti tá, í eini roynd at forða teimum víðgongdu politisku bólkunum at vinna ov stóra makt, at forsetin í republikkini skuldi veljast í tveimum umførum. Hugsanin var, at hóast onkur víðgongdur, tá vóru tað serliga tey vinstravíðgongdu, man óttaðist, kanska megnaði at vinna fyrra umfar, so vildi fjøldin savna seg ímóti teimum í øðrum umfari.

 

 

Og soleiðis hevur verið síðani. Bæði í forsetavalinum og í lokalu valunum er hendan dupulta valskipanin í gildi. Seinastu 20 árini hevur tað tó ikki verið ein stórvegis ótti fyri teimum vinstravíðgongdu. Hinvegin hevur høgravíðgongdi flokkurin hjá familjuni le Pen, Front National, vunnið sær alsamt størri undirtøku. Men skipanin hevur virkað eftir ætlan.

 

 

Tá Jean-Marie le Pen kom víðari til annað valumfar í 2002 (hann fekk 190.000 fleiri atkvøður enn javnaðarmaðurin Lionel Jospin), bleiv hann bukaður í øðrum valumfari. Øll javnaðarfólk fóru á val at velja konservativa Jacques Chirac til forseta.

 

 

Tá Front National í í fjør vann fyrra umfar í seks av lokalvalunum, tustu fólk til valhølini øðrum umfari, og syrgdi fyri, at Front National ikki fekk valdið í nøkrum av teimum seks økjunum. Valluttøkan vaks frá fyrra til seinna valumfar, fyrst og fremst, tí at fólk fóru á val fyri at halda Front National burtur frá valdinum.

 

 

Vinstravíðgongdu síggja møguleikan

Í dag er so forsetaval. Veljarakanningarnar siga, at tað væntandi verður eitt val millum Emmanuel Macron, sum hevur støvna miðrørsluna En Marche (Á ferð), og høgravíðgongdu Marine le Pen úr Front National. Tey fáa bæði um 23, 24 prosent av atkvøðunum í kanningunum. 

 

 

Teimum á baki fylgir so konservativa valevni Francois Fillon, sum hóast hart raktur av gølum nú er farin at nærkast 20 prosentum av atkvøðunum aftur, og so hitt óvæntaða andlitið, Jean-Luc Mélenchon, valevni fyri vinstravíðgongdu rørsluna, sum fær um 19 prosent í veljarakanningunum.

 

 

Viðurkendi hagtalsfrøðingur Nate Silver skrivar tó, at veljarakanningarnar í Frankaríki skulu takast við sera stórum fyrivarni. Hann vísir á, at tað tykist, sum kanningarfyritøkurnar óttast fyri at víkja ov nógv frá hvørji aðrari og tí velja at vekta tølini, so tey líkjast øðrum kanningum.

 

 

Hann vísir eisini á, at munurin millum veljarakanningar og endaliga valúrslitið seinastu valini hevur verið alt frá 0,1 prosentum til heilt upp í 6 prosent hjá størstu valevnunum. Miðalfrávikið er 3 prosent, sum altso er nokk hjá Francois Fillon at vinna sær pláss millum tvey tey fremstu. 

 

 

Hatta er bara miðalfrávikið, sigur Nate Silver, so veruliga frávikið kann vera heilt upp í sjey til níggju prosentstig hvønn vegin, tað vil siga, at sjálvt Mélenchon á fjórða plássið er væl við í kappingini um at enda millum tvey tey fremstu.

 

 

Og tí er tað, at Frankaríki í morgin árini kann vera í tí heldur margháttligu støðu, at tey hava vrakað teir báðar aldargomlu flokkarnar, javnaðarflokkin og konservativa flokkin, at tey eisini hava vrakað miðrørsluna hjá Macron, og nú skulu velja millum vinstravíðgongda Jean-Luc Mélenchon og høgravíðgongdu Marine le Pen til næsta forseta sín.