Reyðu ávaringarljósini yvir føroyska búskapin eru tendrað. Tað var Búskaparráðið, ið tendraði kontaktina í nýggju frágreiðingini, sum kom út herfyri.
Stóra orsøkin er, at gjógvin millum inntøkur og útreiðslur í almenna húsarhaldinum eftirhondini er vorðin so djúp, at álvarsligur vandi er fyri, at her verður galin endi hjá okkum.
Hyggjuráðini frá Búskaparráðnum eru, at politikarar longu nú skipa so fyri, at inntøkurnar økjast, og at útreiðsluvøksturin verður tálmaður og heldur uppat. Ráðið mælir beinleiðis til, at ein ítøkilig ætlan við málum og tíðarásetingum verður gjørd.
Við øðrum orðum: Her má skil koma á í stundini!
Inntøkuskerjing má steðga
Sjálvandi skal man vera varin við ikki at vevja politikk upp í virksemið hjá Búskaparráðnum, ið sjálvandi skal virðast fyri sítt politiska óheftni.
Tó vil eg loyva mær at vísa á, at Sambandsflokkurin í longri tíð hevur havt præsis sama boðskap sum Búskaparráðið.
Aftur og aftur hava vit t.d. víst á, hvussu vandamikið tað er at skera seg frá inntøkum, ið eru alneyðugar fyri vælferðina, og sum koma inn í búskapin, einans tí at Føroyar eru við í Ríkisfelagsskapinum.
Her hugsi eg sjálvandi um ríkisveitingina, sum Skaðalandsstýrið, ið kom til valdið í 1998, skar niður við meira enn 400 milliónum krónum. Henda upphædd skal nú hvørt ár hereftir út til skattgjaldaran sum rokning.
Ikki nóg mikið við hesum. Sama Skaðalandsstýrið og eftirfylgjandi landsstýrir hava í alt ov stóran mun hækkað útreiðslurnar uttan at seta inntøkur í staðin.
Nú standa vit so har, sum Búskaparráðið so væl lýsir fyri okkum: uppi yvir einari svartari gjógv millum inntøkur og útreiðslur. Búskapurin er alt annað enn haldførur, er niðurstøðan frá ráðnum.
Vil skerja upp aftur meira
Nú skuldi man so trúð, at fimmoyrað fellur hjá teimum flestu. Serliga hjá teimum, sum sita á Tingi og skulu undir at rætta fíggjar- og búskaparpolitisku kósina.
Men nei.
Fyrr í heyst royndu vit í Sambandsflokkinum á Tingið at fáa prísreguleringingina av ríkisveitingini uppá 125 milliónir fyri 2010 inn aftur. “Nei”, søgdu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, tí hetta var at “býta høvdið av allari skomm”, varð sagt.
Hvat hendir so nú, at kalla samstundis, sum Búskaparráðið kemur við sínum sera álvarsliga varskó?
Jú, nú kemur Tjóðveldi við einum uppskoti um at skerja almennu inntøkurnar við allari ríkisveitingi, tað eru 615,5 milliónir yvir fýra ár.
Onki skal setast í staðin. Og onki skal sparast aftur fyri upphæddina, ið skal skerast burtur. Einasta grundgeving hjá Tjóðveldinum fyri uppskotinum er, at ríkisveitingin er donsk.
Hvat dámar tær?
Álvarsligar avleiðingar
Øll vita, at uppskotið frá Tjóðveldi letur seg ikki gera – og slettis ikki uttan sera álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar:
Búskaparliga afturgongdin sett meira ferð á spiralin niðureftir
Arbeiðsloysið hevði vaksið munandi skjótari enn nú
Trýstið á almennar skipanir og ALS hevði verið øðiligt
Vælferðin hevði verið sett nógv Harrans ár aftur í tíðina
Veiku bólkarnir í samfelagnum høvdu verið harðast raktir
Ein nýggj fólkaflyting uttan líka hevði tikið seg upp
Væl útbúgvin og dugnalig fólk høvdu leitað sær til liviligari støð
Útbúgvin fólk høvdu neyvan komið heim aftur til Føroya
Slíkar avleiðingar tiga tjóðveldisfólk burtur. Tað tænir ikki teirra sak at siga sannleikan.
Upptakið verður stórt
Í grundini eru bæði Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi líka langt burtur frá tí skilagóða politikkinum, Búskaparráðið mælir til.
Teir báðir fyrru, tí teir vilja ikki økja sjálvsagdar inntøkur. Hin seinni tí hann eisini vil skera stóran part av inntøkunum burtur.
Her er ein syndarligur standur, og upptakið verður stórt.










