dylur ikki fyri, at eysturríkski fótbóltsalmenningurin krevur, og væntar ein sigur yvir einum liði, sum bara hevur fýra spælarar, sum spæla uttanlands. Dietmar Constantini staðfestir, at tað er rættiliga [...] rættiliga sjáldan, at eysturríkska landsliðið er favorittur undan einum dysti, og tí má hann arbeiða eyka nógv við eysturríksku spælarunum, fyri at fyrireika teir optimalt til uppgávuna ímóti Føroyum leygardagin [...] leygardagin. Yvirfyri Der Standard undirstrikar eysturríkski venjarin, at hann hevur eisini stóra virðing fyri tí arbeiðnum, sum føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr hevur lagt fyri dagin.
einki gott burturúr at fáa meira av sovorðnum í Kringvarpið, sigur tónleikarin Heri Joensen. Í gjár heitti Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelagið í almennum skrivi á Kringvarpið, um at fáa meira kristiligt [...] Krinvarpinum - Heri Joensen. Hann er sangari í Týr. - Eg haldi tað vera langt úti, at allir borgarar í landinum noyðast at plágast av tí andaliga, sigur hann við heimasíðuna mess.fo - Eg leggi einki í, um [...] privata lívinum, men ein public service útvarp- og sjónvarpstøð, sum partvís nýtir mínar skattapengar til at framleiða tilfar fyri, skal ikki fáast við slíkt, sigur Heri Joensen.
Norðskála fyri at hava 170 hassjplantur í húsum sínum, skal sita varðhaldsfongslaður í tvær vikur aftrat Hósdagin hevði ein maður í 30-árunum sitið varðhaldsfongslaður í tvær vikur, skuldsettur fyri at hava havt [...] ingin varð tá longd við tveimum vikum aftrat. Um tvær vikur skuldi politiið verið liðugt at fyrireika málið at leggja fyri rættin. Maðurin varð tikin 30. september og avhoyrdur í grundlógarhoyri dagin [...] upplýsa nakað um málið, tí rættarfundirnir hava verið fyri dupult afturlatnum hurðum. Tí fæst ikki at vita, um maðurin játtar seg sekan, ella um onnur eru skuldsett í málinum.
hinum motorunum eisini. Finn Jakobsen, deildarstjóri á SEV, sigur, at ein motorur á Sundsverkinum brádliga steðgaði. Hetta hevði við sær, at trygdarskipanin, sum verjir teknikkin, gav eitt stoppsignal, so [...] í gongd aftur, men trupulleikar við uppstartinum av turbinunum í Vestmanna gjørdu, at tað tók longri tíð enn ætlað at kobla streymin til aftur, sigur Finn Jakobsen. Suðuroy og útoyggjarnar undantiknar [...] eru ikki knýttar í netið í meginøkinum. Tey fyrstu fingu streymin aftur um hálvgum sjey-tíðina, eftir at hava ligið í streymloysi í ein lítlan tíma. Hini fingu streymin aftur hálvan tíma seinni ella so.
løgmann: - Tað er løgið, at løgmaður skal fara runt landið at biðja pening, nú tað stendur so illa til. Men hann veit hvagar hann skal fara ? til Klaksvíkar! Til ber framvegis at stuðla Krabbameinsfelagnum [...] runt landið við tí endamáli at savna inn pening til Krabbameinsfelagið. Løgmaður var á vitjan í Klaksvík, har hann hitti borgarstjóran og fleiri klaksvíkingar, ið nýttu høvið at heilsa uppá Løgmann og geva
arbeiði sítt Public Service at frama. Hesum hevur Nordfag boðað frá í tíðindaskrivi, sum í morgun er sent føroysku fjølmiðlunum. Upprunaliga hildu føroysku umboðini ikki, at nakar í Føroyum hevði uppiborið [...] í Danmark, Svøríki og Noreg ikki samd í, og tí varð gjørt av, at Høgni Djurhuus skuldi fáa virðislønina. Í grundgevingunum verður sagt, at Høgni í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst fyri útbreiðslu og verju [...] verju av Public Service sum einum týðandi parti av demokratiska samfelagnum. Og at eitt gott dømi um hetta var pallborðsfundurin um Public Service, sum hann var ein av stigtakarunum til. Nordfag er sett
haldi eg, at sigurin er uppiborin. Tit hava verið øgiliga trilvandi í ár, men nú eru tit so nummar tvey. Er tað ein nøktandi støða hjá tykkum? - Tað er í øllum førum eitt plástur á sárið, eftir at vit hava [...] hava verið so trilvandi, eftir at vit í fjør vunnu FM. Men enn hava vit matematiskan møguleika at vinna gullið, og so leingi, sum møguleikin er har, so er tað gullið, sum vit arbeiða ímóti, segði Leif Niclasen [...] Hóast fleiri vildu vera við, at hepnið var við EB/Streymi, tá teir fingu stigini við sær úr Gundadali, so vildi Leif Niclasen ikki uttan víðari skráseta sigurin sum ein hepnan av slagnum. - Talan var kanska
umhvørvinum rundanum. Endamálið við tiltakinum er at fremja heilsugóðan livihátt og fáa eysturbúgvar at røra seg meira í gerandisdegnum. Somuleiðis er átakið við til at samansjóða borgararnar. Rørsla fremur trivnað [...] Í sambandi við at 2009 er rørsluár, skipar Eysturkommuna fyri einum rørsluátaki fyri allar borgarar í kommununi. Tiltakið verður leygardagin 29. august kl. 10.00 á ítróttarøkinum í Leirvík og í umhvørvinum [...] fjallarenning og fyrilestur um kost og rørslu. Tiltakið er ókeypis, og sambandi við rørsludagin er ókeypis at svimja í svimjihylinum í Leirvík frá kl. 13.00-18.00. Rørsludagurin endar við eini hugnaløtu kl. 13
Laksáfoss, løgdu fyri Løgtingið, sigur, at Løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. krónur, men skoytir uppí, at av upphæddini er rakstrarútreiðslukarmurin [...] 317 mió. krónur. Harafturat broytti meirilutin upprunauppskotið, so Løgtingið tekur eisini undir við, at tey virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, sum eru nevnd í Ólavsøkuuppskotinum [...] Jacobsen og Bill Justinussen, tók ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum og mælti Tinginum frá at samtykkja tað.
Tilsamans 118 av teimum 679 kvinnunum, ið áttu í 2008, hava upplýst, at tær vóru roykjarar við fyrstu jarðamøðrasamrøðu. 514 kvinnur upplýstu, at tær ikki royktu. Í Heilsulýsing Landslæknans fyri 2008 er gjørdur [...] hvørs møður ikki vóru roykjarar við fyrstu jarðamøðrasamtalu, var 3695 gramm. Hetta vil siga, at børn at roykjandi mammum í meðal vigaðu 339 gramm minni enn av mammum, ið ikki vóru roykjarar. 1,7 prosent [...] statistikkur yvir miðalvektina hjá børnum, sæð í samband við um móðurin roykir ella ikki. Tað vísir seg at meðalvektin hjá børnum, ið eru fødd av roykjandi mammum fyri alt landið var 3356 gramm, meðan meðalvektin