Maðurin, sum 30. september varð tikin við Norðskála fyri at hava 170 hassjplantur í húsum sínum, skal sita varðhaldsfongslaður í tvær vikur aftrat Hósdagin hevði ein maður í 30-árunum sitið varðhaldsfongslaður í tvær vikur, skuldsettur fyri at hava havt dyrkað hassj í húsunum.
Henda dagin - tað var altso í gjár - var nýggjur rættarfundur, og varðhaldsfongslingin varð tá longd við tveimum vikum aftrat.
Um tvær vikur skuldi politiið verið liðugt at fyrireika málið at leggja fyri rættin.
Maðurin varð tikin 30. september og avhoyrdur í grundlógarhoyri dagin eftir.
Tá ið politiið gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum, varð hald lagt á 170 hassjplantur.
Hvørki ákærin ella politiið vilja upplýsa nakað um málið, tí rættarfundirnir hava verið fyri dupult afturlatnum hurðum.
Tí fæst ikki at vita, um maðurin játtar seg sekan, ella um onnur eru skuldsett í málinum.