Rørsludagur í Eysturkommunu

Í sambandi við at 2009 er rørsluár, skipar Eysturkommuna fyri einum rørsluátaki fyri allar borgarar í kommununi.

Tiltakið verður leygardagin 29. august kl. 10.00 á ítróttarøkinum í Leirvík og í umhvørvinum rundanum.

Endamálið við tiltakinum er at fremja heilsugóðan livihátt og fáa eysturbúgvar at røra seg meira í gerandisdegnum. Somuleiðis er átakið við til at samansjóða borgararnar. Rørsla fremur trivnað hins einstaka og fyribyrgir sonevndum vælferðarsjúkum, sum gerast meiri og meiri vanligar.

Á skránni eru nógv ymisk tiltøk, so sum ymisk dansispøl, skattajakt, kondibingo, rørslutúrur, rennikapping, fjallarenning og fyrilestur um kost og rørslu. Tiltakið er ókeypis, og sambandi við rørsludagin er ókeypis at svimja í svimjihylinum í Leirvík frá kl. 13.00-18.00.

Rørsludagurin endar við eini hugnaløtu kl. 13.30, har Jóhan Christiansen, borgarstjóri, heldur røðu og handar virðislønir. Eisini verður felagssangur og tikið verður saman í ring.