Í samband við innsavningina til Krabbameinsfelagið, hevur Løgmaður í dag verið á vitjan í Klaksvík, har hann millum annað hitti borgarstjóran Gunvá við Keldu. Floksformenninir leggja í morgun stríðsøksina, og ferðast runt landið við tí endamáli at savna inn pening til Krabbameinsfelagið.
Løgmaður var á vitjan í Klaksvík, har hann hitti borgarstjóran og fleiri klaksvíkingar, ið nýttu høvið at heilsa uppá Løgmann og geva nakrar krónur til vælgerandi endamálið.
Ein útróðrarmaður kom eisini fram við. Við einum smíli fór hann í lumman eftir mappuni, og meðan hann við einum skálkabrá tók til við løgmann:
- Tað er løgið, at løgmaður skal fara runt landið at biðja pening, nú tað stendur so illa til. Men hann veit hvagar hann skal fara ? til Klaksvíkar!
Til ber framvegis at stuðla Krabbameinsfelagnum umvegis bankaflyting, og 31. Oktobur verður stórt stuðulstiltak til frama fyri Krabbameinsfelagnum í Norðurlandahúsinum.