- Tað er alt, alt ov nógv kristiligt tilfar í Kringvarpinum, og tað spyrst einki gott burturúr at fáa meira av sovorðnum í Kringvarpið, sigur tónleikarin Heri Joensen. Í gjár heitti Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelagið í almennum skrivi á Kringvarpið, um at fáa meira kristiligt tilfar í útvarpið og sjónvarpið.
Men ein av teimum, sum er harðliga ímóti hesum, er oddamaðurin í ársins føroyska tónleikabólki í fjør - sambært lurtarunum hjá Krinvarpinum - Heri Joensen. Hann er sangari í Týr.
- Eg haldi tað vera langt úti, at allir borgarar í landinum noyðast at plágast av tí andaliga, sigur hann við heimasíðuna mess.fo
- Eg leggi einki í, um fólk trúgva ?hasum tvætlinum? í privata lívinum, men ein public service útvarp- og sjónvarpstøð, sum partvís nýtir mínar skattapengar til at framleiða tilfar fyri, skal ikki fáast við slíkt, sigur Heri Joensen.










