Tað bleiv tó ikki upprunuppskotið hjá landsstýrinum, sum bleiv samtykt, men eitt broytingaruppskot hjá meirilutanum í fíggjarnevndini. Broytingaruppskotið, sum samgonguumboðini í fíggjarnevndini, Annfinn Kalsberg, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss, løgdu fyri Løgtingið, sigur, at Løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. krónur, men skoytir uppí, at av upphæddini er rakstrarútreiðslukarmurin 4.326 mió. krónur og løguútreiðslukarmurin 317 mió. krónur.
Harafturat broytti meirilutin upprunauppskotið, so Løgtingið tekur eisini undir við, at tey virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, sum eru nevnd í Ólavsøkuuppskotinum, ella onnur tiltøk verða framd við sama fíggjarliga bata fyri úrslitið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2010.
Hetta uppskotið samtykti Løgtingið seinnapartin.
Minnilutin í fíggjarnevndini, Annita á Fríðriksmørk, Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen, tók ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum og mælti Tinginum frá at samtykkja tað.