Public Service-virðisløn til Høgna

Fyri ótroyttiligt útvarpsarbeiði hevur Høgni Djurhuus fingið Nordfag-virðislønina fyri arbeiði sítt Public Service at frama. Hesum hevur Nordfag boðað frá í tíðindaskrivi, sum í morgun er sent føroysku fjølmiðlunum.

Upprunaliga hildu føroysku umboðini ikki, at nakar í Føroyum hevði uppiborið virðislønina í ár, men hesum umboðini í Danmark, Svøríki og Noreg ikki samd í, og tí varð gjørt av, at Høgni Djurhuus skuldi fáa virðislønina.

Í grundgevingunum verður sagt, at Høgni í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst fyri útbreiðslu og verju av Public Service sum einum týðandi parti av demokratiska samfelagnum. Og at eitt gott dømi um hetta var pallborðsfundurin um Public Service, sum hann var ein av stigtakarunum til.

Nordfag er sett saman av umboðum fyri Public Service miðliarnar í Íslandi, Føroyum, Noreg, Svøríki og Danmark. Hartil eru umboð úr finska almenna kringvarpinum við sum eygleiðarar í nevndini.