Roykjarabørn viga minni

Børn, hvørs mammur royktu, meðan tær gingu við teimum, viga minni við føðing enn tey, hvørs mammur ikki royktu Tilsamans 118 av teimum 679 kvinnunum, ið áttu í 2008, hava upplýst, at tær vóru roykjarar við fyrstu jarðamøðrasamrøðu. 514 kvinnur upplýstu, at tær ikki royktu.

Í Heilsulýsing Landslæknans fyri 2008 er gjørdur statistikkur yvir miðalvektina hjá børnum, sæð í samband við um móðurin roykir ella ikki.

Tað vísir seg at meðalvektin hjá børnum, ið eru fødd av roykjandi mammum fyri alt landið var 3356 gramm, meðan meðalvektin hjá børnum, hvørs møður ikki vóru roykjarar við fyrstu jarðamøðrasamtalu, var 3695 gramm.

Hetta vil siga, at børn at roykjandi mammum í meðal vigaðu 339 gramm minni enn

av mammum, ið ikki vóru roykjarar.

1,7 prosent av børnunum hjá roykjandi mammum vóru tvíburar, meðan 1,9 prosent av børnunum hjá ikki-roykjarum vóru tvíburar.