hildin í Göteborg í hesum døgum. Og tað gekk upp á stás hjá ungu, føroysku kvinnunum, ið vunnu ein tryggan sigur. Heilt væl gekk tað í fyrra hálvleiki, har føroyska liðið var á odda heili 9-3 eftir 20 minuttir [...] at enda antin nummar 13 ella 14. Tað er ikki heilt greitt enn, hvat mótstøðuliðið verður, men tað verður antin Slovakia, Ísland ella Georgia. Føroysku málskjúttarnir í dagsins dysti vóru hesir: Føroya [...] spældi í dag ímóti Montenegro. Undan dystinum var greitt at vunnu Føroyar dystin, so skal føroyska liðið spæla plaseringsdyst um at enda nummar 13 ella 14 í European Open-kappingini, sum verður hildin
sigur, at tað hevur eydnast honum at savnað góðar 200 lutir, sum allir hava tilknýti til Havnina, og sum allir eru við til at mynda Havnina og gera hana til tað, hon er í dag. Av gomlum lutum, sum eru rættiliga [...] Johannessen sigur, at savnið verður opið um morgunin og seinnapartar har fólk kunnu støkka inn á gólvið. Ein longri samrøða við Birgar Johannesen verður í Vikuskiftissosialinum, sum kemur út fríggjadagin. Rætting: [...] eitt býarsavn við lutum av øllum handa slagi, men sum hava eitt til felags: Nevniliga at tey hava sambandi við Havnina. Og sum skilst letur Býarsavnið upp í Niels Finsensgøtu 38 hósdagin, vaksin havnarfólk
luttaka í hesum døgum í evropeisku Juniormeistarastevnuni, sum verður hildin í Ungarn. Hesir sjey svimjararnir hava allir verið í hylinum í dag. Tað skrivar svimjing.com. Serliga væl gekk tað hjá Sáru [...] Sára í kapping í Reykjavík International Games í januar í ár. Síðani var tað Ásbjørg Hjelm, ið má sigast at vera ein sera støðugur svimjari. Hon megnaði nevniliga onkursvegna at javna sítt egna met í 50 [...] 4:05:35 í dag, og hetta var næstan fimm sekund betri enn fyrrverandi metið hjá honum. Fyrrverandi metið setti Marius í Baku í fjør, tá ið hann svam teinin upp á 4:10:00. Hinir føroysku svimjararnir, sum luttaka
Sanches tikið stór fet í altjóða fótbóltsheiminum. Í oktober í fjør spældi hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Benfica, og síðani hilnaðist tað honum somikið væl, at hann 25. mars í ár spældi sín fyrsta [...] landsliðið. Krúnan á verkinum kom í mai, tá ið hann varð seldur til Bayern München fyri heili 260 milliónir. Í hesum døgum er bert 18 ára gamli tannáringurin í Fraklandi og luttekur í EM-endaspælinum fyri Portugal [...] hjá Portugal farna hóskvøld í fjórðingsfinaluni ímóti Pólland. Ein dystur, ið endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, men sum Portugal vann eftir brotssparkskapping. Men nú verður ivi sáddur um, um Renato Sanches
Føroyska U18-landsliðið í kvinnuhondbólti luttekur í hesum døgum í kappingini European Open, sum verður hildin í Göteborg. Kappingin byrjaði í gjár, tá ið føroysku genturnar spældu heili tveir dystir sama [...] bólkaspælinum í European Open verður spældur í dag. Tá er tað ein stór avbjóðing, ið bíðar Føroyum, tí at mótstøðuliðið er Russland, ið telist ímillum heilt sterku londini í Evropa. Í fjør var russiska U17-landsliðið [...] Tá var tað Kekkia, sum var mótstøðuliðið. Og í hesum dysti lá væl betur fyri hjá Føroyum. Talan gjørdist um ein sannan gysara, sum føroysku genturnar tó at enda vunnu 12-11. Triði dysturin í bólkaspælinum
og tað er júst tað, sum stevnan skal sýna. Í 2012 var stevnan í Ebeltoft í Danmark, 2013 í Landskrona í Svøríki, 2014 í Oslo í Noreg, 2015 í Mariehamn á Álandsoyggjunum og so í ár fyri fyrstu fer í Føroyum [...] børnum verður skipað fyri skattajakt umborð á skipunum, so spennandi verður, hvør finnur skattakistuna. Frá kl. 19-21 verður ”opið skip”. Á dekkinum á sluppunum verður høvi at síggja menn í gomlum sjóklæðum [...] og síggja, hvussu Dragin verður nýttur sum skúlaskip fyri næmingum í fólkaskúlanum. Eisini skal manningin á Draganum mynstra, har menn eru ílatnir í gomlum skipsbúna. Aftur í ár hava fólk møguleikan at
endaspælið ógloymandi, og so skal havast í huga, at walisararnir enn eru við í leikinum! Eftir fyrstu 12 minuttirnar í dystinum í kvøld, har tað í veruleikanum sá sera gott út hjá Íslandi ímóti fronsku [...] Eingin sum helst ivi um, at saknur verður í íslendingum, nú tríggir dystir eru eftir av EM-endaspælinum í Fraklandi, sum eru báðar hálvfinalurnar og finalan. Saman við Wales hevur Ísland gjørt hetta endaspælið [...] íslendingum, sum harvið høvdu eina tunga og langa mótbrekku í seinna hálvleiki. Teir fingu heldur ikki fraklendingar aftur, men royndu at fáa sum frægast burturúr, og tað eydnaðist teimum at fáa tvey mál í málríkasta
og hjartasuff frá skúlaleiðslum sum í ár. Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í eini grein í Skúlablaðnum Hann staðfeastir, at hóast virksemið í fólkaskúlanum alsamt veksur, er [...] at ansa næmingum í matarsteðginum, so nógv til seturskúla o.s.fr. - Leisturin er so nágreinaður, at hann neyvan finnur sín líka í heiminum, heldur ikki í Norðurkorea, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. [...] men er tað dygd og góðska, vit vilja hava, so er tað ikki rætti framferðarhátturin. Ein lærari, ið ongar eyka uppgávur hevur í skúlanum, undirvísir eini 45 prosent av arbeiðstíðinim og restin verður so brúkt
Eisini verður mett, at eini 27.000. íslendingar eru í Fraklandi í løtuni við tí ætlan at vera á Stade de France-leikvøllinum í París sunnukvøldið, tá ið dysturin ímillum Ísland og Frakland verður spældur [...] grannatjóð okkara vann ímóti Onglandi í áttandapartsfinaluni í EM-endaspælinum. Ovfarakæti og stuðulin úr Íslandi til hetjur teirra er ovurhonds stórur í hesum døgum, og tú skalt av sonnum leita leingi fyri [...] um 320.000. Tískil eru tað bert eini 700 íslendingar, sum av onkrari orsøk ikki hava sitið og hugt eftir undranarverda landsliðnum, ið bergtekur alt fótbóltsevropa í hesum døgum. Hvat munnu hesir íslendingar
hjá Simda Studio í Klaksvík, og tað er OneOne films, ið hevur latið videolagið úr hondum, verður skrivað í tíðindaskrivinum. Tað eru børn úr tveimum barnagørðum í Klaksvík, sum luttaka í videolagnum. Videolagið [...] Fyri fáum døgum síðani skrivaði vælkendi klovnurin, ið hevur undirhildið mangt føroyskt mansbarn, BUBU, at hann fór í summarfrí. Hetta var tó bluff, tí at í dag er prógvað, at BUBU er kortini ikki farin [...] farin heilt í summarfrí enn. Í tíðindaskrivi upplýsir BUBU nevniliga, at hann letur úr hondum nýtt videolag - lagið eitur Indianarar. Trúgvi hjálparin hjá BUBU, Eyðbjørn Jacobsen, sum frammanundan hevur skrivað