Føroya Regatta verður um vikuskiftið

Í ár er Føroya Regatta skipað saman við stevnuni Norðurlendsk Strandamentan. Tiltøkini eru í Havn 7. juli og í Vági 8. til 10. juli.

 

Fyrstu ferð skipað varð fyri Føroya regatta við gomlu træseglskipum og bátum var í 2010. Sostatt er hetta sætta árið, at skipað verður fyri Føroya Regatta, og skipini hava siglt runt um oyggjarnar og vitja flestu av teimum størru bygdunum í Føroyum.

 

Í fjør vitjaði Føroya Regatta á Eiði og Sørvági. Siglt varð norðan fyri Føroyar, veðrið var gott, nógv ferðafólk vóru við, og tað var ein stórsligin sjón at síggja fuglabjørg og drangar í góðveðrinum.

 

Bæði á Eiði og í Sørvági varð skipað fyri tiltøkum á bryggjuni og eydnaðist tað sera væl.

 

Fyrstu ferð skipað varð fyri stevnuni Norðurlendsk Strandamentan, var í Húsavík á norðurlandinum í Íslandi í 2011. Tá luttóku m.a. sluppin Johanna og skúlaskipið Dragin og eisini varð skipað fyri føroyskari framsýning og føroyskum dansi.

 

Tað er skilligt, at tá tað kemur til norðurlendska strandamentan, so hava vit nógv til felags við hini norðurlondini – og tað er júst tað, sum stevnan skal sýna.

 

Í 2012 var stevnan í Ebeltoft í Danmark, 2013 í Landskrona í Svøríki, 2014 í Oslo í Noreg, 2015 í Mariehamn á Álandsoyggjunum og so í ár fyri fyrstu fer í Føroyum.

 

Fyri børnum verður skipað fyri skattajakt umborð á skipunum, so spennandi verður, hvør finnur skattakistuna.

 

Frá kl. 19-21 verður ”opið skip”. Á dekkinum á sluppunum verður høvi at síggja menn í gomlum sjóklæðum og greiða frá og sýna fram gomul tól og fiskireiðskap frá slupptíðini. Eisini kunnu bæði børn og vaksin heysa okkurt segli upp.

 

Umborð á skúlaskipinum ”Dragin” kunnu fólk síggja tól og amboð og síggja, hvussu Dragin verður nýttur sum skúlaskip fyri næmingum í fólkaskúlanum.

 

Eisini skal manningin á Draganum mynstra, har menn eru ílatnir í gomlum skipsbúna.

 

Aftur í ár hava fólk møguleikan at sigla við einum av træseglskipunum í Nólsoyarfirði og ella úr Tórshavn til Vágs. Ferðaseðlar kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið ella umborð.

 

Vit vilja ynskja øllum eina góða og áhugaverda regatta og norðurlendska strandastevnu.