- Eg havi altíð samlað upp á alt møguligt, sigur havnarmaðurin, Birgar Johannessen.
Fyri 15-20 árum síðani birtist tankin um at gera eitt býarsavn við lutum av øllum handa slagi, men sum hava eitt til felags: Nevniliga at tey hava sambandi við Havnina.
Og sum skilst letur Býarsavnið upp í Niels Finsensgøtu 38 hósdagin, vaksin havnarfólk minnast, at Tórs Cafeteria var fyrr.
Birgar Johannessen sigur, at tað hevur eydnast honum at savnað góðar 200 lutir, sum allir hava tilknýti til Havnina, og sum allir eru við til at mynda Havnina og gera hana til tað, hon er í dag.
Av gomlum lutum, sum eru rættiliga sermerktir, nevnir hann, at hann hevur svørðið hjá fyrsta løgreglumanninum í Havn, Sámali á Krákusteini.
- Eg havi fyrstu roknimaskinuna hjá Føroya Banka, modelskip, leikur, sum børn hava gjørt fyrr í tíðini. Allir lutirnir hava eina søgu at siga um Havnina, sigur hann.
Birgar Johannessen sigur, at savnið verður opið um morgunin og seinnapartar har fólk kunnu støkka inn á gólvið.
Ein longri samrøða við Birgar Johannesen verður í Vikuskiftissosialinum, sum kemur út fríggjadagin.
Rætting: Hósmorgunin bórust tíðindini, at framsýningin letur upp í dag. Greinin er broytt samsvarandi.









