99,8% av íslendingum sóu sigurin

Tú skalt leita leingi fyri at finna ein íslending, sum ikki sá minniliga sigurin ímóti Onglandi mánakvøldið.

Ísland framdi enn eitt megnar bragd, tá ið grannatjóð okkara vann ímóti Onglandi í áttandapartsfinaluni í EM-endaspælinum. Ovfarakæti og stuðulin úr Íslandi til hetjur teirra er ovurhonds stórur í hesum døgum, og tú skalt av sonnum leita leingi fyri at finna ein íslending, sum ikki fylgdi við mánakvøldið, tá ið íslendingar vunnu ímóti einum av heimsins størstu fótbóltstjóðum.

 

Tøl vísa nevniliga, at heili 99,8% av íbúgvarunum í Íslandi sóu dystin ímóti Onglandi í sjónvarpinum. Íslendska fólkatalið liggur um 320.000. Tískil eru tað bert eini 700 íslendingar, sum av onkrari orsøk ikki hava sitið og hugt eftir undranarverda landsliðnum, ið bergtekur alt fótbóltsevropa í hesum døgum. Hvat munnu hesir íslendingar hava gjørt ístaðin?

 

Eisini verður mett, at eini 27.000. íslendingar eru í Fraklandi í løtuni við tí ætlan at vera á Stade de France-leikvøllinum í París sunnukvøldið, tá ið dysturin ímillum Ísland og Frakland verður spældur. Hetta er heili 8% av fólkatalinum í Íslandi.

 

Stuðul vantar so í øllum førum ikki hjá íslendska fótbóltslandsliðnum.