Sjey ungir føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í evropeisku Juniormeistarastevnuni, sum verður hildin í Ungarn. Hesir sjey svimjararnir hava allir verið í hylinum í dag. Tað skrivar svimjing.com.
Serliga væl gekk tað hjá Sáru Ryggshamar Nysted, ið setti nýtt met í 400 metrar blandað. Sára Ryggshamar Nysted kemur úr Suðuroyar Svimjifelag. Hon setti bæði føroyskt og juniormet við tíðini 4:59:73. Fyrrverandi metið átti hon sjálv, ið var 5:00.47. Hetta metið setti Sára í kapping í Reykjavík International Games í januar í ár.
Síðani var tað Ásbjørg Hjelm, ið má sigast at vera ein sera støðugur svimjari. Hon megnaði nevniliga onkursvegna at javna sítt egna met í 50 metra bringusvimjing, sum er 34,61. Tíðin var tann sama í Reykjavík International Games, tá ið Ásbjørg á fyrsta sinni svam hesa tíðina.
Marius Ihlen Garðshorn úr Havnar Svimjifelag megnaði at seta persónligt met í 400 metra frí. Hann svam 4:05:35 í dag, og hetta var næstan fimm sekund betri enn fyrrverandi metið hjá honum. Fyrrverandi metið setti Marius í Baku í fjør, tá ið hann svam teinin upp á 4:10:00.
Hinir føroysku svimjararnir, sum luttaka í kappingini, eru Jana Bjartalíð Thomsen, Róland Toftum, Signhild Joensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.